fríggjadagur 19. september 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 180 - 21. september 2008
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Avbjóðingin
Størsta avbjóðingin hjá komandi samgongu
verður búskapar- og fíggjarpolitikkurin. Her
brýtur í bæði borð. Fíggjar- og búskaparkreppan
í USA er við at koma í hæddina og breiðir seg til
allan heimin. Hóast henda kreppa kanska ikki fer
at hava sama virkna á umheimin sum skrædlið í
1929, so fara ristingarnar at merkjast. Amerikanski
búskapurin er framvegis heimsins størsti og hetta
fer í sjálvum sær at elva til ávísar trupulleikar um
allan heim.
Avvarandi myndugleikar í USA hava, rentupol-
itikkurin undantikin, verið eitt sindur skiftandi í
vali av tiltøkum. Fyrst yvirtók hitt almenna tveir
teir størstu húsalánsbankarnar, samstundis ið
boðað varð frá, at stjórnin ikki fór at sita hendur
í favn, meðan kreppan vant uppá seg. Síðan, tá
næsti brotasjógvurin kom og størsti banki í USA,
Lehmann Brothers, kom í trupulleikar, varð ikki
rætt hond frá síðu og bankin fór á húsagang.
Húsagangurin hevur tikið vinnufyritøkur
og fíggingarstovnar í hundraðtali við sær í
fallinum. Avleiðingarnar kenna vit: vinnuloysi,
stórir sosialir trupulleikar og uppaftur fleir
búskapartrupulleikar. Men so í gjár varð róðrið
aftur lagt í bakborð í og við, at tað almenna USA
bjargaði heimsins størstu tryggingarfyritøku AIG,
samstundis sum europeiski miðbankin og størstu
tjóðbankarnir í heiminum sendu hundraðtals
milliardir út í peningaumfarið til tess at lætta
um gjaldførið í bankaheiminum. Tað er ov tíðliga
at siga nakað fyri vist um hesi tiltøk fara at
bjarga heimsbúskapinum, men flestu eygleiðarar
á altjóða sjónvarpsrásum mettu í morgun, at
tiltøkini hava gagnliga ávirkan á fíggjarligu
støðuna. Svarta rossið er enn sum áður oljuprís-
urin. Heldur prísfallið fram, fær hetta framhald-
andi jaliga ávirkan. Fer oljuprísurin hinvegin
uppaftur, so verður trupult at venda gongdini.
So mikið um tey búskaparligu árin, ið kunnu
koma uttaneftir. Her heima sær heldur ikki
alt ov bjart út. Fyrsta skrædlið í fiskivinnuni
kom í gjár við tað, at Maru samtakið kom í
trupulleikar og fráboðað er, at skipini fara
undir hamaran 12. november í ár. Hetta er ein
skelkur og ein sorgarleikur og kann í versta føri
enda við, at eini tvey til trý hundrað fólk missa
arbeiðið, um restin av samtakinum fer sama veg.
Verður hetta gongdin, so stendur ein komandi
landsstýrissamgonga framman fyri størstu
búskaparligu og politisku avbjóðing í mong ár.
Tað ber ikki til at lata eyguni aftur fyri hesum
ótespiliga veruleika. Samgongan má hava eina
búskaparstrategi, ið fevnir um kreppufyribyrgjandi
tiltøk. Fortreytirnar eru ikki mjúkar: niðurfiskaðir
stovnar, óvissa um oljurprísirnar og stór óvissa
um heimsbúskapin. Henda strategi fer at krevja
búskaparligt innlit, mót, virkisorku, politiska
styrki og kanska mest av øllum: eina fullsamda
samgongu. Vónandi hevur ABC samgongan, um
hon gerst veruleiki, hesar eginleikar, soleiðis at
samfelagsskútan Føroyar kemur heilskapað burtur
úr tí búskaparliga vandasjógvi, ið nú skal siglast.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Tróndur Skaalum trondur@sosialurin.fo
Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Árni Joensen arni@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 frá kl. 8.0020.00
og boða frá
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Háttvirdu landsmenn.
Loyvið mær at seta fram
hetta uppskot:
Vit velja Løgtingið
tilvildarliga millum allar
myndugar borgarar í
landinum. Til dømis 32
fólk. Talið hevur ikki nógv
at siga. Hetta vildi millum
annað tryggjað okkum
lutfalsliga umboðan av
kvinnum og øðrum undir
umboðaðum bólkum, men
tað er tó ikki tann størsti
fyrimunurin. Orkan hjá
Løgtinginum kundi verið
brúkt upp á at gera tað
politiska arbeiðið til fulnar,
heldur enn hesi spølini um
val og samgongur. Viljin
hjá borgaranum hevði
verið betur umboðaður.
