fríggjadagur 19. september 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 180 - 21. september 2008
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Tað er tað spennandi við
mínum núverandi arbeiði,
at eg komi í samband við so
nógv áhugaverd fólk.
Í fjør var eg biðin um at
fáa eitt prát við Johannu f.
Apol og Harry Wilson. Burt
ur úr hesum práti komu tríggj
ar Miðvikur við eini sera
áhugaverdari frásøgn um ein
bretskan hermann í Føroyum
undir krígnum, sum fekk sær
føroyska konu.
Vit hava havt samband síð
an, og nú tey vóru aftur í
Føroyum í summar fingu vit
eitt prát saman. Tey eru bæði
sera dámlig fólk og bæði
duga væl at greiða frá.
Í dag verður Harry 90 ár,
og tí verður høvið nýtt at
senda honum eina heilsan.
Harry kemur frá eini
arbeiðaraklassaumhvørvi.
Hann er føddur og uppvaks
in í býnum Bury norðanfyri
Manchester í Lancashire.
Bæði foreldrini arbeiddu á
verksmiðju. Mamman byrj
aði longu sum 11 ára gomul
parttíðararbeiði á eini bum
mullsverksmiðju. So gekk
hon eisini part av tíðini í
skúla, og var hetta vanligt
tá í tíðini. Pápi Harry, sum
eisini æt Harry, var hand
verkari.
Eftir at vera farin úr skúl
anum 14 ára gamal fór
Harry at arbeiða sum skriv
stovudrongur
á
einum
arkitektavirki. Hetta gav
honum áhuga fyri júst
hesum øki, og hann byrjaði
at ganga á kvøldskeið at
lesa til arktitekt. Hetta varð
tó avbrotið, tá ið hann sjálv
boðin fór í herin í 1940.
Harry var í Frankaríki tíð
liga undir krígnum í 1940.
Hann var tá við at verða
evakueraður, tá ið týski her
urin trongdi bretska herin í
Europa uppí ein krók, og
herurin mátti flýggja um
Ermasund. Tað vóru fleiri tús
und hermenn eftir í Frankaríki
eftir Dunkerque, og teir vóru
evakueraðir frá Saint Nazaire
í Bretagne á vesturstrond
Fraklands tvær vikur seinni,
beint áðrenn Frankaríki fall.
Tá stóð nógv á.
Harry kom til Føroyar í
1943. Var fyrst í Sørvági og
síðan 9 mánaðir í Havn.
Endin á krígnum gjørdist
heilt øðrvísi enn Harry
hevði roknað við. Hann
hevði fingið gott eygað á
eina føroyska gentu í Havn,
men visti ikki rættuliga,
hvussu hann kundi koma í
samband við hana.
Við krígslok marsjeraðu
allir ensku hermenninir gjøg
num býin í Havn. Tá tók júst
hendan gentan myndir av
skrúgonguni. Tá Harry sá
hana taka myndir, tók hann
kjansin, fór til hennara
spurdi, um hann kundu fáa
nakrar myndir frá henni. Jú,
tað var so gaman í! Tey
máttu so eisini hittast aftur,
tá ið filmurin varð fram
kallaður, so Harry kundi fáa
sínar myndir. Soleiðis komu
tey at kennast og byrjaðu at
koma saman.
Aftaná kríggið varð Harry
sendur til Italia . Italia var jú
ein av taparunum í krígnum,
og nú var tað ábyrgdin hjá
teimum sameindu at tryggja,
at landið kundi verða skipað
aftur á einum fólkaræðis
ligum støði.
Har var Harry liðugur í
juli 1946. Hjá Jóhonnu var
einki at gera uttan at bíða í
Føroyum. Í Italia vóru nógv
ar
vakrar
gentur,
men
hjartað lá eftir í Føroyum!
Tey skrivaðu eisini saman
hvørja viku.
Síðan fór Harry til Bret
lands, og so er at koma aftur
til Føroya til gentuna, sum
bíðaði.
Besti møguleiki var at fara
til Grimsby og so finna eitt
føroyskt skip at fara heim
við. Í Grimsby síggja teir
nakrar mans í tuflum og hend
ur í lumma. Hetta mundu
vera føroyingar, og so var.
Harry spyr skiparan um hann
kundi sleppa við til Føroyar,
har hann skuldi fara eftir
gentuni. Skiparin svarar aft
ur, at tað er eingin møguleiki
fyri tí: “Tit eru farnir við okk
ara bestu gentum, so vit fara
ikki at hjálpa tykkum at fara
eftir teimum!” Tá tyktist ein
um av hinum synd í honum
og einum øðrum, sum hevði
sama ørindi. Hann bønaði
skiparan um at lova teimum
við kortini. Men hetta var
sjálvsagt bert skemt. Skip
arin var Esmar Fuglø, sum tá
førdi Leiv Øssurson, sum var
ein trolari á Tvøroyri.
So til Bretlands
Johanna skuldi nú royna,
um hon treivst í Bretlandi.
Hetta var ikki nakar trupul
leiki. Síðan fór hon til Hol
lands at vitja sína ætt har.
Harry fór seinni til Hol
lands aftaná henni. Tey gift
ust á borgmeistaraskrivstov
uni í Haag 24. marts 1948.
Aftaná fóru tey til ensku
kirkjuna í býnum at fáa
kirkjuligu vígsluna.
Tískil hava tey júst havt
diamantbrúðleyp, og ynskt
verður eisini tillukku við tí,
hóast nakað seint.
Tey komu aftur til Ong
lands, og tá fór Harry aftur
at lesa til arkitekt. Hann
byrjaði at lesa áðrenn krígg
ið, men mátti so gevast, tá
ið hann fór í herin.
