Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. august 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 157 • fríggjadagur • 17. august 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Í annað kvøld skal FCK spæla móti AB, men er ikki gjørt av, um Todi Jónsson verður við á liðnum DANMARK Jákup Mørk Sum nevnt í blaðnum í gjár, so spældi Todi við eykaliðnum hjá FCK týs- dagin, og spurningurin er so, um hann sleppur upp í part, tá FCK um fáa dagar skal spæla ein hin týdn- ingarmesta dystin í søgu felagsins. Ímóti Lazio í Rom. Helst er tað ein fortreyt fyri luttøku í hesum dysti- num, at Todi prógvar fyri venjaranum, at hann aftur er 100%, og einasti møguleikin at prógva hetta undan dystinum í Rom er fríggjakvøldið, tá FCK á heimavølli tekur ímóti AB. - Tað gekk sum so væl týsdagin, men eg pressaði meg tó ongan tíð 100% í tí dystinum, segði Todi, tá vit tosaðu við hann áðr- enn venjingina hósmorg- unin. - Tí hava vit onga av- gerð tikið enn, men hetta verður so gjørt undir venjingini í dag. í løtuni fái eg sostatt einki sagt við vissu, men sjálvandi vóni eg at verða klárur, sigur Todi Jónsson at enda. Todi vónar Jens Kristian Hansen gleddist eftir dystin um góða stríðsviljan, eins og hann sjálvur frøddist um at vera aftur á landsliðnum LANDSDYSTUR Jákup Mørk Tað var farið at líða heilt væl til hálvleiks, tá Føroyar spældu niðri í Sveis í okto- ber mánaði í fjør, tá drúgvi steðgurin hjá Jens Kristiani Hansen á landsliðnum byrj- aði. Í royndini at verja fyri eini sveisiskari skotroynd nýtti liðskiparin armin, og so kom reyða kortið úr lummanum hjá dómara- num. Nógvir skaðar Tískil hevði liðskiparin leikbann til dystin móti Luksemburg í vár, men samstundis vóru skaðar farnir at gera rættiliga nógv um seg. Ein brákað stóratá forðaði honum at taka lut í dystinum ímóti Russlandi, og síðani hava hendan ólukku táin, ein skaði í lær- krikanum og okkurt trýst rivjabein forða fyri víðari landsliðsluttøku. Móti Jugoslavia var Jens Kristian so endiliga aftur tøkur, og tá vit miku- kvøldið fingu orðið á hann, gleddist hann um, at hann nú aftur var á landsliðnum. - Jú, tað er bara fínasta slag at vera við aftur. Tað var ein ræðuliga strævin dystur, men suttligt var tað kortini. Spurdur, um hann hevði gloymt, hvussu strævið tað er at spæla landsdystir, segði hann, at tað hevði kortini ikki. - Nei. Tað var nú ikki tað, sum eg meinti við, men hitin var nógvur, og niðri á vøllinum var rættiliga kvælið. Tað gjørdi tað ógvuliga tungt at spæla, og eg má siga, at eg var fegin, tá eg hoyrdi dómaran bríksla fyri seinastu ferð. Væl skipaðir At síggja til, tóktist tað ser- liga í fyrra hálvleiki at vera tungt hjá føroyska liðnum, meðan skipanin av liðnum var betri seinnu trý korter- ini. Spurdur, um Allan Sim- onsen hevði framt nakrar broytingar í hálvleikinum, segði Jens Kristian, at tað hevði venjarin so ikki gjørt. - Tað er rætt, at tað var sera tungt í fyrra hálvleiki, men í hálvleikinum fingu vit bara boð um at halda fram á sama hátt. Tað eydn- aðist okkum eisini at skipa okkum somikið væl, at teir ógvuliga sjáldan fingu spælt seg ígjøgnum, og tað hóvaði teimum avgjørt ikki. Teir vórðu frustrerað- ir, sum dysturin leið, og tað hoyrdist eisini aftur á áskoðarunum, sum týðiliga góvu sína misnøgd til kennar. Í so máta haldi eg, at vit kunnu vera ógvuliga væl nøgdir um avrikið. Stríðsviljin var framúr At enda spurdu vit so Jens Kristian, hvussu hann var nøgdur um føroyska avrik- ið, og sjálvt úrslitið, og yvir høvur tóktist fyrrverandi liðskiparin at vera sera væl nøgdur. - Tað hevði sjálvandi ver- ið stuttligari, um vit høvdu fingið hatta málið móti endanum, men yvir høvur eri eg øgiliga væl nøgdur um avrikið. Allir spælarar- nir stríddust fantastiska væl, og tað