Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-17, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. august 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 157 - 17. august 2001 Yvir høvur var avrik- ið hjá landsliðsleikar- um okkara gott í Beo- grad. Skal nakar tak- ast burtur úr rúgvuni, má tað vera Jákup Mikkelsen, sum hevði eina bjarging í av- gjørdum heimsflokki, og sum yvir høvur stóð ein branddyst. Annars eyðkendi sannur stríðsvilji av- rikið hjá liðnum, sum eisini vaskaði stórtap- ið á heimavølli av sær LEIKARAUMMÆLI Jákup Mørk 1. Jákup Mikkelsen, Molde 22 dystir/0 mál Hóast tað ikki var so ótrúl- iga nógv at gera hjá Jákupi, so vórðu tær royndirnar, sum komu móti máli hansar sera naskar. Hevði tíðliga í dystinum eina sera týdn- ingarmikla bjarging, tá Milosevic royndi seg úr spískum. Seinni hevði hann eisini tvær sera góðar par- adur, áðrenn hann við ein- ari bjarging í heimsflokki vardi fyri stútaranum frá 18. Málini bæði fekk hann púrt einki gjørt við, og ein- asta veruliga mistakið, sum hann framdi, gjørdi hann sjálvur gott aftur, tá hann sera rutinerað - men kanska ikki heilt reint - blokeraði rennibanan hjá Milosevicd. Var annars tryggur við inn- leggum, har hann aloftast valdi røttu loysnina, og í spælinum á jørðini vóru sum vant ongar atfinningar. Saman um tikið er lítið at ivast í, at Jákup var stinn- asti føroyski leikarin í dystinum, tó at avrikið hjá hinum á ongan hátt skal forsmáast. 2. Óli Johannesen, Hvidovre 52/1 Var eftir liðugt leikbann náttúrligt afturval á sweep- araplássinum, og sum van- ligt treivst hann eisini sera væl á hesum. Rangstøðu- fellan riggaði aloftast væl, men serliga í fyrra hálvleiki hevði hann trupulleikar við at bakka upp í borðunum, har vongverjarnir fleiri ferðir vórðu yvirspældir. Hetta batnaði tó stórliga í seinna hálvleiki, har liðið yvir høvur fekk betri fatur á. Óli fekk tó gult kort fyri at steðga Kezman, men hetta taldist millum tey meira neyðugu kortini. 3. Jens Kristian Hansen, B36 38/2 Eftir ein steðg í landsliðs- høpi var fyrrverandi lið- skiparin við aftur í hópi- num, og sum væntað, gjørdist talan um eitt bein- leiðis lop inn á vøllin. Av- rikið hjá Jens Kristiani prógvaði eisini, at hann eig- ur at vera sjálvsagdur til eitt pláss á liðnum. Hóast hann ikki var á vanliga plássinum sum miðverjuleikari, so er bólt- førleikin somikið góður, at hann ikki hevði stórvegis trupulleikar av at spæla á miðvøllinum. Taktiska medvitinum bilar heldur einki, og uttan at hann á nakran hátt gjørdi nakað stórvegis hóvasták, so rúgvaði hann væl upp á vøllinum. 4. Johan Byrial Hansen, OB 5/0 Grundað á avrikini í lands- dystum sínum í vár, fekk Johan aftur møguleikan, hóast mong høvdu gitt, at Jens Kristian kanska fór at taka plássið aftur. Veruleikin er tó, at Johan Byrial ongan tíð hevur spælt seg av liðnum, og tað gjørdi hann so avgjørt held- ur ikki hesaferð. Var sera stinnur í verjupartinum. Bæði við høvdinum og beinunum, og átti so av- gjørt sín triðing í góða verjuavrikinum. Í framrætt- aða spælinum er tó ofta líkt til, at hann er ov bangin fyri at gera mistøk, men iva- leyst er hetta nakað, sum fer at batna við fleiri altjóða royndum. 