fríggjadagur 19. september 2008síða 38
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Hvat goymur seg í
Valborg Hjaltalin Jensen,
samskipari, 56 ár
”Tannbust havi eg altíð við mær, so eg fái
bustað tenn, tá ið eg havi etið. Tá ið eg
havi bustað tenn, havi eg sminkuna við,
so eg fái hampað meg aftan á.
Neglaklipparan brúki eg, um neglirnar
flosna. Kamburin er við, just in case. Fólk
læna ofta ymiskt frá mær, tí havi eg alt
møguligt í taskuni – millum annað plástur.
Eg fái ofta munnsár, so tí havi eg zovir, og
pennar havi eg altíð brúk fyri á
arbeiðsplássinum”
”Fólk læna ofta frá mær,
tí havi eg alt møguligt við”
Joan Varming,
lesandi, 22 ár
”Eg fór til arbeiðis í jakka, men tað varð alt ov
heitt, so hann fór niður í taskuna. Eg var í
býnum um vikuskiftið, og fyri at fáa luktin
burtur, tyggi eg tyggigummi. Omma mín lesur
altíð vikubløð, so av tí at eg var í býnum, keypti
eg henni eitt”
”Omma mín lesur altíð vikubløð,
so eg keypti henni eitt”
Har er okkurt løgið við konufólki og taskum.
Meðan mannfólkini klára seg við einari
mappu í reyvalummanum, og kanska kunnu
svinga seg upp á ein kamb eisini, hava vit
eina løgna trongd til at dragsa alt møguligt
(alneyðugt) skrambul við, bara vit fara ein
túr omaneftir í býin.
Taskan hjá einari kvinnu fortelur helst fleiri
søgur, enn vit geva okkum far um. Tí vóru vit
so frekar at spyrja nakrar tilvildarliga valdar
kvinnur ein dovnan dag í SMS, um vit kundu
lúra í taskurnar hjá teimum.
Lagt til rættis: Bjørk H.
Olsen og Rigmor Dam
Myndir: Bjørk Olsen og
Sunva Ey. Lassen
Lekkur Nova taska
í ljósum leðri fyri
999 kr. frá Items í
SMS.
Feit Gabor taska
í myrkum leðri
fyri 2.700 kr. frá
Fótbúna
Taska við pelsi fyri
359 kr. frá Fótbúna
Nina taska fyri 299
kr. frá Fótbúna