Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-19, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. september 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Flætta tær fruntin Flættur verða ongantíð tað sama aftur. Heimspressan varð tikin fullkomiliga á bóli, tá ið ukrainski forsætisráðharrin, Yulia Tymoshenko, trein inn á politiska leikvøllin fyri nøkrum árum síðani. Eyðkendi flættaði kransurin er vorðin ímyndin av sjálvum Ukraine, og hevur hann eisini gjørt Juliu til eitt víðagitið stíl-ikon, sum sjálvt stjørnurnar í Hollywood herma eftir. Vit hava biðið Paulu McGavin, frisør, vísa okkum, hvussu vit kunnu flætta okkum fruntin. Greið ein beinan reik tvørturum høvdið, frá oyra til oyra, einar tveir sentimetrar inni.. Bind hárið í nakkanum í ein hestahala meðan, so er lættari at arbeiða við tí fremra Být hárið í tríggjar tunnar lokkar við annað oyra. Halt fram soleiðis høgra, vinstra skiftivís... men flætta eitt sindur av hári uppí hvørja ferð. Halt fram til tú kemur yvirum til hitt oyra. Snara høgra lokk undir mittasta lokk, og síðani vinstra undir mittasta lokk. Flætta endan niður og bind eitt elastikk um ella toupera endan. Yulia Tymoshenko, forsætisráðharri í Ukraine. Voila! Fín við flættu. Lagt til rættis: Rigmor Dam Myndir: Sunva Ey. Lassen