Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-19, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. september 2008síða 36

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Fleiri ferðir nær við Enn stendur 1. deildarfótbóltur ikki á KÍ visitt­ kortinum. Tað er møguligt, at hetta verður veruleiki, tá klaksvíkingar leygardagin 25. oktober eftir 27. umfar fara úr Gøtu. Fleiri ferðir seinastu tjúgu árini hevur tað verið tætt við: Í 1988 var fyrsta árið við tíggju liðum í bestu deildini og tveimum niðurflytarum. NSÍ og TB fluttu niður við 14 stigum. KÍ var nummar átta við 15 stigum. Tað verður enn tikið til dramatiska endan, tá ið NSÍ í síðsta umfari tapti 2­1 í Klaksvík. Bólturin brast í síðstu sekundunum í tvørtræið aftanfyri KÍ málverjan. Hevði bólturin verið hálvanannan sentimetur lægri, so hevði KÍ í 1989 spælt í næstbestu deildini! Í 1995 hilnaðist tað illa eftir summarsteðgin, og KÍ var um reppið at enda á næstaftasta plássi og harvið at skula spæla um plássið í bestu deildini. Púra óvæntað eydnaðist tað í næstsíðsta umfari at vinna heimadystin ímóti HB 2­0, og so var sloppið undan niðurflytingarhóttanini. Í 2005 stóð aftur heilt illa til. Ta ferðina varð Ove Flindt Bjerg skiftur út sum venjari, og við 25 stigum eydnaðist tað at sleppa undan niðurflytingini. TB flutti niður við 22 stigum, og GÍ, sum hevði 23 stig, bjargaði eftir endaspæl ímóti B71 sær sessin í bestu deildini. VB endaði við 24 stigum. -mørk Roynt tað tríggjar ferðir Søgan hjá B71 í bestu fótbóltsdeildini gongur aftur til 1989, tá ið sandoyingar við buldur og brak trinu inn í bestu deildina, sum teir vunnu. Enntá uttan at tapa nakran dyst yvirhøvur! Árið eftir hilnaðist tað so mikið illa, at B71 flutti niður. Í 1991 flutti B71 upp aftur í bestu deildina, og har var B71 við inntil í 1997, tá ið tað aftur endaði við niðurflyting. Steðgurin í næstbestu deildini var aftur hesa ferð bara eitt ár. B71 var aftur í fremstu røð í 1999, og í 2001 vísti elevatorurin aftur niður. Ta ferðina eftir taptan upp­ og niðurflytingardyst móti Skála. Hesa ferð var steðgurin í næstbestu deildini fram til 2006. Tá flutti B71 upp, og síðani hava sandoyingar verið í bestu deildini. Í 1990 var talan um væl samanspælt lið, sum ikki fann stevið eftir FM sigurin. Í 1997 vóru flestu av spælarunum frá gullliðnum givnir, og talan var um nógvar fremmandar spælarar. Síðani hevur verið miðvíst arbeitt við at byggja nýtt lið av sandoyingum upp. At tað hevur eydnast væl, hava úrslitini seinastu árini verið staðfesting av uttan mun til, hvussu tað fer at hilnast í ár. -mørk Undan lyklaupp­ gerðini í botninum er tað greitt, at fleiri av teimum, sum hava verið við til at manna liði bæði í Klaksvík og á Sandi ikki vera við sunnudagin Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Sonn lyklauppgerð verður í Klaksvík sunnudagin. Sandoyingar fara at vitja, og tað er greitt, at møguligur tapari fer at vera sera illa fyri í kappingini um at sleppa undan niðurflyting. Tríggir spælarar, sum plaga at vera við til at manna hesi bæði liðini, eru hesa ferð leikbannaðir. Hjá KÍ er talan um Milic Curcic, sum hevur verið álitið í miðverjuni, og hjá B71 eru tað Símin Hansen og Mikkjal Hentze, sum hava ov nógv gul kort á kontini. Á plusssíðuni hjá báðum pørtum telur tað, at leikarar, sum síðsta sunnudag vóru uttanfyri orsaka av skaða, eru tøkir aftur. Hjá KÍ snýr tað seg um Heðin á Lakjuni, og hjá B71 er tað málverjin Símun Rógvi Hansen. Toppskjúttin