fríggjadagur 19. september 2008síða 26
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 180 - 21. september 2008
FerðaFrásøgn
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Tað var so heppið fyri føroyska
ferðalagið, at tað var ein føroy
ingur í Álandi, sum legði vitj
anina til rættis, og sum var við á
vitjanini. Hetta er Maiken Poulsen,
ættað av Strondum, sum í mong
ár hevur arbeitt fyri skiftandi
løgmenn, heilt síðan 1983.
Maiken kennir væl Áland.
Hon hevði eisini eina tíð í 1994
skiftisstarv í Álandi. Hon er fyri
nøkrum fáum árum síðani blivin
gift við einum álendingi og býr í
Álandi.
Skráin var eisini sera áhuga
verd. Fyrra dagin á vitjanini høvdu
hesi framløgur fyrrapartin:
Daniel Dahlén frá Ålands
Handelskammer,
Linnéa Johansson frá
Landskapsregeringens
næringsafdeling
Johnny Mattson frá
arbeiðsgevarafelagnum
Olof Karlsson frá
fiskavirkisfelagnum, fyrrverandi
fiskivinnustjóri
Fredrik Lundberg fyri
fiskiveiðufelagið
Hendrik Lagerberg fyri fakfeløgini
Seinnapartin var vitjað á einum
laksa og fiskavirki. Síðan var
vitjað á Crosskey Bank, og aftaná
tað á Arbeiðsloysiskipanini.
Seinna dagin vóru vitjanir mill
um annað á einum búskaparligum
kanningarstovni, har álendski
føroyaserfrøðingurin Agneta Karls
son hevði framløgu.
Bygdamenning í
verki
Vit hava øll hoyrt um Áland, men
tað er ikki vist, at øll vita so nógv
um hendan oyggjabólkin, sum
liggur nøkulunda mitt millum
Svøríki og Finland. Tað eru bert
fáir tímar við ferju til bæði granna
londini. Tað er so stutt úr Svøríki,
at meginparturin av elektriska
streyminum kemur haðani.
Í Álandi er ikki so høgt sum hjá
okkum. Hægsta punkt 129 metur.
Men hinvegin hava tey nógv fleiri
oyggjar, hólmar og sker, ikki færri
enn 6.757 í tali, og tað búgva fólk
á umleið 60 av teimum. Nógvar
teirra eru samanbundnar við brúm
og byrgingum.
Tað er áhugavert, at fólkatalið
á teimum smærru oyggjunum
hevur hildið stand seinastu árini.
Veruliga er fólkatalið á bygd
økt meira enn í høvuðsstaðnum
síðan 1980. Í Álandi verður
nevniliga førdur ein veruligur
útjaðarapolitikkur, millum ann
að við at elva fólkinum til at
stovna sínar egnu fyritøkur í
egnum heimbygdum. Hetta hevur
eisini givið góð úrslit. 4,5% av
øllum arbeiðsplássum eru í sker
garðinum, og tað er ikki heilt galið
og nógv meira enn hjá okkum.
Tað er gott ferjusamband
oyggjarnar uttan fast samband,
og tað er eisini ókeypis at sigla
við strandferðsluni. Tað verður
bert goldið fyri bilar, og hetta
stuðlar eisini huginum at støðast.
Í 2006 ferðaðust 1 mill. ferðafólk
og ein hálv millión bilar á hesum
rutum. Tað verða eisini brúktar
meira enn 100 mill. kr. árliga til
hesa tænastu.
Sjálvt í skergarðinum er
fólkatalið nærum óbroytt síðan
1970.
Samlaða víddin á Álandi er
1527 ferkilometrar, sum er nakað
tað sama sum Føroyar.
Miðalhitin er 6 hitastig fyri
árið. Hann er frá 3 stig í januar
til + 17 stig í august.