5. Hans Fróði Hansen, B68 20/1 Tað er eftir hondini við at vera langt síðani, at Hans Fróði hevur spælt nakran ringan dyst fyri landsliðið. Var sum vanligt einaráð- andi í luftini, og tá hann stútar burtur, er talan ikki bara um eitt nikk út um brotsteigin, men langt nið- an og út í síðurnar. Stóð seg eisini væl niðri á jørðini, og hevði enn tá sjálvsálit til at koma niðan á vøllin, har hann stóð fyri tveimum før- oyskum skotroyndum. 6. Øssur Hansen, B68 46/2 Hevði eins og felagin í høgru síðu trupulleikar av skjótu jugoslavisku vong- spælarunum í fyrra hálv- leiki, tá hann fleiri ferðir varð yvirspældur í djúpd- ini. Hetta batnaði tó nógv í seinna hálvleiki, tá før- oyska liðið tóktist betri skipað. Frameftir vøllinum var Øssur ikki heilt so sjónlig- ur, sum hann vanliga er á landsliðnum, men ivaleyst komst hetta eisini av takt- iskum bindingum. Fekk fram móti dystarenda gult kort fyri eina alt ov seina takling, og sleppur tí ikki at vera partur av dystinum móti Luksemburg, men verður ivaleyst at síggja aft- ur fýra dagar seinni. 7. Fróði Benjaminsen, B68 12/0 Hevði serstakliga í byrjanini stórar trupulleikar, og eftir skjóta gula kortið var veru- ligur vandi fyri einum reyð- um, tá hann framhaldandi gjørdi fleiri minni fríspørk. Spældi seg tó sera væl upp, og bendir hetta so av- gjørt á stóra sálarliga styrki. Ein styrki, sum eis- ini kemur til sjóndar í spæl- inum fram eftir vøllinum, har Fróði telist millum teirra, sum tora at bjóða seg til, umframt at hann eisini er nóg kaldur til at taka ferðina av spælinum, hóast nógv stendur á. 8. Julian Johnsson, Hull City 41/1 Orðini eru helst við at verða heldur slitin, men tað er ófatuligt, hvussu nógva orku Julian hevur. Var so at siga alla tíðina í sentrum av hendingunum á vøllinum. Hann vann hópatals bóltar við høvdunum og longu beinunum, og ikki minst kom hetta til góðar fram- eftir vøllinum. Gaman í var talan ikki um tey nógvu føroysku álopini, men Jul- ian var partur av teimum flestu, og eisini hjálpti tað føroyingum at fáa luft, tá hann í nógvum førum fekk longt langar bóltar við høvdinum. 9. Jákup á Borg, B36 15/0 Var aftur á høgra vong- bakki, sum hann at kalla hevur ognartikið, og sum heild má avrikið eisini sig- ast at vera nøktandi. Hevði tó stórar trupulleikar í fyrra hálvleki, tá jugoslavar fleiri ferðir komu ígjøgnum hansara síðu, men tað hoyr- ir eisini við til ta søguna, at Jákup hesi trý korterini var rættiliga einsamallur. Í seinna hálvleiki fekk hann nógv betri hjálp í so máta, og umframt at styrkja verjupartin opnaði hetta eisini fyri møguleika at koma fram eftir vøllinum, har hann fleiri ferðir var partur av samanspæli við serliga Julian Johnsson. 