fríggjadagur 19. september 2008síða 27
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 180 - 21. september 2008
27
lívið í Álandi
fólk at flyta til Álands, eitt nú í
samstarvi við arbeiðsmarknaðar
skipanina við átøkum sum kunnu
síggjast á heimasíðuni www.
komhem.nu. Dyrgt verður eisini
eftir álendingum í útlegd at koma
heima aftur. Bert ein brotspartur
av teimum lesandi kemur aftur til
Álands. Trupulleikin er sum hjá
okkum. Nógv av teimum ungu fara
til Svøríki at lesa og eru trek at
koma aftur.
92% av fólkinum hava svenskt
sum móðurmál, meðan 5% hava
finskt. Finskt er valfrítt í skúl
anum, tí duga tey ikki finskt eins
væl og vit duga danskt.
Lítið av fiski
Fiskiveiða telur ikki nógv, bert 1%
av bruttotjóðarinntøkuni. Saml
aða veiða er um 5.000 t ella 12%
av okkara veiðu. Tað er mest
strømning, eitt sildaslag, sum
verður veitt.
Men hóast hetta hevur
fiskivinnan stóran týdning úti
um landið. Tað eru bygdir, har
4050% av inntøkuni kemur frá
fiskivinnuni.
Tað eru 5600 fólk, sum ar
beiða í fiskivinnuni beinleiðis
og óbeinleiðis. Tað eru um 300
bátar. Vit teimum flestu er bert
ein maður.
Annars hava teir eisini aling,
og gevur hetta umleið 4.000
tons árliga, fyrst og fremst síl.
Vit vitjaðu eisini eitt virki, sum
mest virkaðaði ald síl, men eisini
innkeyptan fisk úr Noregi og fisk
frá fiskibátum. Her vóru síl roykt
og pakkað í portiónir og síl vóru
eisini marinerað.
FAS skipan, sum
gevur úrslit
Áland hevur altíð uppá seg verið
ein stór sjóvinnutjóð. Sera kendur
er tann stóri reiðarin Gustav Erik
son, sum maður Maiken er í ætt
við. Hann áttu upp til 50 seglhand
ilsskip, sum sigldu um allan heimin.
Tað seinasta av hesum seglskipum,
stálskipið Pommern, liggur í havnini
í Mariehamn sum eitt museumskip.
Hetta hevur eisini verið ein rættulig
skúta. Hon tók ikki færri enn 4.000
tons. Manningartalið var eini 25 á
hvørjum skipi.
Áland hevur framvegis ein
stóran handilsflota, og er hann
59 skip. Av hesum eru 42 undir
finskum flaggi.
Tann stóri flotin er tó fergurnar
sum sigla til Finlands, Tallin og
Svøríki. Við teimum sigla ikki
færri enn 2 mill ferðafólk árliga,
og hetta tal er tvífaldað síðan
1980.
Viking reiðaríið er eitt av teim
um stóru í hesi sigling. Tað hoyrir
heima í Álandi. Hetta er eitt stórt
arbeiðspláss við meira enn 3000
fólkum í starvi, herav eru 700 úr
Álandi. Umframt eru nógvir finnar
og svenskarar við hesum skipum.
Upprunaliga grundarlagið fyri
hesi sigling vóru allir teir finnar,
sum vóru fluttir til Svøríki fyrr í
øldini. Teir kundu á hendan hátt
lættliga koma til Finlands at
ferðast. Seinni fingu teir brúk
fyri at ferðast við bili, og tá komu
bilfergurnar.
Eisini tax-free
Grundarlagið fyri hesi sigling er nú
”taxfree”, t.v.s. søla av tollfríum
vørum. Hetta er veruliga ikki loyvt
sambært ES reglunum, men her
fekst undantaksloyvi frá ES at vera
uttanfyri tolluniónina við einum
serligum Ålandsprotokollati, tá ið
Svøríki og Finland blivu limir í ES.
Hetta undantak er tó bert galdandi
fyri sigling til og úr Álandi. Hetta
merkir, at tær ferjur, sum annars
skuldu farið beinleiðis millum
Svøríki og Finland, leggja at í
Álandi einar 15 minuttir, áðrenn
tær fara víðari. Hetta merkir einar
30 ferjuatleggingar um samdøgrið.
Hóast hetta gongur væl og
gevur nógv av sær, so gongur tað
ikki uttan studning, so ella so.
Skipini eru nevniliga undir eini
FAS líkandi skipan, har reiðarin
fær goldið allan skattin hjá
sjófólkunum.
Hóast hetta verður sagt, at
flotin er alt ov gamal, ti hann ikki
hevur ráð til at endurnýggja seg.
Skipini gjalda í dag vanligan
skatt av avlopinum. Men her
eru eisini ætlanir um broyting
ar. Í staðin fyri vanligan parta
felagsskatt skal gjaldast ein
sokallaður tonnaguskattur. Hann
verður eitt slag av avgjaldi fyri
skipini í mun til støddina og uttan
mun til avlopið. Hetta skuldi
eggja reiðarunum enn meira at
fáa vinning og skuldi givið betri
ráð til at endurnýggja flotan.
Sjóvinnan gevur nógv arbeiðs
pláss. Ein stór inntøkukelda hjá
tí almenna er skattur á spæli
automatum. Hesar eru serliga
umborð á ferjunum, men eisini á
casino á hotellum. Tað seinasta er
eisini, at hesi spøl eru á alnótini.