Vildu ikki hava
sjálvstýri
Samlaða íbúgvaratal er um
27.000, sum er munandi lægri enn
hjá okkum. Ein stórur partur býr í
høvuðsstaðnum Mariehamn, har
fólkatalið er 11.000. Tað eru 16
kommunur. Tann minsta, Sottunga,
hevur 130 fólk. Her hevur fólka
talið verið næstan óbroytt síðan
1980. Á bygd búgva 13.000 fólk
og í skergarðinum umframt um
2.000 fólk. Hetta lutfall ikki broytt
stórvegis seinastu árini. Hetta
merkir, at eini 8% búgva í tí, sum
vit kalla útjaðari, har tað í Føroyum
neyvan er 1%. Her hevði kanska
verið nakað hjá føroyingum at
læra, um tað ikki er ov seint!
Áland hevur ein áhugaverda
søgu. Tær vóru upprunaliga
svenskar, men gjørdust í 1634 ein
partur av Finlandi. Tí kom Áland
í 1809 saman við Finlandi undir
Rusland.
Tá ið russiska zardømið fall
í 1917, var ein fundur millum
allar kommunur í Álandi. Tá var
samtykt at krevja sameining við
Svøríki. Sama ár gjørdist Finland
leyst av Ruslandi og Áland fylgdi
við.
Við eini fólkaatkvøðu í 1919
ynsktu 95% av fólkinum at gerast
ein partur av Svøríki. Men hesum
ynski hevði finska stjórnin ikki
hug til at eftirlíka. Hon vildi kortini
geva teimum nakað av sjálvstýri.
Ein sjálvstýrislóg varð samtykt av
finska ríkisdegnum í 1920, men
hon var havnað av álendingum.
Málið varð lagt fyri Nationer
nes Forbund, sum kom undan ST.
Her var gjørd ein neyðsemja, har
allir partar fingu nakað. Svøríki
hevði nú heldur ikki tann stóra
áhugan fyri at fáa eitt stríð um
Áland. Skipanin gjørdist, at
Áland kom framvegis at hoyra
til Finland, men Finland mátti
plikta seg til at varðveita svenska
málið og mentanina hjá Álandi.
Hetta var gjørt sum ískoyti til
sjálvstýrislógina frá 1920. Gjørd
varð ein avtala millum Svøríki
og Finland um, hvussu hesar
treytir skuldu umsitast. Eisini
skuldi Áland vera uttanveltað
og vápnaleyst. Hetta merkir
framvegis, at herskip skulu halda
seg uttanfyri álendskar havn
ir. Áland fekk eisini sítt egna
ting, løgting eins hjá okkum, og
fyrsta løgtingsval var í 1922.
Nývalda løgtingið kom saman
fyrstu ferð 9. juni sama ár, og
verður hesin dagur roknaður sum
sjálvstýrisdagur Álands. Seinni er
sjálvstýrisskipanin endurskoðað
fleiri ferðir. Áland kom saman við
Føroyar í Norðurlandaráðið í 1970.
Áland fekk egið flagg í 1954 og
egin frímerki í 1984. Teir láta væl
at sølunu til frímerkjasavnarar.
Fleiri og fleiri fødd
uttanfyri Áland
Bert 70% av fólkinum eru fødd
í Álandi, og hetta talið er í mink
ing, 20% eru fødd í Finlandi
og 6% í Svøríki. Orsøkin er ein
gjøgnumtrekkur vestureftir, álend
ingar flyta til Svøríkis, meðan
finnlendingar flyta til Álands. Men
henda blandaða samansetingin er
eisini eitt úrslit av, at tað verður
gjørt eitt stórt arbeiði fyri at fáa
FAS skipan eigur
Í døgunum 9-12. september var stýrið fyri ALS
á eini kunningarferð í Álandi. Her fekk stýrið
eina góða kunning um álendska samfelagið,
arbeiðsmarknaðin og arbeiðsloysisskipan. Í
tveimum greinum verður greitt frá tí, sum fekst
burturúr ferðini
Her hittast fýra stórar fergur í havnini í Marieham
í upprunalíki. Henda fýramastraða barkin er ímyn
Kort av Álandi. Her eru meira enn 6.000 oyggjar. Fólk býr á 65 teirra