fríggjadagur 19. september 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Føroyar eru millum ríkaru lond
ini í heiminum, men samstundis
eisini í harðari altjóða kapping
um at menna seg fram millum
heimsins fremstu lond. At verða
millum heimsins fremstu lond
krevur vitan og førleika, m.a. við
at hava eitt høgt útbúgvingar
støði. Føroyar hava í dag trupul
leikar at fáa tey heim aftur, sum
vit senda út at nema sær útbúgv
ing og hetta er kanska størsta
hóttanin ímóti framburði í
Føroyum.
Hóttanin ímóti Føroyum
Vit hava vita tað leingi og nú
hava vit eisini feskar kanningar
sum vísa, at ein stórur partur av
føroyingunum, sum leita sær
útum landoddarnar koma ikki
heimaftur. Fleir meta eisini hetta
verða ein av stórstu avbjóðing
unum Føroyar standa framman
fyri og tann størsta hóttanin ímóti
et menna Føroyar fram millum
heimsins fremstu lond.
Átakið Jobmatch
Jobmatch er fyrsta átakið, har
føroyskar fyritøkur og stovnar í
felag fara av landinum at gera
eina starvsstevnu og endamálið
er púra greitt, nú skulu Føroyar
marknaðarførast í Danmark sum
eitt gott arbeiðstað. Ætlanin er í
fyrsta lagi at fáa fatur á føroysk
um útisetum, men eisini á dønum
og øðrum útlendingum, sum hava
røttu førleikarnar føroyskir
arbeiðsgevarar hava tørv á.
Brain Drain
Tað má staðfestast, at Føroyar
eru í einari brain drain støðu, vit
útflyta meira vitan enn vit inn
flyta. Vit geva okkara ungu gott í
beinið, senda nógv teirra av
landinum at nema sær útbúgving,
men gera alt ov lítð fyri at fáa tey
heimaftur. Hetta er ein stórur
samfelagstrupulleiki, bæði tí at
vit ikki hava nóg nógv fólk í
Føroyum við útbúgving, men
eisini tí hetta hetta elvir til skeiva
fólkasamanseting og hevur víst
seg at føra til m.a stórt undirskot
av kvinnum.
Stórur tørvur
Fleiri av luttakandi fyritøkunum
á Jobmatch vísa á, at tey hava
stóran tørv á útbúnari arbeiðs
orku og at henda ikki í nóg
stóran mun er til taks í Føroyum.
Fleiri av fyritøkunum hava í dag
fólk í arbeiði , sum ikki búgva í
Føroyum og sostatt brúka tey
tann møguleikan sum nýmótans
tøknin gevur. Harufturat hava m.
a. Sansir og Atlantic Airways
fólk í Danmark, meðan Formula
International eigur eina sterka
fyritøku sum Norriq, sum eisini
fegin vil hava føroyingar í
arbeiði.
Mugu havi fleiri heimaftur
Flestu eru samd um, at tað er
avgerðandi neyðugt at fáa fleiri
fólk heimaftur, men kanska er
tað ein góður leistur í fyrstu
atløgu eisini at kunna bjóða
hesum starv í Danmark. Miðfyri
sitingin hevur gjørt hetta, m.a. at
eitt starvsfólk hevur siti fyri
Almanna og Heilsumálaráðið og
arbeitt á hølunum hjá sendistov
uni í Keypmannahavn, fyri seinni
at flyta heim aftur.
Vaksa uttanlands
Fleiri av fyritøkunum vísa
somuleiðis á, at tað er neyðugt at
vaksa munandi um virksemi skal
man geva sær vón um at fáa væl
útbúnar føroyingar heimaftur,
sum krevja spennandi arbeiðsav
bjóðingar. Hesin vøkstur má
verða uttanfyri Føroyar og síggja
við nakrar fyritøkur leggja nógv
fyri á hesum øki.
