Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-17, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. august 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 157 - 17. august 2001 15 Um hetta mundi kom Kurt Mørkøre eisini inn á vøllin fyri Christan Høgna Jacobsen, og hóast talan bert var um ein hálvan hálvleik, so gav Kurt so dyggiliga prógv um, at hann enn hevur nógv at geva landsliðnum. Nýggir møguleikar Tað var nevnliga hendan seinasta hálva hálvleikin, at Føroyar høvdu sína bestu løtu á vøllinum. Sjálvandi hevði tað nógv at siga, at jugoslavar nú vóru alt meira frustraðir, men tað broytti eisini nógv í før- oyska spælinum, at Kurt kom á vøllin. Avrikið hjá Christiani Høgna skal ikki niðurgerast á nakran hátt, tí hann stríddist eins væl og allir av liðfeløgunum, men dygdir- nar hjá Kurt eru øðrvísi. Meira kontantar kundi ein sagt, og møguleikarnir hjá liðfeløgunum at spæla bólt- in niðan eftir vóru nú eisini betri. Í fleiri førum eydn- aðist nú okkum at fáa fatur á bóltum, sum bara vórðu sparkaðir niðan, og tískil varð spælið eisini flutt einar 20 metrar niðan eftir vøllinum, soleiðis at okkara menn so spakuliga kundu gerast ein hóttan móti mál- inum hjá jugoslavum. Tað var eisini sjónligt, at sálarliga trýstið á jugo- slavarnar gjørdist alsamt størri. Áskoðararnir góvu ljódliga sína misnøgd um avrikið til kennar. Spælar- arnir gjørdust alt meira frustreraðir. Ikki minst mundi stórbjargingin hjá Jákupi av stútaranum frá Kovacevic gera sítt til, at teir hildu føroyska málið vera ganda, og tí varð fagn- aðurin um seinna málið eis- ini sera sjónskur. Enn eina ferð var ein deyðbóltur upprunin til málið, og enn eina ferð var tað Sinisa Mahaijlovic, sum tók sær av hesum. Á Tórs- vølli gav hann fleiri dømi um, hvussu væl eitt horna- spark kann skjótast, og tað gjørdi hann aftur, nú fimm minuttir vóru eftir at spæla. Skrúvandi innleggið ferð- aðist høgt fram við mál- inum, áðrenn tað kavaði niður við handaru stong, og har hevði Dukic snildisliga runnið seg leysan av Kurt Mørkøre, soleiðis at hann at kalla bert skuldi stýra bóltinum inn. Sum sagt, skuldi Kurt kanska havt mannin, men hann stóð við rygginum til, so har gjørdist einki. Hin- vegin kundi ein maður við handaru stong bjarga støð- uni, men hesin var so onga staðni at síggja. Hetta var sum so av- gerðin á dystinum, men Føroyar mundu tó fingu seinasta orðið í dystinum. Kurt Mørkøre, sum annars sjálvur var nær við at slíta seg leysan einar tvær ferðir, megnaði fyrst at taka bóltin niður, áðrenn hann við eini djúpari sending spældi júst innkomna Súna Olsen leys- an. Súni var kanska á rangstøðumarkinum, men floytan tagdi, og einsamall- ur kundi hann halda oman móti málinum. Neyvan hevði málið gjørt nakað við jugoslaviska sigurin, men tað var tó stórt spell, at Súni ikki fekk nyttu burtur úr møguleikanum, tá Kralj sýndi stórt hegni. Í øllum førum hevði úrslitið sæð penari út, um bólturin var endaður í kassanum. Sterkir taktiskt Hóast iðranina um misnýtta møguleikan, so talan so av- gjørt um eitt sera virðiligt avrik frá okkara monnum. Stríðsviljin var neyvan størri, tá spælt varð í Landskrona á sinni, og iva- leyst hekk hetta eisini sam- an við dygga tapiunum á heimavølli. Mest merkisverdi partur- in av avrikinum var tó helst á taktiska økinum, har liðið veruliga hevur ment seg nógv seinnu árini. Verður sæð burtur frá 6-0 tapinum fyri Jugoslavia, sum vit tá nevndu »jugoslaviska sjúkan« og dystinum í Sveis fyri einum ári síðani, sum var ein kollektivu »off- day«, so hava okkara leik- arar taktiskt staðið seg eins vøl og mótstøðumenninir seinastu tvey ella trý árini. Lopið verður ikki longur framav, hóast vit fáa loyvi at koma longur fram á vøllin. Ístaðin royna leikar- arnir alla tíðina at halda tær avtalur, sum eru gjørdar undan dystinum, og hetta inniber so eisini, at sannlíki fyri stórtapið minkar. Ein vandi, sum vit altíð eiga at verða greið um, men sum hinvegin tykist minni og minni fyri hvønn dystin. Nýggja ættarliðið og Allan Nakað annað, sum eisini eigur at geva orsøk til bjart- skygni millum