fríggjadagur 19. september 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 180 - 21. september 2008
Fyrsta dagin fara fimm
fakfeløg, sum umboða
eini 5000 starvsfólk
hjá tí almenna, at
samráðast við Lands
stýrið við kravi um
eina munandi lønar
hækking fyri at vinna
stóru príshækking
arnar seinastu árini,
innaftur
Samráðingar
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Nú skal álitið á landsstýrið
standa sína roynd.
Tað staðfestir Selma Ell-
ingsgaard,
forkvinna
í
Starvsmannafelagnum.
Saman við fýra øðrum stór-
um fakfeløgum, fer Starvs-
mannafelagið nú at sam-
ráðast við landsstýrið um at
fáa eina lønarhækking.
Umframt
Starvsmanna-
felagið, eru tað Lærarafelag-
ið, Pedagogfelagið, Felagið
Føroyskir Sjúkrarøktarfrøð-
ingar og Havnar Arbeiðs-
mannafelag, ið eisini hevur
limir í almennum starvi, ið
nú fara til samráðingarborðið
saman við fíggjarmálaráðn-
um um at hækka lønirnar.
Tilsamans umboða hesi
fimm feløgini eini 5000
starvsfólk hjá tí almenna.
Feløgini hava brúkt sein-
astu tíðina upp á at fyrireika
seg til samráðingarnar og á
fundi í gjár var síðsta hond
løgd á fyrireikingarnar, har
tey hava útvegað sær tað
skjalatilfar, sum tey vilja
hava fyri at stuðla upp undir
lønarkrøvini.
- Nú eru vit so í holt við
at fara vit so avtala samráð-
ingarfund við fíggjarmála-
ráðið og har fara vit at
leggja krøvini fram, sum
vit fimm fakfeløg hava orð-
að í felag, sigur forkvinnan
í Starvsmannafelagnum.
Fortreytirnar
munandi broyttar
Í 2006 breyt Starvsmanna-
felagið upp úr nýggjum við
at gera ein fýra ára sáttmála
við fíggjarmálaráðið.
Hetta er fyrstu ferð, at so
drúgvur sáttmáli verður
gjørdur á almenna arbeiðs-
marknaðinum
og
hann
gongur sostatt ikki út fyrr-
enn tann 1. oktober 2010.
Tað gjørdi Starvsmanna-
felagið fyri at vísa samfel-
agssinni, sum tey søgdu og
tí at tey mettu at tað hevði
stóran týdning fyri allar
partar at tryggja frið á
arbeiðsmarknaðinum í eitt
longri tíðarskeið enn tey
tvey árini, sum eitt vanligt
sáttmálaskeið er.
Men fyri at gardera seg,
fekk
Starvsmannafelagið
ein ventil í sáttmálan, sum
segði, at broytast viðurskift-
ini í samfelagnum, sum
ávirka lønarlagið munandi,
skal tað bera til at samráðast
um lønina av nýggjum tann
1. oktober í ár.
Nú eru 12 dagar eftir til
1. oktober og tí verður farið
undir samráðingarnar nú.
Men tað stendur eisini, at
hetta kann ikki føra til, at
sáttmálin verður uppsagdur.
Tó skal leggjast afturat,
at frammanundan varð ein
sáttmáli gjørdur við Føroya
Arbeiðsgevarafelag
um
starvsfólk hjá Føroya Tele
og hann var upp á trý ár og
níggju mánaðir og har var
eisini ein orðing um at end-
urskoða
lønina,
henda
munandi broytingar.
Síðani hava eisini onnur
feløg fingið somu orðing,
sum gevur teimum rætt til
nýggjar samráðingar mitt í
sáttmálaskeiðnum.
Selma Ellingsgaard sigur,
at tað kunnu ikki vera fleiri
meiningar um, at fortreytir-
nar fyri sáttmálanum eru
munandi broyttar við nógv
hækkandi prísum á bæði
olju, mati og bústaði.
Tí ivast hon ikki í, at
Starvsmannafelagið hevur
fullan rætt til at biðja um
samráðingar um lønarhækk-
ing.
Sostatt fer Starvsmanna-
felagið, saman við hinum
feløgunum nú at krevja
meiri í løn og samráðingar-
nar byrja altso nú.
Àlitið standa
sína roynd
Og forkvinnan í Starvs-
mannafelagnum staðfestir,
at nú skal álitið á landsstýrið
standa sína roynd.
