Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-19, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. september 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 tíðindi - Tað verður neyvan fyrr enn sunnudagin ella kanska fyrst í komandi viku, at vit koma fram til býtið av málsøkjum og telving um løgmann, sigur Kaj Leo Johannesen, formaður í Sambands- flokkinum POLITIKKUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Menn eru framvegis bjart­ skygdir um eina ABC­ samgongu. ­ Eg haldi, at samráð­ing­ arnar ganga ógvuliga væl, og vit hava fingið­ semju á fleiri økjum, segð­i Kaj Leo Johannesen, tá Sosialurin tosað­i við­ hann í morgun, undan at flokkarnir hittust klokkan tíggju í løgtings­ húsinum. Eitt mál, sum náttúrliga semja neyvan er um, er spurningurin um ríkisstuð­­ ulin og ein møguligur nið­urskurð­ur av honum. ­ Tað­ er eitt mál, sum hava tugt og tannlað­ leingi. Og eg meti, at vit nærkast eini orð­ing, sum allir tríggir flokkar kunnu liva við­. Vit eru í hvussu er samdir um, at føroyski búskapurin skal vaksa í tann mun, vit minka blokkstuð­ulin, sigur Kaj Leo Johannesen. Hann vísir á, at tað­ júst var feilurin, tá blokkurin seinast varð­ skorin nið­ur. Fíggjarlógin hevur verið­ uppi og vent, men tað­ er ikki eitt mál í hesum sam­ ráð­ingunum. ­ Fíggjarlógaruppskotið­ verð­ur ikki við­gjørt í smá­ lutum, fyrr enn ein sam­ gonga er skipað­. Tástað­ni fara flokkarnir at tingast um fíggjarlógina, sigur Kaj Leo Johannesen. Eitt annað­ mál, sum dentur hevur verið­ lagdur á, er trivsilin hjá teimum alment settu starvsfólkun­ um. ­ Tað­ er neyð­ugt, at tey alment settu starvsfólkini verð­a motiverað­, heilt frá ovastu leið­slu og allan veg­ in nið­ur gjøgnum skipanina. Tí kenna starvsfólkini ikki, at tey hava ein gevandi arbeið­sdag, kunnu tey held­ ur ikki veita eina gevandi tænastu til borgaran, sigur Kaj Leo Johannesen. Einki býti enn Jóannes Eidesgaard, løg­ mað­ur, hevur fyrr verið­ frammi í fjølmið­lunum og sagt, at hann væntar at kunna vísa fram eina skitsu av einum samgonguskjali, men uttan beinleið­is at mót­ siga hesum, so væntar Kaj Leo Johannesen, at flokkar­ nir fara at samráð­ast alt vikuskiftið­ og kanska inn í komandi viku. Hann sær kortini ikki teir stóru snávingarsteinarnar á vegnum, men sum tað­ so ofta er ført fram, so taka summi mál drúgva tíð­, með­­ an onnur glíð­a lætt ígjøg­ num. Spurdur um, nær samráð­­ ingarnar koma hartil, at málsøkini – íroknað­ løg­ manssessin – verð­a býtt sigur hann, at tað­ ikki verð­­ ur beinanvegin. ­ Helst fer vikuskiftið­ at ganga, áð­renn vit koma har­ til. Kanska einaferð­ sunnu­ dagin, kanska ikki fyrr enn fyrst í komandi viku, sigur Kaj Leo Johannesen. Tingfundur er settur at verð­a týsdagin í komandi viku, og gongur sum teir tríggir floksformenninir vænta, verð­ur ein nýggj sam­ gonga skipað­ tá, og klárt verð­ur til eitt nýtt nevnd­ arval til tingnevndirnar. Ikki komnir til málsbýtið enn Kaj Leo Johanesen væntar ikki, at býtið av málsøkjum verður viðgjørt fyrr enn í fyrsta lagi sunnudagin Tað er ikki nakar rokfiskiskapur hjá útróðrarbátunum í løtuni. Teir flestu liggja um 50 pund upp á stampin, og tað er í minna lagi ÚTRÓÐUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað­ er ógvuliga misjavnt sum tað­ roynist hjá útróð­r­ arbátunum í løtuni. Flestir liggja um 50 pund upp á stampin, og tað­ er í lakara lagi. Ein útróð­rarmað­ur, Sosi­ alurin hevur tosað­ við­, sig­ ur, at soleið­is er fiskiskap­ urin hjá teimum flestu fyri tíð­ina. ­ Vit hava roynt inni undir landi og vit hava verið­ heilt eysturi móti kantinum (á landgrunninum, góð­ar 20 fjórð­ingar úr landi, blm), heilt eysturi á 90 favna dýpi, men tað­ vísir seg at vera sama skilið­ allastað­ni. Tað­ er kanska enntá verri, longur út tú fer, sigur Bárð­­ ur Poulsen, sum saman við­ bróð­rinum Rúna rekur 38 fót AWI­bátin, Tóru úr Nólsoy. Vit hittu Bárð­, tá hann var á Bacalao eftir upsa­ høvdum, sum teir nýta sum agn í goggurúsunum, ið­ teir seta út fyri Nólsoynni. Vanliga verð­ur sagt, at toskurin dámar betri goggu, með­an tað­ er meiri hips um haps hvat hýsan tekur. Eitt annað­ er so eisini, at teir, sum fiska goggur sjálvir, spara munandi í agnútreið­sl­ um. Hampiligt í nátt Men Bárð­ur Poulsen heldur, at tað­ kann hava sína forkláring, at so lítið­ er at fáa fyri tíð­ina. ­ Fiskurin er sprenfullur av sild, og tað­ kann væl vera orsøkin til, at hann ikki tekur agnið­, metir Bárð­­ ur Poulsen. Tóra var eisini úti síð­stu nátt, og tá hildnað­ist heldur frægari. ­ Vit fingu smá 2000 pund á 27 stampum. Vit vóru tætt undir landi, settu tvær setur, að­ra út fyri Urð­­ ini, og hina norð­uri í Álin­ um. Slagið­ var gott, ein kassi (um 600 pund, blm) av toski og tveir av hýsu, sigur Bárð­ur Poulsen. Vanliga royna teir mest eystanfyri, har teir náttúrliga eru best kendir, men liggur hann við­ eysturætt og vindi, fara teir vestur um á Bøin og að­rar leið­ir vestanfyri. ­ Tað­ hevur verið­ so sein­ astu tíð­ina, at onkur bátur kann hava dottið­ fram á eina setu við­ 100 pundum upp á stampin, men so er alt burturi dagin eftir, sigur Bárð­ur Poulsen. Nú lá fiskiskapurin so um 75 pund upp á stampin, so kanska er tað­ um at blíva frægari við­ fiskarínum hjá útróð­rarbátunum. Útróðrarbátarnir lakan fiskiskap Bárður Poulsen lempar upsahøvd umborð á Tóru. Teir seta goggulínu og fáa harvið gott agn, samstundis sum teir spara upp agnútreiðslurnar Mynd: Jens Kristian Vang Nr. 180 - 19. september 2008