fótbóltshug- aðar føroyingar, er tann sannroynd, at vit so spaku- liga eru farin at hóma eitt nýtt ættarlið av landsliðs- leikarum. Seinasta árið ella so eru fleiri nýggir leikarar slús- aðir inn í hópin, og tá teir hava fingið møguleikan, hava teir so avgjørt prógv- að, at vit so avgjørt skulu rokna við teimum í fram- tíðini. Hetta reisur so aftur ein annan spurning, og tað er, um Allan Simonsen hevur ítøkjuligar ætlanir um at halda fram í venjarasessin- um, eftir at verandi sáttmál- in rennur út í heyst. Um so var, at hann ikki hevði hug til tess, er ógu- liga ósannlíkt, at hann var undir at búna nýggjar leik- arar til komandi uppgávur- nar. Heldur hevði hann tá valt at hildið fast um teir leikarar, sum nú í seks ár hava tænt honum somikið væl. Tað er jú altíð ein ávís- ur vandi í at taka óroyndar leikarar inn á liðið, og ta risiko hevði venjarin neyv- an vilja átikið sær, um hann hevur vónir um at sleppa víðari út í Europa við venj- arayrki sínum. Ein møgu- leiki sum ikki er so fjarður, tí Allan Simonsen er fram- vegis eitt stórt navn í før- oyskum fótbóltshøpi, og ein einstøk sensatión frá okkara monnum kundi væl hugsast at vakt áhgua fyri venjaranum hjá europeisk- um stórfeløgum, sum ofta skifta venjarar í bæði tíð og ótíð. Sjálvur hevur Allan tó konsekvent avvíst at tosa um framtíð sína, og tí verð- ur omanfyri standandi ikki annað enn gitingar, men fyri føroyskan fótbólt er bara at vóna, at Allan held- ur fram í sessinum. At- finningarnar móti honum hava ofta verið fleiri, og ivaleyst hevur hann eisini sínar manglar, men saman- lagt hevur hansara ávirkan á føroyskan fótbólt verið ótrúliga stór. Tað hava úrs- litini seinastu seks árini eis- ini borið týðuliga boð um, og avrikið í Beograd miku- kvøldið var enn ein undir- strikan av hesum. Dysturin í tølum: Jugoslavia-Føroyar 2-0 (1-0) 1-0: Mihajlovic, 23 2-0: Dukic, 85. Stadion Crvena Zvezda í Beograd 20.000 áskoðarar Jugoslavia: Kralj – Dukic, Mihajlovic, Tomic – Mirkovic, Dorovic, Mijatovic, Drulovic (Lazetic, 62.), Dmitrovic (Dordjevic, 68.) – Kezman, Milosevic (Kovacevic, 45.) Føroyar: Jákup Mikkelsen – Hans Fróði Hansen, Óli Johannesen, Johan Byrial Hansen – Jákup á Borg, Julian Johnsson, Jens Kristian Hansen, John Petersen (Súni Olsen, 83.), Fróði Benjaminsen (Rógvi Jacobsen, 88.), Øssur Hansen – Christian Høgni Jacobsen (Kurt Mørkøre ,63.) Gul kort: Jugoslavia: Mirkovic, 82. Føroyar: Fróði Benjaminsen, 15., Óli Johannesen, 75., Kurt Mørkøre, 82., Øssur Hansen, 87. Ikki minst í verjupartinum høvdu okkara eitt gott tak um mótstøðuna, og ein avleiðing av hesum var, at tann annars altíð vandamikli Milosevic varð tikin av vøllinum í hálvleikinum Mynd: Aleksandar Djorovic 15 14 Nr. 157 - 17. august 2001 Var tað ikki fyri deyð- bóltsserfrøðingin úr Lazio, kundu Føroyar skapt eina veruliga sensatión niðri í Beo- grad, men avrikið hjá okkara var kortini av- bera gott. Ikki minst tykist liðið seinastu tíðina at vera styrkt rættiliga nógv á taktiska økinum LANDSDYSTUR Jákup Mørk Tað mundi vera við bland- aðum kenslum, at føroy- ingar sum heild litu fram til fótbóltsdystin í Beograd, har okkara kosnu skuldu royna seg móti stjørnusetta jugoslaviska landsliðnum. Jugoslavia kann á ongan hátt sigast at vera lívrættur- in hjá fótbóltslandsliðnum. Hetta var sætta ferðin, at liðini hittust, og meðan tal- an tvær ferðir hevur veirð um sera heiðurlig tap, hev- ur orðið »avbukaðir« tríggjar ferðir verið havt á lofti eftir hesar dystir. At dysturin so eisini skuldi spælast á hesi árstíð við nógvum hita í Beograd, mundi heldur ikki gera vónirnar til dystin størri. Byrjaði sum væntað Føroyar hava annars í nógv- um av hesum dystum sýnt hampuliga gott fótbólts- spæl, men hinvegin hevur hetta mest sum eisini verið loyvt tilvitað av juso- slavunum, sum jú hava sín heilt serliga hátt at spæla fótbólt uppá. Mest sum dølskir kela teir við bólt- inum. Seta ferðina á spæl- inum niður, so mótstøðu- menninr nærum verða rur- aðir niður, fyri síðani at eksplodera í ógvusligum temposkiftum, sum hava til endamál at renna mót- støðumenninar