fríggjadagur 19. september 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 180 - 19. september 2008
21
tíðindi
tíðina
Millum næmingarnar
á Tekniska skúla í
Klaksvík eru teir
tríggir hoyvík
ingarnir, Eirikur
Jákupsson, Ragnar
Samuelsen og Teinar
Mohr Hentze. – Her
er gott at vera, siga
teir við ein munn
NæmiNgar
Snorri Brend
Klaksvík: - Vit hildu, at
hesin skúlin var meiri áhuga-
verdur enn tann í Havn. Og
tí fóru vit higar, siga teir
tríggir í stuttum viðtali við
Sosialin.
Eftir teirra meting hevði
skúlin í Klaksvík eina øðr-
vísi ætlan við undirvísingini,
og sum hóskaði betri til
teirra egnu áhugamál.
- Vit hildu, at skúlin í
Havn var ov bókligur, með-
an hesin í Klaksvík var
meiri praktiskur - ein slapp
meiri at brúka hendurnar og
gera verkætlanir.
- Nú, ið vit hava gingið
her á triðja ári, kunnu vit
bara staðfesta, at okkara
vónir til skúlan hava hildið,
siga teir tríggir og vísa á, at
skúlin haraftrat hevur fleiri
breytir.
Góð ár
Tá teir tríggir vinmenninir
gingu í 10. flokki komu
umboð fyri fleiri av mið-
námsskúlunum á vitjan í
teirra skúla.
Her greiddu tey frá tí,
sum hesin skúlin hevði at
bjóða. Og fyri teir tríggjar
hoyvíkingarnar var eingin
ivi: Tað sum umboðini fyri
Tekniska skúla í Klaksvík
borðreiddu við, var tað
mest áhugaverda!
- Hetta hava verið trý
ótrúliga góð ár her norðuri,
sláa teir fast.
Ein
grundhugsan
í
undirvísingini er, sum áður
nevnt, at dentur skal leggjast
á tað praktiska arbeiðið –
tað er: at ein lærir um eitt
evni, og fær síðani møgu-
leikan at royna tað í verki.
- Hetta dámar okkum
sera væl, siga teir tríggir.
Ørir í høvdinum
Men tað var ikki uttan
svørðsslag at Eirikur, Ragn-
ar og Teinar fóru til Klaks-
víkar. Vinfólk teirra dugdu
als ikki at skilja hesa
avgerðina.
- Ja, tey søgdu bart út, at
vit máttu vera ørir í høvd-
inum at fara heilt norður til
Klaksvíkar
at
ganga
í
skúla!
Teir hava tað gott her,
búgva á skúlaheiminum og
nýtast ikki eingang at fara
út fyri dyr, tá teir skulu í
skúlan. Og so fara teir til
Havnar hvørt vikuskifti til
hesi somu vinfólk síni.
Júst møguleikin at kunna
búgva her, hevur eisini gjørt
sítt til, at teir hava trivist so
væl. Onkur teirra kendi
onkran annan næming, sum
hevði gingið her framman-
undan, og haðani fekk hesin
at vita, at tað var ikki so
galið í Klaksvík hóast alt.
- Her kemur ein so at
kenna nógv fólk ymsastaðni
frá, og tað ger tað heila so
áhugavert.
Teir hildu okkum
vera ørar
hesi útbyggingini.
- Vit hava somuleiðis
aðrar ætlanir. Men skulu
tær fremjast í verki er neyð-
ugt, at vit fáa serumstøður
til hetta. Enn hava vit ikki
hesar umstøður, sigur skúla-
stjórin.
Ein av hesum útbúgv-
ingum er ein sum eitur
byggismiður, og sum minnir
nógv um ta donsku útbúgv-
ingina “struktør”. Henda
útbúgvingin
er
broytt,
soleiðis at hon hóskar meiri
til
arbeiðið
hjá
hand-
verkarum í dag.
Støðan er nevniliga hon,
at teir, ið læra til timburmenn
í dag, í størri mun enn áður
arbeiða við so nógvum
øðrum enn bert timbri.
