fríggjadagur 19. september 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
+
Sex-hungur
Ein nýggj kanning
vísir, at danir
halda sjokulátu,
ostrur og reytt kjøt
verða mest
erotiska matin. Í
botninum liggur
svínakjøt, sum
verður mett at
vera keðiligur
gerandiskostur.
Men
stjørnukokkurin
Henrik Boserup heldur
kanningina verða nakað
tvætl, tí allur matur kann vera
erotiskur, um hann verður
handfarin og etin við kærleika
og er úr góðum rávørum.
Sansaligur, romantiskur og
erotiskur matur er eisini chili,
hvítleykur, champagna,
hunangur, skeljadjór og
ingifer.
Sús og djús
Í spildur-nýggju bókini "500
juicer og smoothies" finna
vit eina perlurøð av
leskiligum uppskriftum til
dreymakendar drykkir av
alskyns slag. Lat teg
freista av einari heilsugóðari
orkubumbu, einum mjúkum
milkshake ella einum
leskiligum smoothie á einari
av teimum 288 litsíðunum.
Bókin kostar umleið
120 krónur í bókabúðunum.
Men á netinum er eitt stað, har tú
altíð kanst finna okkurt flott, frekt,
festligt og hondgjørt. Etsy er
sølutorgið hjá kreativum fólki um
allan heim, ein marknaður, sum
umfatar fleiri hundrað túsund
regluligar kundar.
Heimasíðan, www.etsy.com, lat
upp í juni 2005, og í juli 2007 var
vøra nummar ein millión seld á
heimasíðuni. Í løtuni eru á leið
170.000 ymiskir seljarar ella
handlar á Etsy.
Her eru listafólk og listahand-
verkarar av øllum handa slag, og
skalt tú keypa okkurt heilt unikt og
stuttligt, finnur tú tað uttan iva á
etsy.
Á síðuni ber til at lesa meira um
einstøku seljarnar, og hvussu aðrir
kundar hava verið nøgdir við
vørurnar hjá teimum. Her eru eingi
millumlið millum seljara og
keypara.
Ein kvinna í Kina situr og seymar
eitt festligt fyriklæði, sum hon sjálv
hevur sniðgivið. Síðani tekur hon
eina mynd og leggur hana á Etsy,
og nakrar dagar seinni kemur
føroyska postboðið við pakkanum
til tín.
Festlig teldutaska
Í handlinum Ella Since Osix selur
Ella úr Hollandi teldutaskur, sum
hon hevur seymað um við vintage
toyi. Sterkar taskur í festligum
farvum
Tøvdir steinar úr Hollandi
Tað ber eisini til at keypa steinar á
etsy. Smáir steinar tøvdir inn í
vakurt litaða ull. Reya Veltman úr
Hollandi hevur nógvar spennandi
tøvdar ullalutir í sínum bási
Tín egna pung úr Japan
Ella hvat við einum snøggum pungi
úr Japan. Sølutorgið, Little Cat,
hevur nógvar vakrar lutir seymaðar
úr toyi. Allir gjørdir við kærleika,
sum seljarin í Tokyo sigur
Avbjóðandi list
Tað ber eisini til at keypa
fotomyndir, tekningar og málningar
á Etsy. Hendan myndin er prent av
oljumálningi hjá amerikansku
listakvinnuni, Lisa Hurwitz
Lagt til rættis: Rigmor Dam & Dorit Hansen
Hoyrt í býnum...
Tey spyrja, hví so nógvar
føroyskar kvinnur heldur vilja
búgva í Danmark
– Heilt erligt, hvussu ringt
kann tað vera? Har kann man
grilla!
Etsy – har tú finnur tað heilt serliga