fríggjadagur 19. september 2008síða 34
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 180 - 19. september 2008
tíðindi
Ta seinastu tíðina
hava Kina og
Russland fingið
alt størri ávirkan
á arbeiðið í ST, og
í dag eru tað tey
bæði stórveldini,
sum sita við róðrið
í trygdarráðnum.
Tað kemur ikki óvart
á fyrrverandi vara
aðalskrivaran Jan
Egeland
Útlond
Árni Joensen:
arni@sosialurin.fo
Fyri
nøkrum
mánaðum
síðani settu ES-londini og
onnur lond í Evropa sær
fyri
at
hjálpa
teimum
hundraðtúsundtals fólkun-
um, sum liðu neyð eftir
eina óvanliga ringa meldu-
ródn í Burma. Men hjálpin
fór ongantíð avstað, tí í
trygdarráðnum hjá ST settu
Russland og Kina seg upp
ímóti ætlanini við at nýta
sýtingarrættin. Tað sama
hendi, tá Evropa ætlaði at
veita teimum neyðstøddu í
sudanska
landspartinum
Darfur hjálp. Heldur ikki
hednan hjálpin kom vegin
fram, og enn eina ferð vóru
tað Kina og Russland, sum
lóu í buktini.
Tá tað snýr seg um ST og
arbeiðið har, eru ES-londini
í einari kreppu. Russland
og Kina seta altsamt størri
dám á dagsskránna hjá
heimafelagsskapinum,
og
ES-londini tapa alt fleiri og
fleiri atkvøðugreiðslur, tá
støða skal takast til ymsar
spurningar
um
altjóða
mannarættindi.
Hesi lítið hugaligu tíðind-
ini eru úr einari nýggjari
frágreiðing hjá ECFR -
European Council on For-
eign Relations, og tær
døpru niðurstøðurnar koma
ikki óvart á fyrrverandi
norska ST-varaaðalskrivar-
an Jan Egeland, ið sum vara-
aðalskrivari hevði ábyrgdina
av mannarættindaviðurskift
um og at samskipa neyð-
hjálpartiltøk.
-Nei, tað kemur ikki óvart
é meg, sigur Jan Egeland,
sum nú er stjóri á uttanríkis-
politiska stovninum í Oslo,
NUPI.
Fáa størri undirtøku
Richard Gowan og Franziska
Brantner, sum hava skrivað
frágreiðingina hjá European
Council on Foreign Relan-
tions, siga, at samstundis
sum ES-londini javnan gera
vart við, hvussu stóran dent
tey leggja á ST sum eitt
týdningarmikið
amboð
í
altjóða arbeiði, eru tað í dag
Russland, Kina og teirra
sameindu, sum mynda ST.
Tey vísa á, at tey seinastu
tíggju árini ella so hevur ES
mist tann fasta stuðulin,
sum samveldið fekk frá 41
londum til seinast í nítiáru-
num. Eitt nú skriva tey, at
fyrr tóku umleið 70 prosent
av limalondunum í ST und-
ir við teimum hugsjónum,
sum ES hevur um manna-
rættindi. Í dag eru tað
umleið 50 prosent, sum
styðja tær evropeisku hug-
sjónirnar.
Um somu tíð hava tilsvar-
andi fleiri lond valt at styðja
tey sjónarmið, sum Kina og
Russland hava í ymsum
viðurskiftum. Sum dømi
nevna Richard Gowan og
Franziska Brantner, at á
seinasta ST-aðalfundi fingu
mannarættindahugsjónir-
nar hjá Russlandi og Kina
undirtøku frá ávikavist 76
og 74 prosentum av lima-
londunum.
Evropa má lúta
Hendan gongdin gjørdist
serliga sjónlig fyrr í ár, tá
ES-londini royndu at fáa
ST
at
hjálpa
teimum
hundraðtúsundtals
neyð-
støddu eftir melduródnina í
Burma, og tá tey evropeisku
londini royndu at fáa ST at
ávirka viðurskiftini í Zim-
babwe. Men hóast fleiri
royndir eydnaðist tað ikki
ES at fáa meiriluta fyri ein-
ari samtykt í trygdarráð-
num.
Tað,
sum
hendi
við
Burma og Zimbabwe, er
ikki tann einasti og minni
enn so tann fyrsti ósigurin
hjá Evropa í dystinum við
Kina og Russland á ST-
høvuðsborgini í New York.
