Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-19, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. september 2008síða 38

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Hóast EB/Streymur fyri fyrstu ferð tapti á heimavølli, kunnu teir átaka sær favoritt- leiklutin, nú Víkingur kemur á vitjan Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Fram til seinasta mánadag var eingin, sum skalaði EB/ Streym á heimavølli. Tapið móti ÍF broytti tó hesa myndina, og summi eru enntá farin at tosa um gummibein við Margáir. Hetta er tó neyvan nakað tema, tí enn liggur væl fyri at røkka spádóminum, sum vit fyrr hava sett fram her í blaðnum, um, at gullið verður vunnið á Mikkjalsmessu. Til hetta krevst tó ein sigur, nú Víkingur kemur á vitjan, og til ta uppgávuna hevur EB/Streymur allar mans tøkar. So er einasti spurningurin, um tað hesa ferð eydnast at skumpa kúluna seinastu metrarnar inn um málstrikuna, tí møguleikarnir vóru eisini til staðar móti ÍF. Hjá Víkingi er heilt vist, at Hans Jørgen Djurhuus ikki er við, nú hann hevur savnað sær tíggjunda gula kortið á árinum. Hinvegin var við evstamark okkara ivasamt, um Atli Gregersen verður tøkur. Sum skilst skuldi Aganevndin hjá FSF koma við boðum um eitt møguligt leikbann til Atla og Hans Jørgen fríggjadagin, men í Sarpugerði hava menn tó fyrireikað seg til dystin út frá teirri fortreyt, at Atli eisini er partur av liðnum sunnudagin. HB stríðist enn fyri heiðursmerkjum, meðan ÍF enn ikki kann kenna seg heilt leys av niðurflyting- arvandanum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Við sigrinum við Margáir skapti ÍF mest óvæntaða úrslitið seinasta viku­ skiftið. Sigurin ber við sær, at fuglfirðingar so at siga eru tryggir í Formula­ deildini, men enn resta kanska eitt ella tvey stig í, áðrenn teir kunnu kenna seg heilt vísar. Og við sjálvsálitinum, sum dysturin við Margáir gav, er einki at ivast í, at fuglfirðingarnir ætla sær stig aftur hesaferð. Tað verður tó uttan leikbannað Jonn Thomsen, at hetta skal gerast, og tí er spurningurin, hvøn Albert Ellefsen velur at para saman við Bartali Eliasen í miðverjuni til dystin. Hjá HB kom tað illa við, at teir taptu á Toftum, júst sum fólk hildu, at liðið veruliga var um at koma fyri seg. Tí er málið hesa ferð at fáa liðið aftur á beint, og til uppgávuna hava venjararnir allar mans tøkar. Og við einum somikið væl mannaðum hópi, sum tann hjá HB er, gevur tað venjarunum ein luksus­trupulleika, tá veljast skal ímillum, hvør skal á beinkin, og hvør møguliga als ikki skal við í hópin til dystin. HB-ÍF: HB vil aftur á beint Formula-deildin Dagur Dystur Dómari 21.09 EB/S-Víkingur Rúni Gaardbo 21.09 Skála-B68 Petur Reinert 21.09 NSÍ-B36 Lars Müller 21.09 HB-ÍF Dagfinn Olsen 21.09 KÍ-B71 Eiler Rasmussen 1. deild menn 20.09 07 Vestur-EB/S Rói Jacobsen 20.09 Víkingur-TB Andrew Christiansen 20.09 VB/S-AB Alex Troleis 20.09 NSÍ-B68 Bárður Mortensen 20.09 HB-KÍ Birgir Sondum 2. deild 21.09 AB-MB Jóhan P. Michelsen 21.09 Fram-ÍF AB 21.09 TB-Skála Páll Augustinussen 21.09 07 Vestur-Víkingur MB Kvinnur 20.09 KÍ-Skála Sunnuvá Vesturtún 20.09 B36-AB Jóhan P. Michelsen 20.09 VB/S-Víkingur TB Dystaryvirlit Barnes skal venja Jamaica Tað var eingin dansur á rósum, tá fyrrverandi stórspælarin hjá Liverpool og Onglandi, John Barne,s í hálvt ár royndi seg sum venjara hjá Celtic. Síðani hevur millum lítið og einki verið at hoyrt til eleganta lámin. Nú hevur hann tó gjørt sáttmála um at venja fótbóltslandsliðið hjá Jamaica. Har hevur landsliðið bert vunnið eitt stig fyrstu tríggjar undankappingardystirnar, og tað er hetta, sum Barnes skal royna at bøta um. Armstrong er til reiðar Hóast fleiri illar røddir, so er sjeyfaldi Tour de France­ vinnarin, Lance Armstrong, nú til reiðar at gera sítt come­ back í altjóða súkkluítróttini. Armstrong sigur, at hann í komandi viku boðar frá, hvat lið hann hevur valt sær til australska Tour Down Under. Kappingin verður í døgunum 20. til 25. januar, og hóast mótmælini eru eisini mong, sum spent fylgja við, um Armstrong veruliga hevur tað, sum krevst, fyri at gera eitt come­back. EB/S-Víkingur: Gullið bíðar framvegis Sunnudagin skal EBS/treymur svara, um tapið móti ÍF bert var eitt lítið mistak, ella um gummibein eru um at gera um seg við Margáir Formula-deildin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 EB/S 22 15 - 2 - 5 43 24 19 47 2 B36 22 11 - 6 - 5 26 16 10 39 3 NSÍ 22 11 - 4 - 7 34 28 6 37 4 HB 22 10 - 6 - 6 45 18 27 36 5 Víkingur 22 10 - 5 - 7 36 26 10 35 6 B68 22 9 - 2 - 11 18 32 -14 29 7 ÍF 22 8 - 2 - 12 28 39 -11 26 8 KÍ 22 5 - 6 - 11 25 34 -9 21 9 B71 22 6 - 3 - 13 23 41 -18 21 10 Skála 22 4 - 6 - 12 18 38 -20 18 Seinastu seks dystirnir vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 EB/S 6 4 - 0 - 2 11 7 4 12 2 B68 6 4 - 0 - 2 8 5 3 12 3 B36 6 4 - 0 - 2 7 4 3 12 4 HB 6 3 - 1 - 2 15 5 10 10 5 NSÍ 6 3 - 1 - 2 11 9 2 10 6 Víkingur 6 3 - 1 - 2 10 8 2 10 7 B71 6 2 - 1 - 3 6 14 -8 7 8 ÍF 6 2 - 0 - 4 7 11 -4 6 9 KÍ 6 1 - 1 - 4 7 10 -3 4 10 Skála 6 1 - 1 - 4 4 13 -9 4 1. deild vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VB/S 22 17 - 2 - 3 55 20 35 53 2 AB 22 17 - 1 - 4 77 26 51 52 3 07 Vestur 22 16 - 2 - 4 88 29 59 50 4 TB 22 13 - 3 - 6 55 19 36 42 5 Víkingur 22 8 - 3 - 11 29 58 -29 27 6 HB 21 5 - 6 - 10 25 40 -15 21 7 NSÍ 22 5 - 5 - 12 40 56 -16 20 8 B68 22 5 - 3 - 14 38 57 -19 18 9 KÍ 21 5 - 2 - 14 27 68 -41 17 10 EB/S 22 4 - 1 - 17 18 79 -61 13 [ Nr. 180 - 19. september 2008 ]