Føroyskir møguleikar
Føroyar hava við nýmótans
tøknimenning allar møguleikar at
gera seg galdandi á nógvum
vinnuøkjum og fyri at byggja
upp at spennandi og kappingar
ført samfelag, sum hevur nakað
at bjóða heiminum. Men tað
krevur at fáa ein størri part av
útisetum aftur til Føroya ella at
arbeið fyri fyri føroyskar fyri
tøkur. Jobmatch er ein roynd at
seta skjøtil hesa tilgongd. Í
hesum føri verður eitt tiltak gjørt,
har føroyskir stovnar og fyritøkur
fara til Keypmannahavnar at
bjóða seg fram fyri føroysku
útisetunum í Danmark. Útisetar
nir hava her møguleika at vitja
fyritøkurnar, men eisni nú
beinanvegin at bíleggja sær eitt
sonevnt JobPrát á heimasíðuni
www.jobmatch.fo . Her ber bæði
til at leggja seg sítt lívsrensl
(CV) eins og tað ber til atbíleggja
eitt prát við luttandi fyritøkurnar
um arbeiðsmøguleikar.
Eisini brúk fyri lesandi
Fleiri av fyritøkunum leggja dent
á, at tær eisini hava áhuga at fáa
lesandi í starvsvenjing og annars
arbeiða við uppgávum fyri fyri
tøkuna ella stovnin meðan tey
eru lesandi. Tí er Jobmatch
eisini sera áhugavert fyri lesandi,
sum á ein ella annan hátt ynskja
at fáa samband við føroyskar
fyritøkur
Netverkskvøld –kjak og
tónleikur
Jobmatch kryddar starvstevnuna
við, at m.a Tórshavnar Kommuna
og Føroya Banki hava framløgur
um tað at flyta heim. Eisini
verður eitt netverkkvøld fríggja
kvøldið 26. september 2008 við
kjaki og tónleiki í Føroya
húsinum á Vesturbrúgv,.
Á Netverkskvøldinum í
Føroyahúsinum verður framløga
av kanningum um hví útisetar
ikki koma heimaftur. Tríggir
føroyingar úr vinnu og fyriseting
at greiða frá, hví grasið er
grønari í Føroyum. Hetta skilt á
tann hátt, at tey fara at bera fram
sína áskoðan um fyrimunirnar
við at virka og liva í Føroyum.
Aftaná verður eisini politiskt
kjak við føroysku fólkatings
limunum Edmund Joensen og
Annitu á Fríðriksmørk um
framtíðarsamfelagið Føroyar.
Aftaná verður tónleikur, Lena
Anderssen, Maria Guttesen &
Guðrið Hansdóttir spæla,
umframt eitt surprise navn á
tónleikapallinum. Hesin er
kendur fyri sínar útiseta sangir.
Jobmatch – fá útisetan heimaftur
cand.scient.pol
Bogi EliasEn
Báðir fríkendir í ídnaðarnjósning
Á middegi fall dómur í Føroya fyrsta málið
um ídnaðarnjósning. Ákæruvaldið hevur
stevnt einum fyrrverandi stjóra í
lýsingarfyritøkuni Team 85 fyri vinnustuldur
og eitt fyrrverandi starvsfólk fyri at hava útint
hetta fyri hann.
Menninir noktaðu seg sekar í sakarmálinum.
Nú er dómurin fallin. Og báðir tveir vóru
fríkendur. Men fyrrverandi stjórin skal ikki
gera nakað ólógligt næsta árið.
So fyrsta málið um ídnaðarnjósning í
Føroyum, varð av ongum.
Føroysku
Fólkatingsumboðini
Edmund Joensen og Annita
á Fríðriksmørk dystast í
politiskari hólmgongu á
jobmatchnetverkskvøldinum
í Føroyahúsinum
fríggjakvøldið 26. september
Marjun Hanusardóttir stjóri á Løgmansskrivstovuni; Hákun Steingrímsson, stjóri Formula.fo og Christian Nagata, stjóri Nema fara at bera fram sína áskoðan
um fyrimunirnar við at virka og liva í Føroyum
Nr. 180 - 19. september 2008