Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-19, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. september 2008síða 26

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Góð ferðamál í Tailandi Phuket Phuket er størsta og mest vitjaða oyggin í landinum. Kendastu strendurnar liggja á vestursíðuni og eita Karon, Kata og Patong Beach. Eisini eru minni vitjaðar strendur at finna á oynni. Á Phuket er eisini ein stórur altjóða flogvøllur. Krabi Sera vakurt øki á fastlandinum. Nógvir kendir filmar eru spældir inn her, millum annað “The Beach” við Leonardo Di Caprio. Kendastu strendurnar eru Aonang Beach og Railay Beach. Beinleiðis flogrutur eru til Krabi. Koh Lanta Koh Lanta oyggin liggur í Krabi landslutinum. Oyggin er lítil, men sera vælumtókt millum norðbúgvar. Eitt nú eru tveir svenskir skúlar við barnagørðum á oynni. Hua Hin Fyri tey, sum bæði ynskja stórbýarlív, sól og baðistrendur, er Hua Hin eitt gott val. Hua Hin er eitt gamalt, kent ferðamál, har millum annað tailendski kongurin heldur feriu. Býurin liggur nær Bangkok, so til ber at byrja ferðina har, áðrenn leiðin gongur víðari til Hua Hin. Minnist til hetta áðrenn tit fara • Koppseting: Um tit bert skulu vera í Tailandi í fáar vikur, er nóg mikið við koppseting móti gulsótt til. Um tit eisini ætla tykkum at ferðast runt í landinum, mugu tit eisini hava malariafyribyrgjandi evni. • Pass: Passið skal vera galdandi í seks mánaðir frá tí degi, tit koma til Tailands. • Visum: Norðbúgvar kunnu vera í Tailandi í 30 dagar uttan visum. • Ferðatrygging: Syrgið fyri góðari ferðatrygging. Tosið við tryggingar- felagið, áðrenn tit fara avstað. • Sólin: Sólin er sera sterk í Tailandi. Brúkið sólkrem við verju 30-40 og smyrjið tykkum inn fleiri ferðir um dagin. • Búkurin: Sum í øllum tropiskum londum er vandi móti búkilsku. Ein flótandi koppseting fæst móti búkilsku, og eisini ber til at taka asidofilustablettir hvønn dag á ferðini. Bestu ráðini eru tó at vaska hendurnar væl og ofta, og ikki eta ráan mat og ókókað vatn. Ikki drekka vatnið í krananum. "ANGKOK 0HUKET +RABI +OH,ANTA (UA(IN