fríggjadagur 19. september 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Prikandi og mjúkar
matuplivingar
Tey flestu hava hoyrt um Perluna –
sermerktu matstovuna í Reykjavík,
sum melur spakuliga runt, so at
frálíka útsýnið yvir býin broytist,
meðan tú forkelar teg sjálva við
einum góðan nátturða. Maturin í
Perluni er á sera høgum støði, og
ein máltíð har er avgjørt ein
uppliving, tú eigur at unna bæði
eyga og góma. Sum til dømis
laksaforrættin við granateplum,
sum fær flestur aðrar útgávur av
laksi at fána.
Er hugurin til meir gerandisligan
mat, eru tær báðar caféirnar
Vegamót og Oliver verdar eina
vitjan. Á Oliver kundi tú roynt
heimagjørda burgaran við
dijonsinoppi og brieosti. Heldur
óvæntaða samansetingin er bæði
prikandi og mjúk og liggur øgiliga
langt frá ofta vamlisligu kensluni
av burgara. Og bið so endiliga um
ein leskiligan bláberja-smoothie
omaná. Oliver er forrestin eisini
einasta kafein í Reykjavík, har
køkurin er opin líka til klokkan eitt
um náttina, frá hóskvøldi til
leygarkvøld.
Annars eru íslendingar sannir
úrmælingar, tá tað ræður um at
borðreiða við egnum rávørum so
sum fiski og lambskjøti. Tað besta
av báðum fært tú á matstovuni
Lækjarbrekka, um tú biður um
”Fjall og fjøru” rættin, ið er settur
saman av leskiligum lambsbitum
og óvanliga vælsmakkandi
grillaðum hummarum. Og gloym
ikki at dyppa breyðið í fantastiska
hvítleykssmeltið, sum fylgir við.
Ein onnur matstova, sum er verd
at hava eyguni við, er spildur-
nýggja sushi/grillin á SAS 1919
hotellinum í miðbýnum. Sushi er,
eins og í øllum øðrum stórbýum,
vorðin sera vælumtókt millum
íslendingar. Og á nýggja
matstaðnum fæst eitt stórt úrval av
lættari sushirættum um dagin og
eitt sera fjølbroytt úrval út á
kvøldið.
Grønt er sunt
Heilsa, rørsla og vælvera hava
stóran týdning fyri fólk í Reykjavík.
Hetta sæst millum annað aftur á
stóra úrvalinum av
spesialhandlum, sum selja
vistfrøðiligar vørur, urtaúrdráttir,
kropsrøkt og annað gott úr
natúrligum tilfari. Nøgdin av
innfluttum frukt og grønmeti er
eisini ómetaliga stór, so afturvið
øllum máltíðum fæst frískt og
broyskið grønt.
Býarbókalív
Tá myrkrið fjalir býin, leitar
mannamúgvan annaðhvørt inn í
metrokendu kaféirnar, bulusligu
barrirnar ella inn í yðjandi fullu
bókahandlarnar, sum eru opnir líka
til seint út á kvøldið. Hesar smáu
oasurnar, stúgvandi fullar av
bókum og bløðum, hava ein heilt
serligan heimligan dám yvir sær.
Her kemur alt slag av fólki, ung
sum gomul, fínar dámur, gamlir
menn, og ungfólk, sum kanska eru
á veg í býin. Summi standa og
skimma mongu bløðini ella
tíðarritini, meðan onkur er sokkin í
Bið um ”Fjall og fjøru” rættin, ið er settur saman av leskiligum lambsbitum
og óvanliga vælsmakkandi grillaðum hummarum...