Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-19, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. september 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 180 - 19. september 2008 tíðindi Tekniski skúli í Klaksvík verður nú betri førur fyri at fremja ynskini hjá verandi og komandi næmingum. Mánadagin verður tann nýggi parturin av skúlanum tikin alment í nýtslu SkúlaSkapur Orð&mynd: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Klaksvík: Hesar seinastu dagarnar hevur verið serlig ferð á teimum ymisku hand­ verkarunum, tí dagurin, nær hetta skuldi verða liðugt, var farin at nærkast. Hetta arbeiðið bæði innan og uttan er nú komið so mikið langt, at hesin nýggi parturin av skúlanum verð­ ur tikin í nýtslu komandi mánadag. Ætlanin er tó ikki at steðga her við at menna skúlan, men ætlanin er fram­ haldandi at umbyggja ver­ andi høli. ­ Hetta merkir so aftur, at skúlin verður sum eitt byggi­ pláss hetta árið út, sigur Rúni Heinesen, skúlastjóri. Krevja umstøður Við hesi útbyggingini fer skúlin at kunna bjóða næmingunum enn betri um­ støður í eini nýggjari skip­ an, sum verður við tveimum breytum. Út frá hesum kann vænt­ ast, at talið av næmingunum fer at hækka enn meiri. Og skúlin er til reiðar at taka ímóti teimum øllum við Ein skúli fyri fram - Nú skúlin er útbygdur og verður umbygdur, verða fleiri tilboð til næmingarnar, sigur Rúni Heinesen, skúlastjóri