Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. september 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 180 - 21. september 2008 Tórshavnar kommuna Starvsfólk til plan- og rakstrardeildina Tórshavnar kommuna stendur fyri nógvum áhugaverdum byggi- og skipanaðarligum arbeiði. Tí søkja vit eftir nýggjum starvsfeløgum, ið hava hug og dirvi at seta eina røð av spenn- andi uppgávum í verk. Arbeiðsuppgávur eru m.a. at viðgerða fyrisitingarlig mál innan tekniska ábyrgdarøkið hjá kommununi. Talan er um uppgávur innan m.a ferðsluráðlegging og viðlíkahald av vegum og kloakkleiðingum. Førleikakrøv Tað er neyðugt at tú ert verkfrøðingur, byggi- frøðingur ella hevur útbúgving á líknandi støði og hevur góðar arbeiðsroyndir, umframt royndir innan almenna fyrisiting, ið samanlagt geva neyðuga førleikan at røkja starvið. Tað er ein fyrimunur at hava kunnleika til telduforrit, ið hoyra til Microstation, Microsoft Office og Navision. Neyðugt er, at tú hevur koyrikort. Persónligir eginleikar Kommunan ynskir, at tú ert røkin, gongur undan, tá umræður at menna tænastustøðið og dugir væl at fara við starvsfeløgum og viðskiftafólki. Tú skalt kunna arbeiða sjálvstøðugt, kunna taka avgerðir og duga væl at orða teg í skrift og talu. Setanarviðurskifti Starvið verður sett skjótast til ber og verður sett sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Meiri fæst at vita Við at venda sær til Boða Haraldson, býarbyggifrøðing, ella Jákup Egholm Hansen, tekniska stjóra á telefon 30 20 10. Umsókn Saman við viðmælum, avriti av prógvum o.t. og upplýsing um royndir, skal vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 6. oktober 2008. Merkið umsóknina »Starvsfólk á plan- og rakstrardeildini«. Plan- og rakstrardeildin Plan- og rakstrardeildin er, eins og heilsu- og umhvørvisdeildin og lendisdeildini, partur í nýggja bygnaðinum í teknisku deild, har býarverkfrøð- ingurin hevur leiðsluna. Á plan og rakstrardeildini fara um 6 fólk at starvast. Deildin heldur til í Posthúsbygninginum saman við byggi- og býarskipanardeildini. Arbeiðsøkið hjá plan- og rakstrardeildini er rætti- liga fjølbroytt. Uppgávurnar eru av fyrisitingar- ligum slagi, tá umræður byggimál og útstykk- ingarloyvi, at standa fyri planlegging, projektering og viðlíkahaldi av øllum kommunalum vegum og tekniskum veitingum. Útbjóðingararbeiði verða við hesum boðin út. Øll áhugaði eru vælkomin at bjóða upp á eitt ella fleiri arbeiði. Útbjóðingararbeiði á Stóragerði Stødd: 2 x 110 m2 Bilpláss: 2 Bilhús: 1 (møguligt) Hjallur: 1 (møguligur) Goymslurúm: 1 (møguligt) Kømur: 3 Vaskirúm: 1 WC/bað: 1 Køkur: 1 Stovur: 1 Longd: 10,5 m Breidd: 9 m Spf. Viking Smíð, Tórsgøta 13, 100 Tórshavn, viking@viking.fo Verkætlan á Stóragerði www.husasolan.fo ÚTBJÓÐING KERN.fo • El-arbeiði • HVS-arbeiði • Málara-arbeiði • Múring • Køk / bað • Vindeygu / hurðar • Gólv / flísar Áhugaðir bjóðarar kunnu ringja á tel. 565600