Hetta vil aftur siga, at teir
á skúlanum læra at arbeiða
við timbri, men tá teir fara
til arbeiðis úti á teimum
ymisku
byggiplássunum,
so er munandi meiri arbeiði
við betongi, kloakkering og
í heila tikið, hvussu ein
riggar eitt slíkt arbeiðspláss
til.
Tað eru longu eini tvey ár
síðani at skúlin sendi inn
umsókn við fyrispurningi
um at sleppa undir hesa
útbúgvingina. Enn er einki
svar komið frá myndug-
leikunum.
- Tað skal sjálvandi gerast
ein íløga fyrst, og í hesum
døgum kann tað gerast trup-
ult at fáa eina slíka ætlan
framda í verki.
- Men ætlanin er so kort-
ini har, staðfestir Rúni
Heinesen.
Ikki bert fyri
klaksvíkingar
Hóast hesin tekniski skúlin
liggur í Klaksvík – ella
kanska júst tí at hann liggur
her – hevur hann verið rætti-
liga væl umtóktur millum
tað
unga
lestrarhugaða
fólkið kring landið.
Hóast ein tekniskur skúli
er í Havn, kemur meiri enn
so fyri, at næmingar úr
høvuðsstaðnum leita sær til
skúlan í Klaksvík.
Millum teir mongu næm-
ingarnar á skúlanum eru í
dag tríggir næmingar úr
Hoyvík. Orsøkirnar til, at
teir valdu hesa loysnina
greiða
teir
tríggir
frá
aðrastaðni á síðuni.
Men skúlastjórin, Rúni
Heinesen er ikki í iva um,
at ein orsøk til hetta er, at
næmingarnir hava møgu-
leika at búgva á skúlanum.
- Hetta er eisini ein
útbúgving, sum gevur teim-
um møguleika fyri hægri
lestri, eins og teir hava
góðar møguleikar at saman-
tvinna teori og praksis
gjøgnum verkætlanir.
Kunning
Á hvørjum ári gera tey á
Tekniska skúlanum nógv
við at vitja framhaldsskúl-
arnar kring landið fyri at
greiða teimum frá møgu-
leikunum og tilboðunum
sum skúlin hevur at bjóða
teimum.
Og líkt er til, at umboðini
frá skúlanum duga rættiliga
væl at siga frá.
- Tað koma eisini javnan
bæði næmingar, foreldur og
heilir skúlaflokkar higar at
vitja, fyri at síggja og upp-
liva við egnum eygum, hvør
hesin skúlin er og hvørjar
umstøðurnar eru.
- Vit kunnu so bara
staðfesta, at alt hetta gevur
úrslit, tí talið á næmingum
hækkar hvørt einasta ár,
staðfestir skúlastjórin, Rúni
Heinesen.
- Vit fáa ein sera góðan
skúla við umbyggingini og
útbyggingini, sigur Rúni
Heinesen, skúlastjóri
- Hetta er ein góður skúli, siga teir tríggir næmingarnir – aftast vinstrumegin Ragnar Samuelsen
og fremst vinstrumegin Teinar Mohr Hentze og Eirikur Jákupsson, avmyndaðir saman við
Gunvá við Keldu, býráðslimir í Klaksvík
Í einum komandi
blaði verður
samrøða við
Gunvá við Keldu,
býráðslim í
Klaksvík og sum
hevur gjørt sær
sína hugsan um,
hvat skal til fyri
at Klaksvík kann
gerast ein sannur
skúlabýur
»Tey søgdu
bart út, at vit
máttu vera ørir
í høvdinum at
fara heilt norður
til Klaksvíkar at
ganga í skúla«
»Tað koma
eisini javnan
bæði næmingar,
foreldur og heilir
skúlaflokkar higar
at vitja, fyri at
síggja og uppliva
við egnum eygum,
hvør hesin skúlin
er og hvørjar
umstøðurnar eru«