- Nú fáa vit at prógv fyri
um Fíggjarmálaráðið veru-
liga meinar nakað við tað,
sum stendur í sáttmálanum.
Men hon staðfestir eisini,
at vísir tað seg, at lyftini frá
fíggjarmálaráðnum í sátt-
málanum bara eru tóm orð,
fer hetta uttan nakran sum
helst iva at fáa stórar avleið-
ingar við sær til næstu reglu-
ligu samráðingar í 2010.
- Fáa vit ikki lønarhækking
nú, verður ongin ivi um, at
krøvini vera bara so mikið
størri í 2010. Og tað er
samstundis greitt, at so fara
vit aldrin at góðtaka at gera
ein so drúgvan sáttmála
aftur.
Hinvegin ivast tey ikki í,
at fíggjarmálaráðið ætlar at
halda tær avtalur, sum eru
gjørdar og nú eru viðurskift-
ini broytt so nógv, at vit
hava krav upp á eina serliga
lønarhækking nú, leggur
hon afturat.
- Ein drúgvur sáttmáli
upp á fýra ár, tryggjar frið á
arbeiðsmarknaðinum
og
tað ivast vit ikki í, at lands-
stýrið
eisini
virðismetir
høgt. Tí hevur tað stóran
týdning at fjálga um tað
álitið, ið krevst at vera ímill-
um partarnar
Munandi
lønarhækking
Hvussu stóra lønarhækking,
tey fimm fakfeløgini fara at
krevja, vil hon ikki siga
nakað um.
- Men tað er greitt, at talan
skal verða um eina hækking,
sum munar, tí prísirnir eru
farnir nógv upp hesi bæði
seinastu árini.
Í hesum sambandi kann
upplýsast, at á heysti í 2006,
tá ið sáttmálin kom í gildi,
var prístalið 106,5 stig, men
nú er tað 116, 4 stig.
Sostatt eru prísirnir hækk-
aðir heili 9,9 prosentstig
hesi bæði árini.
Samstundis hava lønar-
hækkingarnar ligið um 3%
um árið. Men ein partur av
tí er eftirløn, sum løntakara
ikki fáa atgongd til, fyrrenn
teir fara frá fyri aldur.
- Eftirlønina fáa vit ikki
keypt fyri nú og sostatt er
veruliga
lønarhækkingin
ikki meiri enn góð 2% um
árið. Tí er tað greitt, at løn-
irnar eru afturúrsigldar so
tað munar hesi bæði árini
og at keypiorkan er fallin.
Stórt spurnartekin
Samráðingarnar, sum nú
standa fyri durum, reisa
kortini ein stóran spurning.
Og tað er, at tað eru verri
enn so øll av teimum fimm
fakfeløgunum, sum nú fara
til samráðingar, sum hava
eina orðing í sáttmálanum,
sum gevur teimum rætt til
samráðingar mitt í einum
sáttmálaskeiði, soleiðis sum
Starvsmannafelagið hevur.
Men Selma Ellingsgaard
vónar, at hini feløgini fáa
somu sømdir, sum Starvs-
mannafelagið fær.
Men hon viðgongur, at í
síðsta enda er hetta ein
spurningur um hugburðin
hjá fíggjarmálaráðnum, tí
hon ásannar, at feløgini,
sum ikki hava hesa orðing-
ina, hava ikki krav upp á
lønarhækking nú.
Men kann úrslitið, vit
fáa, ganga øðrum, er tað
bara gott, staðfestir Selma
Ellingsgaard.
5000 almenn starvsfólk
vilja nú hava meiri í løn
Forkvinnan í
Starvsmannafelagnum sigur,
at nú skal álitið á Landsstýrið
standa sína roynd. Svíkur
landsstýrið, verður talan um
nógv harðari lønarkrøv um
tvey ár
Flogfar neyðlent í Kastrup
Alt gekk væl tá eitt Boeing 747 flogfar í morgun klokkan 11.15
neyðlendi í Kastrup. Flogfarið hevði trupulleikar við einum av
hjólunum. Umborð á flúgvarinum vóru 146 ferðafólk og 22 av
teimum eru børn. Flogfarið skuldi flúgva úr Keypmannahavn til
Lanzarote, tá flogskiparin varnaðist trupulleikan. Løgreglan
væntaði at flogfarið fekk trupulleikar við lendingini, men soleiðis
varð ikki. Nú eru ferðafólkini á flogvøllinum í Kastrup, og skulu
velja um tey vilja fara til Lanzarote ella bróta ferðina av.