10. John Petersen, B36 34/3 Var framrættaði maðurin á føroyska miðvøllinum, og sýndi enn einaferð, at hetta er plássið, sum hann trívist best á á landsliðnum. Var óræddur at bjóða mótstøðu- monnum av, og í fleiri før- um eydnaðist eisini at halda somikið væl upp á bóltin, at samanspæl við viðleikarar spurdist burturúr. Varð tikin út seinastu løt- una, men hetta mundi meira vera av møði enn misnøgd frá Allani Simon- sen, tí John sýndi enn eina ferð, at hann er ein hin týdningarmesti liðurin á landsliðnum. 11. Chistian Høgni Jacobsen, NSÍ 6/1 Varð tikin fram um Kurt Mørkøre, tá Allan Simon- sen skuldi sálda annan áleyparan frá, og í høvuðs- heitum má sigast, at talan varð um eina sera ótakk- sama uppgávu. Royndi tó tað hann var mentur at órógva jugoslavisku verj- una, men viðhvørt hevði verið ynskiligt, at hann var eitt sindur dólskari í so máta, tí arbeiðshugur hans- ara førdi hann í fleiri førum aftur í egnan brotsteig. Fekk ta einu ferðina roynt seg móti jugoslaviska máli- num, men tíverri fór tann royndin omanfyri. Kann tó á ongan hátt sig- ast at hava spælt seg av lið- num, tí arbeiðsumstøður hansara vóru somikið tor- førar, at metingargrundar- lagið gerst ógvuliga tunt. 12. Súni Olsen, FC Zwolle 3/0 Lítla løtan á vøllinum kann ikki nýtast sum veruligt metingargrundarlag, men fáu minuttirnir fara kortini at verða leingi í minninum. Súni fekk nevnliga ein risa møguleika, tá Kurt spældi hann leysan av miðvølli- num, men tíverri las jugo- slaviski málverjin, hvørjar ætlanir gøtumaðurin hevði, og so spurdist einki burtur- úr. 13. Kurt Mørkøre, KÍ 35/3 Fekk seinasta hálva tíman á vøllinum fyri Christian Høgna, og hóast avmarkaða tíð, so prógvaði Kurt veru- liga, at hann framvegis hev- ur nakað at geva landslið- num. Føroyska liðið hevði eisini sína bestu løtu hend- an hálvan tíman, og partvíst hekk tað saman við inn- skiftanini av Kurt. Fram um Christian Høgna dugir Kurt betri at vera veruligur áleypari. Hann megnaði at halda bóltinum, og so hevur hann eisini kropsligu styrk- ina at slíta seg leysan. Var tvær ferðir um reppið at sleppa frá verjuni við bólti- num, og átti eisini fríspæl- ingina til Súna Olsen, sum átti at givið mál. 17. Rógvi Jacobsen, HB 11/0 Eins og hjá Súna vóru min- uttirnir á vøllinum alt ov fáir til, at ein verulig metan av avrikinum kann fara fram. Talvan varð vaskað Yvirhøvur stóðu allir leikararnir á føroyska liðnum seg væl, og tað eydnaðist teimum eisini at fáa uppreisn eftir dygga stórtapið á Tórsvølli fyri tveimum mánaðum síðani Mynd: Aleksander Djorovic C M Y K 16 18.30 Likkulikkuleia 12 19.00 Trý á ferð 10:13 19.25 Hokus Krokus – donsk urtagarðssending 20.00 Dagur og Vika 20.20 Í apubúrinum – ensk djórasending 20.45 Gekkur 21.25 Exodus – am. krígsdrama frá 1960, óhósk. fyri smáb. 00.45 Liðugt 07:30 Football: Road To World Cup 2002 08:30 Truck Sports: Fia European Truck Racing Cup In Alastaro, Finland 09:00 Tennis: Wta Tournament In Toronto, Ontario, Usa 10:30 Golf: Us Pga Tour - Buick Open In Grand Blanc, Michigan, Usa 11:30 Motorsports: Series 12:00 Car Racing: Automagazine 12:30 Boxing: From The Miccosukee Resort And Gaming In Miami, Usa 13:30 Football: Road To World Cup 2002 14:30 Tennis: Wta Tournament In Toronto, Ontario, Usa 16:00 