fríggjadagur 19. september 2008síða 34
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Vit busta tenn við teimum, lata okkum í tey og seta okkum á tey.
Kendu vørumerkini eru allastaðni kring okkum.
Men hvat vita vit um tey?
Rákið fór aftur í søguna og kannaði, hvør byrjaði hvar, og hvussu tey komu inn í okkara lív.
Søgurnar handan
Hennes&Mauritz, ella H&M, sum
vit eisini kenna tað, er ein tann
størsta klædnaketan í heiminum.
Hennes&Maurits byrjaði sum
Hennes í býnum VæsterÚs í
Svøríki. çrið var 1947, og Erling
Persson, ið setti fyritøkuna á stovn,
hevði verið eina ferð í USA, har
hann hevði fingið íblástur til at
selja bílig konufólkaklæðir.
Longu í 1960-unum vóru Hennes-
handlar at finna í øllum Svøríki, og
1967 kom fyrsti handilin til
Danmarkar.
Erling Persson vildi fegin hava
fleiri handlar í svenska
høvuðsstaðnum. Tí bað hann
handilsmannin Mauritz Widforss
um at koma uppí við handli sínum,
og broyttist navnið tá til
Hennes&Mauritz. Handilin fór tá
eisini undir at selja harra- og
barnaklæðir.
1982 tók sonur Erling Persson,
Stefan Persson, við leiðsluni, og
hann helt fram við at seta á stovn
nýggjar Hennes&Mauritz handlar í
øllum Evropa. Í 2000 lat fyrsti H&M
upp í USA.
Tað gongur gott hjá H&M, so
sambært amerikanska blaðnum
Forbes er Stefan Persson 17.
ríkasta fólk í heiminum.
Hennes&Mauritz
Jacqueline Kennedy,
fyrrverandi forsætisráð-
harrafrúa í USA, lærdi
umheimin at elska stóru og
litføgru finsku mynstrini frá
Marimekko.
Hjúnini Viljjo og Armi Ratia
løgdu fyri við virkseminum í
1949, tá ið tey gjørdu voksdúkar
og litríkt klæði. Nøkur ár seinni
framleiddu tey fyrstu
klædnakollektiónina. Men ikki
fyrr enn í 1960 fekk heimurin av
sonnum eyguni upp fyri
Marimekko.
USA var inni í einum
spennandi valstríði um
forsetasessin, og pressan hevði
eyguni við hvørjum fetið hjá
Jacqueline Kennedy.
Tá hon fór út at shoppa og
kom fullfermd heimaftur við
sjey Marimekkofrakkum, var
hetta høvuðssøga í 400
amerikanskum bløðum.
Næstan 50 ár aftaná
týdningarmikla shoppingtúrin,
er Marimekko enn eitt sera kent
merkið, sum millum annað
samstarvar við H&M og
skógvadesignaran Manolo
Blahnik.
Marimekko
The Body Shop í SMS hevur fleiri
systrar um allan heimin: Heilar
2.400 í 61 ymiskum londum.
Fyrsti The Body Shop handilin lat
upp í Brigton í Onglandi í 1976.
Anita Roddick fekk hugskotið til
handilin, sum skuldi selja vørur, ið
ikki vórðu royndar á djórum,
áðrenn tær fóru í handilin.
Gjøgnum vørurnar ynskti hon eisini
at ávirka og læra viðskiftafólkini at
hugsa um, hvat tey keyptu.
Fleiri handlar lótu upp, bæði í
Onglandi og uttanlands, og Anita
Roddick royndi tí av øllum alvi at
lata handlarnar ávirka
umhvørvismál av ymsum slag.
Millum annað samstarvaði hon við
Greenpeace fyri at fáa í lag eitt
bann móti hvalaveiðu.
Í 2006 yvirtók L'Oreal The Body
Shop fyri 130 milliónir pund.
The Body Shop
1954 var árið, tá ið David Edgerton og Jim
McLamore fóru undir at steikja
hamburgarar til svangar amerikumenn.
Lítið gáaðu teir tá um, at lítla matstova í
Miami 40 ár seinni skuldi gerast
arbeiðspláss hjá 300.000 fólkum kring
allan heimin.
Ein av orsøkunum til hesa framgongd
var “Wopparin”, sum við síni
samanseting var nakað heilt nýtt á
amerikanska marknaðinum.
Boðskapurin “Have it your way” stavar
frá 1974, og aftanfyri hendan setningin
liggur ein boðskapur um, at til ber at fáa
burgaran júst soleiðis sum tú ynskir tær
hann!
Í 1975 lat fyrsta Burger King matstovan
upp í Evropa, og í dag eru ikki færri enn
11.000 matstovur um allan heimin.
Í 1806 kom bretin Robert Colgate í land í USA. Sonur
hansara, 23 ára gamli William, fór tá undir at gera
sápu úr pálma- og olivinolju, ið síðan gjørdist
heimskenda Palmolive sápan, sum vit brúka enn í
dag.
Í 1877 framleiddu teir fyrsta tannkremið. Men tað
skuldi latast í tubur áðrenn tað varð roknað sum
luksus hjá teimum ríku.
Í 1910 fingu allir skúlar tannkrem til børnini, so tey
kundu læra at busta tenn.
Í dag er Colgate ikki bara sápa og tannkrem, men
fyritøkan eigur eisini merkini Ajax og Softlan, sum
fáa heim og klæðir at skína.
Burger King
Colgate
a
a
a
a
a
Lagt til rættis: Inna Tørnroos Myndir: Fyritøkurnar sjálvar