Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-19, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. september 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 180 - 21. september 2008 tíðindi Føroyskar søgur í 100 ár koma nú út á filmi. Kappróður á ólavsøku, vøksturin í fiskivinnuni, stórhvalaveiða og grindadráp, bretska hersetingin stríðsárini, kongavitjanir gjøgnum tíðirnar og mangt annað. Føroyskar Søgur siga frá stórum og smáum um tað, ið foreldur okkara og ommur og abbar hava upplivað í 100 ár SIÐSØGA Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Í morgin, fríggjadagin 19. sep­ temb­er, koma Føroyskar Søgur út á filmi. Í meira enn eitt ár hava framleiðarar og tilrættaleggjarar í filmsfelagnum Sub­stanz Nordisk Film arb­eitt seg ígjøgnum føroyska filmsskattin, ið umfatar eina røð av ómetaliga virðismiklum filmsperlum. Nú er arb­eiðið liðugt, og tilfarið kemur út á DVD­fløgu. Kilometrar av filmi Endamálið við innsavningini er verið at savna saman filmaðar løtur seinastu 100 árini, ið kunnu røkka inn í føroysku fólkasálina. Nakrar høvuðskreftir í arb­eiðnum eru miðlafrøðingurin og tíðindamaðurin, Uni Leitisstein, ið b­urturav hevur arb­eitt við at samskipað verkætlanina. Sjónvarpsmaðurin og framleiðarin, Eyðstein Jacob­sen, hevur klipt filmin, og Birgir Kruse, ritstjóri á Føroya Skúlab­ókagrunni, hevur hjálpt til við at savna inn film frá føroyingum. Per Højgaard, samskiftisráðgevi í Eik Banka, hevur staðið fyri samskipanini vegna Eik Grunnin. Kilometrar av filmi úr almennum og privatum søvnum og nógv filmsklipp, ið púra vanligir føroyingar hava latið, eru grundarlagið undir Føroyskum Søgum, ið verða útgivnar b­æði í Føroyum og í Danmark á føroyskum og donskum máli. Upprunaligar upptøkur Føroyskar Søgur eru samansettar av upprunaupptøkum. Søgulig ljóðb­rot eru at hoyra saman við livandi myndunum, eins og upplestur av tekstum úr samtíðini krydda og undirb­yggja filmsupplivilsið. Innsavnaðu filmarnir eru fluttir yvir í talgilt – digitalt – format, so teir eru varðveittir í framtíðini. Eigararnir fáa upprunafilmarnar aftur saman við einum talgildum eintaki, og samstundis fær Kringvarp Føroya eitt talgilt eintak til sítt søguliga savn, so tilfarið eisini er til taks hjá søgufólki og øðrum áhugaðum. Fólkslig verkætlan Filmsverkætlanin er vorðin veruleiki við fíggjarligum stuðuli úr Eik Grunninum, ið er grunnurin aftan fyri Eik Banka. ­ Tað heilt serliga við Føroyskum Søgum er, at hetta eru søgur frá føroyingum um føroyingar. Hetta eru upplivingar – b­æði gerandis og til høgtíð. Júst hetta skuldi gjørt verkætlanina fólksliga, og onki er meira í tráð við siktið hjá Grunninum. Hetta er ikki tann almenna Føroya Søga og skal heldur ikki vera tað, sigur Frithleif Olsen, nevndarformaður í Eik Grunninum Heiður og framíhjárættur Framleiðarin hjá Sub­stanz Nordisk Film, Troels Uhrb­rand Rasmussen, heldur tað vera ein framíhjárætt at vera sloppin at arb­eiða við Føroyskum Søgum. ­ Ferð eftir ferð hava fólk latið okkum sín dýrab­æra filmsskatt, og hetta hevur tí verið eitt heiðursarb­eiði. Tað er ein stór gleði nú at kunna lata hesum fólkum eina lætt atkomiliga útgávu av filmstilfarinum, sigur Troels Uhrb­rand Rasmussen. Útgávudagur í morgin Føroyskar Søgur koma alment út í Føroyum og í Danmark í morgin, 19. septemb­er. Filmurin, sum er samansettur av 12 sjálvstøðugum filmspørtum, er í einari føroyskari og einari danskari útgávu. Kostnaðurin er 199 krónur, og filmurin fæst til keyps í b­ókhandlum, Shell­ og Statoilstøðum og einari røð av handlum kring landið. Harumframt kann filmurin keypast b­einleiðis á hesari heimasíðuni: www. vildmedhistorie.dk. Ein spildur nýggj heimasíða er gjørd í samb­andi við verkætlanina. Hon eitur: www. foroyskarsogur.fo. Nú koma Føroyskar Søgur á filmi Bretar hertaka Føroyar, men tann friðarliga hertøkan fær eisini avleiðingar, 1940-45 Bretar hertaka Føroyar, men tann friðarliga hertøkan fær eisini avleiðingar, 1940-45 Danskar og føroyskar modellir vísa fram nýmótans undirklæði á Hotel Føroyum í 1966. Frálíku upptøkurnar hjá Juliusi Høgnesen, apotekara, ið vitjar heimbygdina Oyndarfjørð í 1930. Havnin veksur við vælferðini, og býurin broytist Pyntan, stákan og veitslur eru á skránni, tá ið danska kongshúsið vitjar í 1907, 1921 og 1949