Tennis (Live): Wta Tournament In Toronto, Ontario, Usa 18:00 News: Eurosportnews Flash 18:15 Tennis (Live): Wta Tournament In Toronto, Ontario, Usa 21:00 Dancing: World Masters Latin Professionals In Innsbruck, Austria 22:00 News: Eurosportnews Report 22:15 Adventure: Adnatura 23:15 Xtreme Sports: Yoz Mag 23:45 Xtreme Sports: Yoz Action 00:15 News: Eurosportnews Report 00:30 Close 0.00 TLZ: »Great Writers of the 20th Century« 1.00 TLZ: »Qed - Bionic Woman« 1.30 TLZ: »Q.E.D. Clockwork Radio« 2.00 TLZ: »Picturing the Modern City« 2.25 TLZ: »Mind Bites« 2.30 TLZ: »Making the News« 3.00 TLZ: »The Rinuccini Chapel Florence« 3.25 TLZ: »Mind Bites« 3.30 TLZ: »Synthesis of A Drug« 3.55 TLZ: »Mind Bites« 4.00 TLZ: »Trouble at the Top« 4.40 TLZ: »Landmarks – Timelines« 5.00 TLZ: »French Fix – Clothes and Shopping« 5.30 TLZ: »English Zone« 6.00 Radio Roo 6.15 Playdays 6.35 Run the Risk 7.00 Incredible Games 7.30 Celebrity Ready Steady Cook: »Emma Boundy & Shane Richie« 8.00 Style Challenge: »Cruising« 8.25 Change That: »Bedford« 8.50 Bargain Hunt 9.15 Antiques Roadshow 10.00 Wildlife: »Wild Boar:King of the Wildwood« 10.30 TLZ: »Horizon – Silent Children, New Language« 11.30 Fantasy Rooms: »Ritz« 12.00 Celebrity Ready Steady Cook 12.30 Style Challenge: »European Show« 13.00 Doctors 13.30 Eastenders 14.00 Change That: »Liverpool« 14.30 Bargain Hunt 15.00 Radio Roo 15.15 Playdays 15.35 Run the Risk 16.00 Incredible Games 16.30 Top of the Pops 2 17.00 Gardeners’ World 17.30 Doctors 18.00 Eastenders 18.30 Escape to the Sun 19.00 One Foot in the Grave: »The Valley of Fear« 19.30 The Brittas Empire 20.00 The Tenant of Wildfell Hall 21.00 All Rise for Julian Clary 21.30 Later with Jools Holland 22.30 From Russia with Spreadlove 23.00 French & Saunders 23.30 Game on 0:00 BBC News 0:30 HARDtalk (r) 1:00 BBC News 1:30 Talking Movies (r) 2:00 BBC News 2:30 Simpson's World 3:00 BBC News 3:30 Asia Today (r) 3:45 World Business Report (r) 4:00 BBC News 4:30 HARDtalk (r) 5:00 BBC News 5:30 Click Online (r) 6:00 BBC News 6:30 Simpson's World 7:00 BBC News 7:30 HARDtalk 8:00 BBC News 8:30 Top Gear (r) 9:00 BBC News 9:30 Life (r) 10:00 BBC News 10:30 HARDtalk (r) 11:00 BBC News 11:30 Talking Movies (r) 12:00 BBC News 12:30 Life (r) 13:00 BBC News 13:30 HARDtalk (r) 14:00 BBC News 14:15 World Business Report 14:30 Talking Movies (r) 15:00 BBC News 15:30 Life (r) 16:00 BBC News 16:30 Asia Today 17:00 BBC News 17:15 World Business Report 17:30 Top Gear (r) 18:00 BBC News 18:30 World Business Report 18:45 Sport Today 19:00 BBC News 19:30 HARDtalk (r) 20:00 BBC News 20:30 QED 21:00 BBC News 21:30 World Business Report 22:00 BBC News 22:30 World Business Report Special: A Game Of Two Halves 23:00 BBC News 23:30 World Business Report (r) 23:45 Asia Today 05:00 Børne-hjørnet med Disney 07:00 TV-shop 08:00 Herkules - de unge år 08:25 Ricki Lake (G) 09:15 Ricki Lake 10:10 Horton-sagaen (G) 11:00 Horton-sagaen 11:50 Caroline, karrieren og kærligheden 12:20 Panter-tanter 12:50 Vild med dig 13:20 Pæn pige - sej sild 13:45 Interne affærer 14:40 Caroline, karrieren og kærligheden 15:10 Min kære familie 15:40 Baywatch Hawaii 16:35 Ricki Lake 17:30 Med på moden 18:00 Alle tiders barnepige 18:30 Bette 19:00 Sjov og Spas 19:30 Sjov og Spas 20:00 Faktor 21 Film: Spionerne der elskede mig 21:45 Smuglerpiloten 23:35 Sex & the City 00:05 Lægerne 01:05 Skydeskæg på larvefødder 03:15 Sunset Beach 04.05 Sunset Beach (G) 04:55 Godnat 07.00 Tíðindi 07.05 Morgunlestur Sylverius Jacobsen á Skála lesur. 07.15 Morguntónleikur 07.30 Tíðindi 07.35 Góðan morgun Føroyar Bjørg Brend og Kári Olsen leggja til rættis 08.00 Tíðindi 08.05 Góðan morgun Føroyar 09.00 Tíðindi 09.03 Login í hellinum undir kaffistovuni (e) Egi Dam lesur stuttsøgu eftir Meinhardt Jensen. Stuttsøgan er úr stuttsøgukappingin i hjá Listastevnu Føroya. 09.28 Dagsins tónar 09.50 Morgunlestur (e) Sylverius Jacobsen á Skála lesur. 10.05 Fimleikaløtan - vika 2 10.10 Máltráðurin 11.00 Tíðindi 11.03 Á sanganna veingjum (e) Gunnvør Poulsen leggur til rættis. 11.33 Undir døgurða 12.00 Veðurtíðindi 12.03 Middagstónleikur 12.20 Tíðindini 12.40 Døgurðatónar 13.00 Tónatímin 14.00 Í víngarðinum (e) 15.00 Tíðindi 15.03 Rót og rútma (e) Petur Rouch velur country tónleik 16.00 Tíðindi 16.03 Zenith Helena Debes Hentze og Høgni í Jákupsstovu skipa fyri. 17.00 Tíðindi 17.04 Í víngarðinum 17.05 Vikuskiftið Helena Debes Højgaard og Høgni í Jákupsstovu leggja til rættis. 18.00 Norðurlendskur tónleikur Kim Hansen leggur til rættis. 18.25 Skráin og lýsingar 18.50 Tónleikur 19.00 Apollo 13 Fríggjakvølds- sending hjá Kára Sólstein og Fróða Løkságarð. 20.00 Estudio 2000 Kári Annand Berg leggur til rættis. 21.00 Fimleikaløtan - vika 2 (e) 21.05 Dagsetur Øssur Egholm leggur til rættis 22.00 Tíðindi 09:45 Orðið Bíbliulestur v/ Anju Hansen 10:00 Go’morin Skráin, veðrið, aktuelt, dagsins mál, prát við lurtarar og tónleikur. Ó.J.Rólantsson er vertur. Telefonin svarar á 359993. 12:00 Tíðindi 12:10 Lættur tónleikur 13:00 Ynskiløtan Heilsur frá lurtarunum Laila Jacobsen er vertur. Send heilsur via (www.ras2.fo) ella á fax. 359990. 15:00 Tíðindi 15:10 Rák Georg Eystan Á og Conny Thomassen eru vertir. Ring 359993. 17:00 Lættur tónleikur 18:00 Tíðindi 18:15 Lættur tónleikur 21:00 Tíðindi 21:15 Orðið (e) Bíbliulestur v/ Anju Hansen 21:30 Beatin v/ Eyðfinn Drewsen Tónleikasending fyri ung 22:30 Náttarsending Undirhaldssending úr Studio 7 í Klaksvík Gunnar Hansen og Kristian Joensen eru vertir 01:00 Liðugt 13.00 Byrjan – Dagsskrá verður lisin 13.15 Okkara dagliga breyð 13.30 "Lívgandi Orð" fyri hesa vikuna. v/ Tórður Poulsen 14.00 Brot og bitar (e) 14.30 Ein forvitnislig ferð gjøgnum Bíbliuna. v/ Símun Absalonsen gestur Jógvan Zachariassen. 15.30 Blandaður tónleikur 17.00 Bønartænastan byrjar. Tlf. 321377, tilber at senda fax nr. 321379 Vit spæla lovsong tann næsta tíman. 