Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-19, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. september 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 &( Sosialurin september 2008 Rákið Shopping Vit fáa nógv fyri pengarnar, og úrvalið er óavmarkað í Reykjavík. Íslendska krónan er nú so lág, at vit føroyingar hava stóran fyrimun av at keypa í Íslandi, sum annars hevur verið tiltikið dýrt. Í dag fæst nógv meira fyri pengarnar, tí virðið á lokala gjaldoyranum er lækkað við næstan einum triðingi. Her er eisini vert at hava í huga jólagávurnar, nú tað styttist til jóla. Gott fyri eygað Paris, London, Milano, Tokyo, New York og Reykjavík. Far norður í hav, um tú vilt uppliva tað allarnýgg- jasta innan móta og design. Íslendingar eiga fleiri dugnaligar sniðgevarar, bæði tá ið tað snýr seg um brúkslist, prýðislutir og klæði. Kreativu grannarnir eru víðagitnir fyri at framleiða dygdargóðar vørur við energiskum hugflogi, stuttligum og nýskapandi linjum og úr natúrligum tilfari. Designhandlarnir eru sum sannar listaframsýningar á at líta, og flest allir eru at finna mitt í býnum, á høvuðsgøtuni, Laugar- vegur, og niðan eftir síðugøtuni, Skólavörðustígur. Tað loysir seg at leita eftir hesum smáu handils- perlunum, sum ofta eru væl fjaldar inni í bakgarðum og á ovaru hæddunum. Design Asta - creative clothes Laugavegur 25 www.astaclothes.is GuSt Laugavegur 70 www.gust.is Steinunn Laugavegur 40 www.steinunn.is Kraum Aðalstræti 10 www.kraum.is 66°North Bankastræti 5 og í Kringluni Reykjavík