Í frágreiðingini hjá ECFR
verður bert víst á Kosovo
og Darfur sum tvey onnur
dømi um, at Evropa hevur
verið noytt at lúta fyri Kina,
Russlandi og teirra sam-
eindu.
Um orsøkin til gongdina
skriva Gowan og Brantner,
at hon kemst av geopolit-
iskum broytingum, og tey
leggja ikki fingrarnar ímill-
um, men siga, at ES hevur
ligið sjóvarfallið av sær og
hevur medvirkað til sína
egnu afturgongd. Eitt nú
halda tey, at ES-londini
hava lagt ov lítlan dent á at
byggja brýr til onnur lond,
men hava heldur vent eygu-
num ímóti sær sjálvum. Í
hesum viðfangi nevna tey,
at ES-londini halda meiri
enn eitt túsund innanhýsis
samskipanarfundir í New
York um árið - heldur enn
at tosa við onnmur.
- Kann Evropa ikki vinna
sær stuðul í ST fyri altjóða
tiltøkum til frama fyri
mannarættindini, kann tað
enda við, at ES tapir stríðið
fyri tí týdningarmesta evni-
num, sum altjóða politikkur
yvirhøvur snýr seg um,
stendur í ECFR-frágreið-
ingini.
Lítið fyri stuðulin
Teir
báðir
høvundarnir
skriva, at hetta er serliga
viðkomandi í teimum før-
um, har Evropa hevur
ábyrgd av at forða fólka-
morði og øðrum umfatandi
ræðuleikum, har líkasæla
kann hava óhugnaligar av-
leiðingar.
Frágreiðingin ger vart
við, at ávirkanin hjá ES og
Evropa er minkandi, sjálvt
um londini lata heimafelags-
skapinum stóran fíggjar-
ligan styrk. Samanlagt eru
ES-londini
tann
størsti
fíggjarligi stuðulin hjá ST,
og í 2010 fara londini í
samveldinum at brúka einar
75 milliardir krónur til virk-
semið hjá ST.
- Men hóast tann stóra
týdningin fyri heimafelags-
skapin hevur ES verið fyri
einum ósigri fyri og øðrum
eftir í trygdarráðnum, á
aðalfundinum og í manna-
rættindanevndini, stendur í
frágreiðingini.
Samanseting frá 1945
Jan Egeland heldur, at
gongdin við teirri evrope-
isku ávirkanini á ST er bara
ein mynd av, hvussu heim-
urin er broyttur, og at alsamt
fleiri lond gera vart við seg
á altjóða pallinum, bæði
politiskt og búskaparliga.
Tað er heldur ikki bara
Evropa, sum hevur mist
ávirkan og vald í hesum
sama meldrinum, tí tað hev-
ur USA eisini, sigur fyrr-
verandi
varaaðalskrivarin
við Aftenposten.
- Tað einasta staðið, sum
framvegis ikki hevur varn-
ast, at heimurin er broyttur,
er í ST-trygdarráðnum, sum
enn tann dag í dag er sam-
ansett, eins og tað bleiv sett
saman í 1945. Eitt nú hava
hvørki Japan ella India sæti
har, sjálvt um Japan er tað
landið, sum rindar mest til
ST, og sjálvt um India skjótt
verður heimsins fólkaríkasta
land, sigur Jan Egeland.
Fyrrverandi
varaaðal-
skrivarin sigur, at sum
evropear noyðast vit at
skilja og ásanna, at vit hava
ikki ta stóru politisku og
sosialu ávirkanina longur.
Samstundis eiga vit at
krevja, at lond sum Kina,
India, Brasil, Suðurafrika
og Nigeria átaka sær ein
størri part av fleirtjóða
skyldunum., tí í dag eru
hesi londini millum heim-
sins stórveldi.
Jan Egeland sigur, at í
dag hevur Russland ikki
stóra ávirkan á viðurskifti
aðrastaðni enn í sínum egna
grannalagi. Harafturímóti
hava bæði Kina og India
stóra ávirkan í Afrika, men
hann heldur, at tað ber til at
ávirka teirra hugsan.
(Keldur: Aftenposten, NRK)
Nú ráða Kina og Russland í ST
Samansetingin í ST-trygdarráðnum er tann sama sum í 1945, hóast heimurin er nógv broyttur (Mynd: Polfoto)
Sum varaaðalskrivari í ST
hevði Jan Egeland ábyrgd
av at samskipa neyðhjálp
(Mynd: Polfoto)
ST fær einki gjørt í Darfur, tí Kina vil ikki orsakað av sínum
búskaparligu áhugamálum í Sudan (Mynd: Polfoto)