Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-19, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. september 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Brunch, lunch og club Café Oliver Laugarvegur 20a Vegamót Vegamotastígur 4 KaffibarinnAddress Bergstaðarstræti 1 Hippasta staðið í Reykjavík – liggur ovarlaga á listanum yvir heimsins bestu klubbar Íslendskt, tá tað er best Lækjarbrekka Restaurant Bankastræti 2 Sushi er sakin Sushi/grill Posthússtræti 2 Sansaligar uppliving Perlan Restaurant Öskjuhlíð Kupulin, sum melur runt Orange Geirsgata 9 Svakt matstað – disco, ljósa- reyðir elefantar, fantasidrykkir, og fantastikur matur – má roynast!! Restaurant Reykjavík Vesturgata 2 Her verða tit bodnar til ein drykk í the Ice Bar, sum hevur 18 kulda- stig so alt innbúgvið er gler... Seafood Cellar Adalstraeti 2 Víðagitin og virðislønt matstova við heimsins besti fisk. Rákið viðmælir ein djúpan lenistól við tjóðskaldinum Laxness ella eini nýggjari íslendskari krimi. Og øll tykjast tey at kenna seg sum heima í síni egnu stovu. Mitt á høvuðsgøtuni, Laugarvegi, liggur tann størsta av hesum oasunum, bókahandilin Mál og Menning, har vit millum annað finna eina hugnaliga bókakafé. Og bøkurnar ella bløðini tekur tú sjálvandi við tær inn á keféina, har tú kanst sita og blaða í teimum í frið og náðum. Hetta er bókalív. Bókahandlar ella oasir Mál og Menning Laugarvegur 18 Eymundsson Austurstræti 18 Á hestbaki gjøgnum lavalandslag Tykkum nýtast hvørki at vera fjallaklintrarar ella flyta tykkum serliga langt frá stórbýnum fyri at fáa eina stórsligna náttúruuppliving á túrinum til Reykjavíkar. Hjá Íshestar kunnu tit tekna tykkum til ein ríðitúr, sum hóskar júst til tykkara lyndi og royndir á hestbaki. Hevur tú til dømis ongantíð sitið á hestbaki fyrr, finnur ein av vinarligu og dugnaligu reiðkvinnunum hjá Íshestar tær skjótt ein hest, ið hóskar júst til tín. Ein av sera vælumtóktu túrunum hjá Íshestar er sonevndi Lava-túrurin, sum gongur gjøgnum stórsligið lavalandslag, eisini sunnudagar. Tað er ein fantastisk uppliving at fara vaggandi stillisliga á rossabaki gjøgnum lendið, meðan tú gevur tær góðar stundir at eygleiða eitt tað mest gandakenda landslagið, tú helst nakrantíð kemur í nánd av. Vilt tú hinvegin hava meir ferð á og hevur royndir á rossabaki, eru eisini meira avbjóðandi túrar – til dømis til Faxaflói víkina, har tit kunnu síggja hvalir og delfinir. Flestu túrarnir hjá Íshestar eru millum ein til tríggjar tímar langir, og tit verða bæði heintaðar og koyrdar heima aftur á hotellið. Íshestar www.ishestar.is Tað er sum at trína inn í ein romantiskan film, tá tú millum litføgru blómurnar hómar skeltið á Café Flora - caféini, ið liggur sum ein lítil perla í hjartanum á óvanliga vakra urtagarðinum, Grasagarði Reykjavíkar. Umgyrd við angandi blómum og smáum hyljum, liggur caféin væl fjald í einum vakstrarhúsi í urtagarðinum, har alskyns plantusløg eru at síggja. Inni á Café Flora bjóðar føroyska smyrjibreyðsjomfrúin, Maurensa Poulsen, okkum vælkomnar. Hon hevur rikið caféina í 11 ár og gjørt hana til eina sanna succes, við heili 40.000 vitjandi um árið. Hetta hóast caféin enn bert er opin um summarið. Við ein stórum smíli og á flótandi føroyskum greiðir Maurensa fús frá matarseðlinum, hóast tað eru heili 44 ár síðan, hon flutti úr Føroyum. Vit verða alt fyri eitt freistaðar av høsnarunga- salatinum við serliga barbeque dressinginum, sum kokkurin nýliga hevur sett á matarseðilin. Ein fantastisk matuppliving, sum fekk prikkin yvir i’ði, við einari framúr lekrari ostakøku við Baily’s og einum frálíkum kaffimunni omaná.Hiðan kunnu vit bara heilsa og siga, at á Café Flora verður hugtakið ‘frískt salat’ ítøkiligt, tí alt grønmetið stavar frá egnari framleiðslu her í Grasagarðinum. Komandi ár ætlar Maurensa Poulsen at hava Café Floru opna alt árið. Café Flora hevur eisini eina heimasíðu: www.cafeflora.is. Vinkonusalat millum blómur www.visitreykjavik.is