17.55 Dagsins orð eftir Svenning av Lofti 18.00 Bønartænastan. Biðji verður fyri bønarevnunum 20.00 Tónleikur fyri børn 20.30 Okkara dagliga breyð (e) 22.00 Dagsins orð eftir Svenning av Lofti 22.05 Horitzon Star v/ Stella Zachariassen (e) 23.05 Dagsskráin fyri leygardag verður lisin 23.10 Góður tónleikur fyri ung 04.00 Vit gevast Fríggjadagur 17. august Frá fríggjadegi 17. august til hósdagin 23. august 2. veraldarbardagi í litum 1:3 – ensk dokumentarrøð 2.heimsbardagi hevur higartil vístur í hvørt/hvítum myndum, men nú hevur tað eydnast at finna upp- tøkur, sum vara í fleiri 100 tímar frá hesum árunum, sum eru filmaðar í litum. Við myndunum verða endurgivin brot úr brøvum og dagbókum. Seinast í 30’unum er nazistisk floksstevna í Týsklandi, borg- arakríggið herjar í Spania, bretarnir hátíðarhalda krúningina av George VI og USA er við koma burtur- úr teim ringastu árunum. Læknin hevur orðið Læknin Peter Qvortrup og manning hansara eru nú komin aftur úr summarfrí, og komandi mánakvøld er hann aftur á skíggjanum, har hann svarar spurningum frá hyggjarum, og tekur upp viðkomandi evni innan heilsuøkið. Hvat nú? Í sendingini verður sum spældur góður norðurlendsk- ur dansitónleikur. Prátað verður eisini við Gunnar Fjeldseth, ið við sínum dansiorkestri gjørdist vinnari í kappingini árs- ins dansilag í Noregi í ár. Elis hitti Gunnar Fjeldseth, tá fyrsti dansibandfestivalurin varð hildin í juli mán- aði í ár. Exodus – am. krígsdrama frá 1960 við Paul Newman Farmaskipið Exodus brýtur í 1947 bretska stongsulin, fyri at seta kós móti Haifa. Umborð eru Ari Ben Can- aan og 610 aðrir jødar, sum vilja seta á stovn statin Ísrael, men fíggindarnir uttanfyri, bretarnir og arabar- arnir, eru ikki tær einastu forðingarnar. Tað er eisini ósemja um, hvussu arbeiðið skal fara fram, og hin hóvligi Ari fær harða mótstøðu bæði frá Dov, sum fegin vil stríðast, og frá sínum egna pápabeiggja. Leikarar: Paul Newman, Eva Marie Saint, Ralph Richardson o.o Leikrit: Dalton Trumbo eftir kendu skaldsøguni hjá Leon Uris. Leikstjórn: Otto Preminger Filmurin er óhósk. fyri smábørn Kærleikans offur – bretskt drama frá 1996 Martyn Wyatt (Martin Donovan) er vorðin sannførdur um, aftaná at hava verið giftur í fleiri ár, at hann er samkyndur. Hann verður skildur frá Honnu (Joely Richardson), sum fær foreldramyndugleikan yvir sonin Oliver. Tað gongur tó ikki long tíð, áðrenn drongurin kemur til pápan og nýggja vin hansara Tom ( Ian Hart), illa meiðslaður. Martyn gerst skjótt greið- ur yvir, at tað er nýggi sambúgvin hjá Honnu, sum hevur bukað hann. Martyn fer nú undir eitt langt stríð gjøgnum rættarskipanina, fyri at fáa loyvi til at geva soninum ein tryggan barndóm. Leikarar: Martin Donovan, Sam Bould, Joely Richardsson o.o. Leikrit: Neville Bolt og Paula Milne Leikstjórn: Angela Pope Delfinmaðurin – fronsk dokumentarsending frá 1999 Italiumaðurin Umberto Pellizari er raskasti kavari í heiminum. Ein løgin maður innan hetta ítrivið. Pelli- zari kann halda andanum í meira enn sjey minuttir, tá hann kavar, og hann hevur verið hálaður niður á 150 metra dýpi. Mánadagin kl. 17.05 Fríggjakvøldið kl. 21.25 Leygarkvøldið kl. 21.00 Sunnudagin kl. 15.10 Sunnudagin kl. 16.10 Mánakvøldið kl. 20.45 17