Hesi spøl geva meira enn 100 mill
krónur árliga í avlopi. Tær koma
tó ikki á álendsku fíggjarlógina,
men peningurin verður býttur út til
almennnyttug endamál.
Lítil vanlig
ferðafólkavinna
Hóast stóru ferðafólkatølini frá
hesum skipum, so verður sagt, at
vanlig ferðafólkavinna, tá ið fólk
gista í landi, ikki verður roknað
fyri at hava stóran týdning, og
hon er enntá minkandi. Ferða
fólkatalið er kortini góð 200.000,
sum er nógv størri enn hjá okkum.
Tey gista í miðal tvær nætur. Tað
skal eisini sigast, at takkað verið
tollfríu søluni kostar tað nærum
einki at koma til Álands, bert um
kr. 100 við ferju og bussi aftur og
fram. Í so máta eru teir nógv betri
fyri enn Føroyar. Marknaðurin
kemur til Álands, meðan Føroyar
mugu út til marknaðin.
Áland er størsti súreplafram
leiðari í Finnlandi við súrepla
plantagum og framleiðslu av
súrepladjús, víni og súrepla
snapsi. Her eru eisini serligar
eplaveltur til framleiðslu av Taffel
chips, sum er framleitt í Álandi.
Eisini er hátøkniframleiðsla av
medisinskari útgerð sum plastikrør
til ymisk læknalig endamál. Tað
verður eisini strembað eftir, at
Áland skal vera leiðandi innan
IT økið í Eystursjónum. Teir
hava eisini vaksandi banka og
tryggingarvirksemi. Áland er í
menning frá tænastusamfelag til
kompetansusamfelag. Tað er ikki
so løgið, at teir hava hægst BRT í
norðanlondum eftir Noreg
Arbeiðsmarknaðurin er annars
skipaður soleiðis, at tey flestu
arbeiða í smáum fyritøkum,
ofta eru tað einmannsfyritøkur.
Tilsamans eru 2.000 fyritøkur.
Bert 20 fyritøkur hava meira enn
50 fólk í starvi.
Fakfeløgini finsk
Arbeiðsloysið liggur um 2%, og
er hetta lágt. Arbeiðsmarknaðurin
er í stóran mun felags við tí
finska, soleiðis at sáttmálar
verða gjørdur millum finsku
fak og arbeiðsgevarafeløgini,
og eru hesir sáttmálar eisini
galdandi fyri Áland. Tað eru tó
onkrir álendskir starvsbólkar, sum
kunnu gera beinleiðis sáttmálar
við sínar álendsku mótpartar.
Her er talan um starvsfólk
hjá tí almenna, postfólk og
sjúkrasystrar
Finsku fakfeløgini verða
umboðað í Álandi av Hendrik
Lagerberg, sum hevði framløgu
fyri ALSstýrinum. Hann umboðar
níggju finsk fakfeløg í Álandi
og hevur eisini eina skrivstovu
mitt í Mariehamn. Skipanin er
tann, at finsku feløgini hava
lokalfeløg í Álandi. Eitt av hesum
eru sjómannasambandið. Tað eru
um 700 álendskir limir í deildini
í Álandi, men samlaða limatalið
er 1.200. Hvussu kann hetta bera
til? Jú, í Finlandi er ein minniluti
av finlandssvenskarum, sum
hava svenskt sum fyrsta mál. Teir
umboða eini 6% av samlaða fólka
talinum í Finlandi, og eru tískil um
300.000 í tali. Nógvir teirra búgva í
trimum økjum við vesturstrondina í
Finlandi. Ein partur av hesum bólki
dugur ikki so væl finskt og tað eru
eisini tey, sum als ikki duga finskt.
Tí vilja teir vera í eini deild, har
svenskt er høvuðsmálið, og tað
finna tey í Álandi.
Var inni á skrivstouni hjá
Hendrik Lagerberg. Vit hava hitst
fyrr í fakfelagshøpi. Hann dugdi
væl at greiða frá. Hann er eisini
kelda til hesar greinir. Hann
sigur, at ætlanin er nú at víðka
fergusiglingina til St. Pætursburg
í Russlandi, har tað uttan iva eru
góðir møguleikar.
Hann greiðir eisini frá, at oljan
er ein so tyngjandi útreiðsla,
at Viking Line nú arbeiðir við
ætlanum um at kunna nýta
segl til síni skip sum ískoyti
til maskinurnar. Tað verður
spennandi at frætta frá hesum
ætlanum.
Hús og bilar
61% av fólkinum býr í egnum
húsum, og er hetta munandi
minni enn í Føroyum. Stórur part
ur av fólkinum býr í íbúðarblokk
um, sum tey leiga frá almennum
íbúðarsamtøkum.
Tað er um 15.000 persónbilar
á Álandi, og er hetta nakað tað
sama sum í Føroyum, hóast nógv
lægri fólkatal. Hetta kemur av, at
Áland er eitt transitland.
Seinni partur
Seinni partur av hesi grein
kemur um eina viku. Tá verður
greitt frá, at snús í Álandi er
ein hóttan móti ES!
mn. Aftast í myndini sæst Pommern, bygt í 1903, heimins elsta seglskib, sum er varðveitt
ndin av álendskari sjóvinnu