hjá KÍ, Rodrigo, verður neyvan tøk­ ur sunnudagin. Hann royndi at spæla ímóti B36, og hann hevur ikki vant saman við hinum í hesi vikuni. Tað hevur Rógvi Jacobsen held­ ur ikki. Tað er ein møguleiki fyri, at hann verður á vøllinum, men tað er greitt, at hann er ikki hundrað prosent. Í Klaksvík eru tað fleiri aðrir spælarar, sum hava smávegis snuddir. Eitt nú Kristoffur Jakobsen, sum longu eftir hálvan tíma ímóti B36 varð tikin av vøllinum. Bæði liðini hava 21 stig. Tað eru trý stig aftur til Skála, og tað eru fimm stig fram til ÍF. Skráin hjá KÍ í fýra teimum síðstu umførunum er B68 (ú), ÍF (h), NSÍ (h) og Víkingur (ú). Skráin hjá B71 í fýra teimum síðstu umførunum er B36 (ú), B68 (h), Víkingur (h) og ÍF (ú). KÍ og B71 hava dystast tvær ferðir fyrr í ár. Tá ið tey hittust í Klaksvík 30. apríl, vann KÍ 2­1, eftir at sandoyingar beinanvegin høvdu lagt seg á odda. Tá ið tey hittust á Sandi 29. juni vann heimaliðið 2­0. ­ Vit spæla hvørja ferð fyri at vinna øll stigini. Tað liggur ikki til okkara spælarar at halda seg aftar­ laga á vøllinum. Higartil hevur tað hvørja ferð eydnast at spæla okkum til málmøguleikar, men tølini vísa, at úrtøkan ikki hevur verið serliga stór. Hetta saman við tí veruleika, at 41 mál eru farin ígjøgnum er orsøkin til, at vit nú stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting, er staðfesting­ in á Sandi. Trýstið á klaksvíkingum er ivaleyst størri, enn tað er á sandoyingum. KÍ hevur verið í fremstu røð, síðani tað í 1942 varð farið undir FM kappingina. Í trimum teimum seinastu umførunum hevur KÍ einki mál skorað, og tá ið teir, sum skulu manna fremstu ódn­ irnar, eru rættuliga ivasamir, er spurningurin, hvussu tað verður við møguleikanum at skjóta málini. ­ Vit eru fullgreiðir yvir, at avrikið ímóti B36 ikki var nakað at reypa av. Av­ bjóðingin, sum stendur fyri framman, er ógvuliga avgerandi, og tað eigur at siga seg sjálvt, at vit leggja alla orku í, er staðfestingin úr Klaksvík. Bæði í Klaksvík og á Sandi verður undirstrikað, at uttan mun til úrslitið sunnudagin, so verður nógv eftir at spæla um. Sandoyingar taptu fyrr í ár í Klaksvík, men á heimavølli gjørdu teir bart við stórsigri. Alt bendir á, at dysturin sunnudagin verður avgerandi fyri vánirnar hjá liðunum báðum at bjarga sær undan niðurflyting KÍ-B71: Lyklaspælarar halta ella eru leikbannaðir Ajax og Heini taptu aftur Mikukvøldið varð Ajax Keypmannahavn, sum hevur Heina Hanusarson á liðnum, á Vestur­Jútlandi, og spældi ímóti Mors/ Thy Håndbold. Dysturin, sum varð spældur á Morsø Sparekasse Arena endaði 27­24 til heimaliðið. Hálvleiksstøðan varð 14­11 til Mors/Thy. Persónliga gekk betri hjá Heina Hanusarsyni hesaferð. Heini skoraði trý mál ´dystinum. Ì fyrsta dystinum ímóti Fredericia fekk Heini bert eitt mál. Ajax hevur framvegis einki stig í bestu donsku hondbóltsdeildini. Komandi dysturin hjá Ajax verður á heimavølli í Bavnehøj­høllini, og verður hann ímóti AaB Håndbold úr Aalborg. Norðmenn vunnu á Deportivo Fyrsta umfar í UEFA Cup var á skránni í gjárkvøldið, og norðurlendsku liðini hava staðið seg væl. FCK hálaði 2­1 sigur í land á útivølli ímóti FC Moskva, meðan norska Brann framdi eitt veruligt bragd. Brann, sum hevur heimstað í Bergen, vann 2­0 á spanska Deportivo La Coruña við málum frá Ólafi Bjarnason og Jan Gunnar Solli. Feløgini úr Premier League hava eisini lagt væl frá landi. Manchester City vann 2­0 á Omonia, meðan Portsmouth vann 2­0 á Guimaraes. [ Nr. 180 - 19. september 2008 ]