Av hesi orsøk fekk hann
eisini ein eyka almennan
stuðul, tí hansara virkisleið
jú varð avbrotin. Hann las
so trý ár afturat og gjørdist
liðugur sum arkitektur í
1950. Í eini seks ár var hann
býararkitekur í Salford, sum
liggur nærindis Manchester.
Aftaná
fór
Harry
at
arbeiða fyri stjórnina á Isle
of Man, har tey búðu í fýra
ár.
Frá Man komu tey so til
Hull í 1959. Har var ikki so
spennandi tá. Tað var fram
vegis nógv, sum ikki var
bygt upp aftur eftir kríggið.
Hull var so sera illa bumb
aður undir krígnum. Hann
var jú ein havnabýur og tí
eitt mál hjá týskarum. Har
doyðu ikki færri enn 1.200
fólk av krígsávum. Sjálvt
danska kirkjan varð bumb
að, men hon er síðan bygd
upp aftur.
Harry fór at arbeiða hjá
arkitektadeildini hjá býráð
num í Hull. Hetta var í ein
tíð, tá ið Labour flokkurin
hevði valdið í mongum
býum, og flokkurin eisini
vildi seta sín dám á býirnar.
Labour var framburðssinn
aður flokkur. Tí var eisini
nógv bygt, eisini á tí sosiala
økinum, sum skúlar, barna
garðar og ellisheim. Her
var eisini framvegis nógv at
byggja upp aftur eftir bumb
ingina undir krígnum.
Tey bæði hava verið virk
in í donsku kirkjuni í 36 ár,
har føroyingar eisini eru
komnir.
Tey plaga eisini at fara til
árligu minnisgudstænastur
nar fyri danir og føroyingar,
sum doyðu undir krígnum.
Hesar eru í Newcastle á
hvørjum ári fyrst í mai, um
leið ársdagin fyri bardaga
lokið. Tey hava eisini verið
við til føroyskt flaggdags
hald á donsku sendistovuni
í London.
Hjálptu okkum í
grundamálinum
Elsti sonur Johannu og
Harry er Louis, uppkallaður
eftir abbanum. Tá ið allur
hesin ágangurin var ímóti
føroysku
hvalaveiðuni
í
Bretlandi var tað Louis,
Helgi Joensen, ættaður í
Gøtu,
Marjun
Joensen
King, ættað úr Lorvík og
Ólavur Rasmussen, sum tá
var prestur í donsku kirkj
uni, sum skipaðu fyri at fáa
fram føroysku sjónarmiðini
í Bretlandi.
Harry royndi eisini at
hjálpa til við at hava les
arabrøv í bløðunum. Henda
herferðin móti Føroyum
hasaði eisini av.
Elsta dóttirin eitir Nord
ina. Hon býr í Hessle, sum
er nærindis teimum. Hon
byrjaði at starvast í eini
skrivstovu. Síðan bleiv hon
au pair genta í Danmark.
Hon kom aftur og arbeiðir
hjá svenskum frisøri í Hull.
Andrew er næstur. Hann
las farmakologi í Cardiff og
London. Hetta er læran um
ávirkanina av heiluvági á
kropp og sinn. Hann hevur
eisini doktaraheiti á hesum
øki og arbeiðir nú sum
farmakologur
á
einum
sjúkrahúsi í Blackburn.
Tann yngsta er Helen,
sum býr í York i Norður
onglandi. Hon er útbúgvin
lærari og er nú lærari í
enskum fyri útlendingar.
Tey bæði eiga 6 barna
børn, so familjan er hampi
liga stór.
Tað er eingin ivi um, at øll
henda familjan hevur verið
góð umboð fyri Føroyar, har
tey hava verið. Tað er eisini
ein fongur hjá einum landi
sum okkara at hava slík fólk
at tala okkara sak.
Tí fara undirritaði og Jan
Müller at ynskja Harry og
tykkum øllum hjartaliga til
lukku við hesum stóra degi.
ó.
Harry Wilson 90 ár
Føðingar
26. august fingu Rakul S. Olsen og Kai Roest,
Hvalba, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði
4470 gr.
5. september fingu Birna Heinesen, Rituvík, og
Christian Høgni Jacobsen, Saltangará, ein son. Hann
var 56 cm langur og vigaði 3900 gr.
11. september fingu Siri og Dan Sjóstein, Klaksvík,
eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3350 gr.
11. september fingu Ruth á Plógv, Sandavágur, og
Petur N. Reinert, Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm
langur og vigaði 4000 gr.
12. september fekk Bjørg Joensen, Tórshavn, eina
dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3730 gr.
13. september fingu Eyðhild Jacobsen og Dánjal
Olsen, Froðba, ein son. Hann var 54 cm langur og
vigaði 3250 gr.
14. september fingu Jóhanna Danielsen og Janus M.
Joensen, Hoyvík, ein son. Hann var 53 cm langur og
vigaði 3150 gr.
14. september fingu Birita Nolsøe og Hjálmar Hátún,
Velbastað, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði
4100 gr.
14. september fingu Una Hansen og Gunnar Isfeld,
Argjum, ein son. Hann var 60 cm langur og vigaði
4900 gr.
15. september fingu Evona og Arni Nielsen, Fámjin,
ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3540 gr.
16. september fingu Eva og Niclas Holm, Runavík,
ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3400 gr.
16. september fingu Diana Solbjerg Mouritsen,
Hoyvík, og Símun Jensen, Sandi, eina dóttur. Hon
var 48 cm long og vigaði 2725 gr.
16. september fingu Durita Berthelsen og Fríði B.
Nielsen, Hoyvík, ein son. Hann var 53 cm langur og
vigaði 3700 gr.
17. september fingu Ruth og Jói Winther, Hoyvík,
ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3950 gr.
Johanna og Harry Wilson