fríggjadagur 19. september 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
– Alt ber til, um tú
veruliga vilt. Baklandið
hevur sjálvandi stóran
týdning, men annars liggja
avmarkingarnar serliga
í huganum, sigur Gekka-
vertinnan, Petrina Berg,
sum satsaði alt: Í fimm ár
hevur hon átt sín egna
mótahandil í Havn
Lagt til rættis: Bjørk Olsen
Myndir: Álvur Haraldsen
37 ára gamla Petrina Maria Berg
eigur handilin Júniik í Havn. Tí
hava vit biðið hana koma oman á
Hvonn til eitt prát. Hon kemur
smílandi inn við leysum, síðum
hári og líkist avgjørt ikki einari 37
ára gamlari kvinnu, sum fyri bert
tíggju mánaðum síðani átti eina
dóttur. Akkurát sum tá vit síggja
hana taka ímóti spentum
gekkavinnarum í sjónvarpinum
fríggjakvøld, líkist hon eisini í dag
einari millión, við ljósa hárinum og
vakra, svarta dressinum. Vit
sessast, bíleggja okkum kaffe latté
og appelsindjús, og beinanvegin
gongur prátið um mótaheimin,
handilslív og at vera sjálvstøðugt
vinnurekandi kvinna í Føroyum í
dag.
– Tú kanst gera alt, sum tú hevur
hug til, um tú veruliga vilt. Tað
hevur sjálvandi nógv at siga, at tú
hevur eitt gott bakland. Men alt ber
til, tí avmarkingarnar eru bara í
huganum. Hetta er greiði
boðskapurin frá Petrinu Berg, sum
tordi at taka stigið fult út: At lata
sín egna mótahandil upp.
Hóska til kroppin
Klæðir og móti hava altíð verið ein
partur av lívinum hjá Petrina Berg,
sum búði í Keypmannahavn í nógv
ár, áðrenn hon flutti heim og lat
mótahandilin upp. Hon visti
frammanundan, hvønn handil hon
vildi hava, so hon leyp út í tað:
Fyrst at finna sær eitt høli, og
síðani at fara niður at keypa inn.
– Eg hevði ætlað mær at lata ein
handil upp í Danmark, men
umstøðurnar vóru ikki ordiliga til
tað. So tað bleiv til Júnikk, ið selur
merkjavørur, sum ikki vóru at fáa í
Føroyum frammanundan. Fyrstu
tíðina vóru vit ofta eitt sindur
aftanfyri rákið á meginlandinum.
Tá kundi eg risikera at koma at
liggja inni við einari vøru, sum ikki
seldi fyrr enn árið eftir – og tað er
dýrt. Men nú hava kundarnir vant
seg við klæðini, so teir keypa so
skjótt sum vøran kemur, greiðir
Petrina Berg frá.
– Eg fylgi væl við í, hvat fólk vilja
hava, og við tíðini broytist
hugsanarhátturin hjá kundunum
eisini. Summar kvinnur eru
upptiknir av, hvussu gamlar tær
eru, og hvat fólk hava sagt við tær
frammanundan. Men eg haldi, at
fólk eru ungdommiligari nú enn
fyrr, sigur Petrina Berg, sum heldur,
at klæðini skulu passa til
kropsformin og ikki til aldurin.
Einsamøll røkkur tú ongum
Petrina Berg hevur trý føst
starvsfólk at hjálpa sær í
handlinum, og tey eru ikki
tilvildarliga útvald.
– Tey eru vald út frá hvønn stíl,
tey hava, og hvørja vitan tey hava
um móta. Millum annað hevur
seinast setta starvsfólkið lært í
handli. Og avloysararnir eru gentur,
sum fylgja væl við innan móta.
– Tá mann hevur handil, skal
mann hava eygu og oyru í
nakkanum. Ofta henda feilir,
skeivar vørur koma heim, ella
passa fylgiseðlarnir ikki, sigur
Petrina Berg, sum hevur havt
egnan bókhaldara og grannskoðara
til pappírsarbeiðið longu frá byrjan.
– Men eg geri alt forarbeiðið
sjálv. Bókhaldarin ger so mvg-
roknskapin, og grannskoðarin
ársroknskapin. Eg kundi sjálvandi
gjørt hetta sjálv, men eg havi ikki
tíð, sigur hon.
10.000 krónur um mánaðin
Men hvussu mennir Petrina seg
sjálva í yrkinum?
– Eg havi ikki pappír upp á, at eg
eri stylistur, tí eg eri sjálvlærd. Men
eg havi ætlanir um at fáa pappírini
við at luttaka á skeiðum og
líknandi. Hetta hevur stóran
týdning fyri meg, tí um eg ikki
mennist og fylgi væl við, so doyr
øll drívmegin eisini.
Hevur tú nøkur ráð til tey, sum
umhugsa at lata handil upp?
– At tey skulu vera til reiðar at
arbeiða alt samdøgrið og til tað
nógva pappírsarbeiðið. Tú skalt
vera tolin og áhaldandi, og ofta
noyðist tú eisini at seta alt
møguligt annað til viks. Tey bæði
fyrstu árini arbeiddi eg einar 70
tímar um vikuna fyri góðar 10.000
krónur um mánaðin. Hetta kláraði
eg, tí eg eisini arbeiddi hjá
Atlantsflog. Tað tekur tíð at fáa ein
handil á føtur; serliga tá mann
hevur ein lítlan handil sum mín, og
hann skal byggjast upp frá
grundini, sigur Petrina.
Mixa dýrt og bíligt
Eins og í fleiri øðrum
vinnugreinum, merkja tey eisini
innan handilsvinnuna minkandi
fíggjarorkuna.
– Hetta ger millum annað, at eg
eisini fari eftir bíligari merkjum nú.
Fyrr kappaðust merkini um
kundarnar, men nú kunnu bíligari
merkjuni vera akkurát líka góð, og
tað ber saktans til at mixa dýr og
bílig merkir, sigur Petrina, ið ætlar
sær at selja bæði bílig og dýr merki
í handlinum framyvir.
– Tær nýtist yvirhøvur ikki at
ganga í einum plaggi fyri 30.000
krónur fyri at síggja gott út,
staðfestir hon.
Børn og bakland
Petrina Maria Berg var bara 18 ára
gomul, tá hon átti elstu dóttrina.
Næsta barnið átti hon, sum nevnt,
fyri einum knøppum ári síðani. Men
hetta heldur hon ikki vera nakra
forðing fyri tí, sum hon hevur gjørt.
– Eg havi eisini so ótrúliga góð
foreldur her í Havn. Mamma mín
tekur sær millum annað av didduni,
nú eg fari niður á messu í morgin,
so eg fái ótrúliga góðan stuðul frá
mínum foreldrum. Eg arbeiði nógv
heimanífrá, so eg eri so nógv sum
gjørligt heima hjá dóttrini. Eg royni
at halda frí, tá ið hon er vakin, og at
arbeiða, tá ið hon svevur, hóast tað
ikki altíð eydnast. Tað er eitt
kynstur at vera karrierufólk og hava
børn. Eg haldi, at tað, sum er
avgerðandi, er, at mann hevur
kvalitetstíð saman við børnunum.
Eingin er perfektur, men eg royni
sum frægast.
Handilskvinnan Petrina Berg:
Tær nýtist ikki at ganga
í einum plaggi fyri 30.000
krónur fyri at síggja gott út
– Um eg ikki mennist
og fylgi væl við, so doyr
øll drívmegin eisini,
sigur Petrina Berg.