fríggjadagur 19. september 2008síða 35
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Einki annað enn
sigrar kunnu
brúkast, nú Skála
skal bjarga sær upp
um niðurflytingar
strikuna
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Trý stig eru upp til næstu
liðini, og annað av hesum
fær heilt víst stig um
vikuskiftið.
Tey bæði fyrstu árini,
sum Skála var í bestu før
oysku deildini, megnaði lið
ið á mest sum ótrúligan hátt
at vinna seg upp um niður
flytingarstrikuna
seinastu
umførini. Í báðum førum
við trimum sigrum á rað.
Og sum fortreytirnar eru
í dag, noyðist Skála skjótt
aftur at gera ein Skála. Og
byrjar hesin ikki nú, verður
mest sum vónleyst at lyfta
seg tvey pláss upp á stiga
talvuni, har KÍ og B71 eru
liðini, sum vinnast skal á.
Hesa ferð er mótstøðuliðið
B68, sum hevur verið sera
væl koyrandi síðani summ
arsteðgin. Hinvegin kann
hugsast, at toftamenn ikki
eru heilt so topptunaðir,
sum teir hava verið seinastu
vikurnar, nú teir mest sum
við vissu hava rokkið máli
num um halda sessinum í
deildini.
Tað hevur Skála so langt
ífrá, men tað telur rætta
vegin, at teir hava allar
mans tøkar til dystin.
Tað hevur B68 eisini.
Eisini
Jóhan
Símun
Edmundsson,
sum
fyrst
keikti sær fótin og síðani
breyt sær nøsina. Hartil
hevur Bill McLoud Jacob
sen eisini møguleika at hjava
senegalesiska Landing við í
hópinum. Hesin hevur als
ikki spælt í landskappingini,
tí hann varð álvarsliga skadd
ur longu í venjingardysti
undan kappingarbyrjan.
Runavíkingar kunnu
lyfta seg upp aftur á
silvurplássið, men tað
krevur trý stig, tá eitt
skert B36lið kemur á
vitjan við Løkin
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Í fjør var talan um gullbrak,
tá B36 vitjaði við Løkin. Í
so máta verður talan neyvan
um nakra endurtøku, nú
munurin upp til oddin er
somikið stórur. Men ein
dystur um silvurið er heldur
ikki at forkastað, og tað er
alt, sum bendir á, at so
verður.
Trýstið er serliga á NSÍ í
so máta, og har eru allir
mans tøkir til uppgávuna.
Einasta ivamáli er Einar
Hansen, sum spakuliga er
við at koma fyri seg, eftir at
hann varð skaddur fyri
nøkrum vikum síðani.
Hinvegin er verri statt hjá
B36. Eins og hjá Víkingi,
so bíða tey í B36 eftir,
hvørja støðu Aganevndin í
dag
fráboðar
um
eitt
møguligt
leikbann
til
Herbert í Lon Jacobsen.
Hartil er Jákup á Borg
leikbannaður, eftir at hann
móti KÍ fekk sítt fimta gula
kort í ár, og á skaðalistanum
eru Bergur Midjord og Ingi
Højsted, og roknað verður
ikki við, at nakar teirra er
tøkur sunnudagin.
Tí bendir alt á ein dyst,
har B36 verður varið í út
gangsstøðinum, meðan tað
verður uppgávan hjá NSÍ at
skapa dystin.
AB aftur
í odda
braki
Hesa ferð skulu
argjamenn á vitjan
í Vági, har VB/
Sumba bert hevur
hálviksað eina ferð
í ár
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Oddastríðið í næst bestu
mansdeildini hevur alt
kappingarárið
staðið
millum VB/Sumba, AB
og 07 Vestur, og enn er
munurin teirra millum
sera lítil.
Hesa ferð er odda
dystur í Vági, har AB
kemur á vitjan. Fyrr í
ár vann VB/Sumba upp
gerðina við einum máli
móti ongum, og yvir
høvur hava mótstøðu
liðini havt tað sera
trupult vesturi á Eiði
num, har bert HB við
einum
málleysum
javnleiki hevur fingið
nakað burturúr.
Tí skal VB/Sumba
kanska roknast sum
lítil favorittur undan
dystinum,
sum
væl
kann gera av, hvat av
liðunum
skal
spæla
Formulabólt komandi
kappingarár. Og ikki
minst kann dysturin
skapa eitt gott útgangs
støði fyri VB/Sumba,
sum eisini eigur enn
eina vitjan frá 07 Vestri
til góðar.
07 Vestur er stórfavo
rittur, tá teir á heimavølli
taka ímóti EB/Streymi,
og tí verður vágaliðið
eftir øllum at døma aftur
á uppflytaraplássi, tá
vikuskiftið er av.
Í botninum kunnu
NSÍ ella B68 veruliga
skræða seg frá niður
flytingarvanda, tá tey
hittast í Runavík.
Skála-B68:
Skála má gera ein Skála
NSÍ-B36:
Silvurdystur við Løkin
B36 vann seg seinasta
vikuskiftið fram um NSÍ
og upp á silvurplássið.
Setningurin nú er at
halda fast um hesa støðu
Skála hevur verið í tungum sjógvi í alt ár. Ein sigur er
tvingandi neyðugur sunnudagin, um bjargingin enn
skal hómast
Nr. 180 - 19. september 2008