fríggjadagur 19. september 2008síða 35
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
tey kendu merkini
I og K í IKEA koma frá fremstu
stavunum í navninum á
stovnaranum, Ingvard Kamprad,
sum framvegis er drívmegin
handan eitt av heimsins størstu
møblaævintýrum.
Hinir stavirnir, E og A, stava frá
nøvnunum Elmtaryd og Agunna-
ryd, sum eru nøvnini á bónda-
garðinum, har stovnarin vaks upp,
og á bygdini, har hann búði sum
barn.
Ingvar Kamprad byrjaði í 1943 at
selja klokkur, rammur, pennar og
nylonsokkar - lutir, sum vóru
kostnaðarmiklir undir krígnum,
men, sum hann seldi bíliga. Fimm
ár seinni seldi hann fyrstu møb-
larnar, sum hann hevði fingið
menn í bygdini at smíða fyri seg.
Fløtu pakkarnir frá IKEA sóu
fyrstu ferð dagsins ljós í 1956. Frá
nú av skuldi kundin sjálvur skrúva
lutirnar saman. Frá 1960 gekk tað
skjótt framá hjá IKEA, vøruhús lótu
upp bæði í Svøríki og uttanlands,
og nú í 2008 eru fleiri enn 200 IKEA
vøruhús um allan heimin.
IKEA
a