Tað hevði borið til at
skift til dømis ein fjórðing
av Tinginum á hvørjum ári.
Hetta hevði givið stabilitet,
tí løgtingsfólkini høvdu
kunnað lært hvønn annan
upp. Í heila tikið høvdu
tingfólkini kunnað stuðlað
hvønn annan í staðin fyri
at kappast og intrigera.
Arbeiðið í Tinginum
verður eitt fulltíðarstarv
við einum fimmseks
vikum av feriu. Onkur
skipan eigur at vera, fyri at
borgarar, sum ikki kunnu
vera fulltíðartingfólk,
deilast um sess sín við
aðrar, tilvildarliga valdar
borgarar. Hetta vildi givið
eitt skiftandi tal av tingfólk
um, men tað ger onki.
Tá mál vera tikin upp,
kann tað vera løgtingslimir,
sum taka stig til tey. Eisini
kunnu bólkar ella einstak
lingar uttan fyri Løgtingið,
til dømis sonevndir "polit
iskir flokkar" ella embætis
fólk heita á Løgtingið um
at taka ávíst mál upp.
Embætisfólk fyrireika
mál til Tingið at taka støðu
til, gera kunnandi tilfar og
undirvísa tingfólkum, til
dømis í løgfrøði. Hægstu
embætisfólkini eru lands
stýrisfólkini, og tey eru
áramálssett.
Løgtingið velur løg
mann. Hesin hevur fyrst og
fremst somu uppgávu, sum
núverandi løgtingsfor
maður hevur.
Tá mál av stórum týdn
ingi eru fyri, kann Tingið
leggja tey til fólkaatkvøðu
greiðslu.
Fólkið fer eisini á val at
velja ein forseta. Hesin
hevur seremoniellar upp
gávur og er fremsta ímynd
in av føroyingum mótvegis
útheiminum.
Onki av hesum er meint
sum skemt.
Sleppið politisku flokkunum
Debesartrøð,
Havn
JógvAN OLSEN
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Samgonguskjalið millum
CHEflokkarnar var gott og
bar tíðiliga boð um ein sam
haldsfastan politikk, men
tað vísti seg skjótt, at aðrir
enn beinleiðis politiskir
spurningar stungu seg upp.
Trupulleikarnir byrjaðu
longu í sambandi við býti
av nevndum. Avtalað varð
millum samgonguflokkar
nar, at teir tríggir formenn
inir í tingbólkunum skuldu
semjast um nevndarbýtið,
sum teir eisini gjørdu. Men
semjuna m. a. um for
mannin í fíggjarnevndini,
Útnorðurráðnum og limin í
Norðurlandaráðnum vildi
formaðurin í Tjóðveldi ikki
góðtaka. Hann vildi tað
øðrvísi, og fekk sín vilja.
Síðani hevur eitt stríði fyri
og annað eftir tikið seg
upp, og tí var hetta seinasta
sum hendi bert dropin,
sum fekk bikarið at flóta
yvir. At seta sær glæsilig
mál er eitt, men um orðini
bert galda á pappírinum,
og ikki kunnu fremjast í
verki, er lítil nytta í teim
um. Hava samgongufólk
ikki álit á hvørjum øðrum,
ber ikki til at reka politikk.
Eftir mínum tykki var ov
nógv órógv um politisku
málini, og tá álitið millum
leiðararnar í Tjóveldi og
Javnaðarflokkinum var
fokið var einki annað at
gera enn at slíta við
Tjóðveldi og royna nýggjar
leiðir. Vónandi fáa vit nú
eina arbeiðsføra ABC
samgongu, hóast flokkarnir
í mongum førum liggja
langt hvør frá øðrum. Vert
er tó at geva gætur, at tað
var m.a. saman við
Fólkaflokkinum, at
Javnaðarflokkurin fekk í
lag arbeiðsloysistrygging
ina og samhaldsfasta.
Stendur tú hinvegin uttan
politiska ávirkan, spyrst
einki úrslit.
Eingin politikkur uttan álit
løgtingsmaður
MIKKJAL
SøRENSEN