um koll, meðan teir ikki halda nakr- an vanda vera á ferð. Dysturin mikukvøldið byrjaði eisini á sama hátt. Jugoslavia hevði sjálvandi eitt avíst trýst oman móti føroyska málinum, men hinvegin var tað ikki so- leiðis, at okkara stóðu við 10 monnum niðri í egnum brotsteigi og vardu. Tvørtur ímóti fingu teir loyvi at taka lut í spælinum longri frammi á vøllinum, og hó- ast tað í sjálvum sær er gleðiligt, so var tað kortini júst her, at stórsti vandin lúrdi. Hildu seg í skinninum Tíbetur vísti tað seg tó fyri tað mesta, at óttin, fyri at føroyska spælið gjørdist ov framrættað, var ógrundaður hesaferð. Talan var alla tíð- ina um sera kontrollerað føroyskt spæl. Tað varð ongan tíð soleiðis, at ov nógvir mans royndu at ditta sær fram við í álopsroynd- unum, og hetta viðførdi partvíst, at jugoslaviska spæliætlanin ikki riggaði. Teir royndu annars í eyð- kendum stíli trilla føroying- arnar runt í einari enda- leysari bóltjagstran. Ser- stakliga seinna partin av fyrra hálvleiki riggaði trí- kantsspælið á miðvøllinum væl, soleiðis at sentralu leikararnir komu eitt sindur úr útgangsstøðuni, og har við ikki høvdu møguleika at hjálpa vongverjunum, tá bóltar vórðu stungnir út í síðuna. At Óli so heldur ikki var so raskur at bakka upp úti í síðunum, men heldur savnaði seg um mið- verjuøkið, gjørdi, at talan í nøkrum førum gjørdist um vandamiklar støður. Í einum av hesum avslutt- aði Mijatovic sera væl úr spískum, men Jákup var sum ein køttur, tá hann við eini refleks-bjarging steðg- aði skotinum. Annars spurdist ein rúgva av innleggum burtur úr jugoslaviska spælinum, men væl vaksna føroyska miðverjan tóktist kortini at hava tamarhald á tí allar mesta. Eisini tóktist Jákup sera tryggur, og at kalla hvørja ferð valdi hann røttu loysnina, tá valið stóð mill- um at lofta bóltinum ella boksa hann burtur. Býtt fríspark At føroyingar høvdu so- mikið væl fatur á jugoslav- iska álopsspælinum gjørdi tað eisini eyka keðiligt, at Jugoslavia miðskeiðis í hálvleikinum kom á odda. Mijatovic dróg inn á vøll- in stutt uttan fyri brotsteig- in, og tað eydnaðist honum eisini at framprovokera eitt fríspark í »Mihaijlovic- økinum«. Sinisa Mihajlovic hevur í mong ár verið mett- ur sum ein hin besti frí- sparkssjúttin í heiminum, og nú hann fekk møgu- leikan, sýndi hann eisini føroyingum, hví so er. Við einum væl tiknum skoti skrúvaði hann bóltin upp um føroyska manngarðin, soleiðis at Jákup Mikkelsen mest sum einki fekk gjørt. Eitt vakurt mál, men tað skerst ikki burtur, at før- oyingarnir iðraðu seg um hetta. Ikki minst tí frísparki ímóti Mijatovic var rætti- liga óneyðugt, tí vinstra- beinti leikarin var sum so eingin hóttan í júst hesi løt- uni, tí bólturin lá til kalda høgra beinið, sum hann neyvan hevði gjørt nýtslu av úr 20 metrum. Broyttir jugoslavar At okkara bert vóru eitt mál aftan fyri í hálvleikinum, var tó kortini ikki heilt av leið, og tá seinni hálvleikur byrjaði, var eisini sjónligt, at hetta ikki var nakað, sum hóvaði vertunum so øgiliga væl. Teimum so ólíkt byrjaðu teir nevnliga seinna hálv- leik við at leggja eitt stórt trýst oman móti føroyska málinum í royndunum at fáa seinna málið, sum kundi gera teir ivaleysar í sigrinum. Júast hetta massiva trýstið er tó nakað, sum okkara leikarar trívast væl í, og tí spurdust ikki teir heilt nógvu málmøgu- leikarnir burtur úr, tó at Jákup enn eina ferð mátti stórbjarga einum skoti, sum varð avrættað á vegnum móti málinum. Nakað seinni mundi ó- sketni í frísparksstøðu kosta eitt mál, men tíbetur varð eisini tann royndin blokera, og spakuliga tók- tist tað sum um trýstið frá jugoslavunum minkaði. Flott dreingir! Serliga seinnu helvt av fyrra hálvleiki riggaði jugoslaviska spælið væl, og føroyski miðvøllurin varð sendur runt í tríkantsspælinum, men sum dysturin leið fingu okkara alt betri fatur á Mynd: Alaksandar Djorovic Hóast hann ikki vil gera viðmerkingar um framtíð sína á landsliðnum, so kunnu seinastu dystirnir væl bera á tað borðið, at Allan Simonsen eisini er føroyskur landsliðsvenjari komandi ár Mynd: Aleksandar Djorovic C M Y K 14