var sjónligt, at vit vildu vaska stórtapið á Tórsvølli av okkum. - Teir hava bara nakrar heilt fáar royndir innan fyri málrammuna, so verjupart- urin hjá okkum var í lagi, men tað er spell, at teir so fáa tvey mál eftir deyðbólt- ar. Hinvegin skulu vit minnast til, at teir einki mál fáa eftir nakað gjøgnum- spælt álop, og tað eiga vit so avgjørt at vera nøgdir um, segði Jens Kristian Hansen at enda, áðrenn hann fór at pakka klæði og annað niður á hotel-kamar- inum. Útpurring var longu klokkan fimm hósmorgun- in, so tað var ein rættiliga drúgv ferð, sum leikararnir høvdu fyri framman, áðr- enn teir hósdagin um nátt- urðatíð skuldu verið heima hjá sínum kæru aftur. Við aftur Jens Kristian Hansen, sum her sæst stríðast á vøllinum, var fegin um at vera aftur á landsliðnum, og hann gledd- ist eisini um góða føroyska avrikið í dystinum Mynd: Aleksandar Djorovic 13 12 Nr. 157 - 17. august 2001 Tá West Navion er liðugt við sína upp- gávu á føroyska land- grunninum um einar tvær vikur ella so verður siglt 10 fjórð- ingar um markið og yvir í bretskt øki, har skipið skal bora enn ein brunn fyri BP og Shell, ein sokallaðan “gullbrunn”, har sannlíki at finna olju skal vera heili 70% OLJULEITING Jan Müller Eitt tað mest lovandi leitil- økið ella teigur á bretska landgrunninum vestan fyri Hetland liggur skamt frá føroyska markinum og bert einar 10 fjórðingar frá brunninum, har West Navion borar fyri BP og Shell. Talan er um teigin 204,18,1, sum tey bæði feløgini fingu tillutað í seinastu útbjóðingini í Bretlandi, tí 19. runduni fyri fáum mánaðum síðani. Saman við einum brunni á djúpum vatni í Noregi og tí føroyska Svínoyarbrunn- inum er hesin teigurin í bretskum øki millum mest týðandi leitiboringarnar hjá BP sum heild í hesum árin- um. Flestu oljufeløgini, sum søktu um teigar í 19. umfari í bretska økinum tvs. økin- um í fyrrv. Hvíta sonu, sóu fegin, at tey fingu júst henda teigin. Hann var gullklumpurin tey øll ynkstu sær. Men tað skuldu so blíva BP og Shell, sum fóru so avstað við honum. Og hetta passar so eisini sum fótur í hosu fyri hesi bæði risastóru oljufeløgini, ið longu frammanundan sita á teim- um báðum einastu fram- leiðandi feltunum á Atlantsmótinum, Foinaven og Schiehallion. Tað er greitt, at við teirra drúgvu royndum og tøkni- liga vitan at bora á djúpum vatni eitt nú í Meksikanska flógvanum og nú eisini her norðuri í Atlantshavi, so hevði tað stóran týdning fyri feløgini, at tey fingu tillutað júst henda umrødd teig, sum liggur bert fáar fjórðingar frá markinum. Assynt Brunnurin, sum feløgini fara at bora í næstum, hev- ur fingið navnið Assynt og er uppkallaður eftir einum fjalli í Skotlandi. Hann liggur ikki so langt frá ver- andi oljufeltum og er hann tí partur av strategiini hjá BP at gera so nógv oljufund sum gjørligt í einum av- markaðum øki, soleiðis at útbyggingar, framtíðar framleiðsla og flutningur kunnu gerast meira ration- ell og harvið bíligari. John Thorrogood, bori- stjóri hjá BP í Føroyum sig- ur, at so skjótt teir eru lidnir við at bora í Føroyum fer skipið at sigla teir 10 fjórð- ingarnar til Assynt í bretsk- um øki. Hesin brunnurin líkist nógv tí á føroyska økinum, men sannlíkið at finna olju og gass er nógv størri, heili 70% sigur John Thorrogood. Herfyri segði Peter Rattey, stjóri hjá BP, at teirra strategi er fyrst at bora Svínoyarbrunnin við Føroyar og síðani at bora Assynt-brunnin á bretska landgrunninum við teirri vón, at olja verður funnin í báðum og so at menna bæði feltini um somu tíð. Við øðrum orðum hava hesir báðir brunnar stóran týdn- ing fyri framtíðar ætlaninar hjá BP og Shell á Atlanst- mótinum. Endamálið er at kunna útbyggja tvey felt í senn fyri harvið at kunna minka útreiðslurnar. Eisini kann slík útbygging hava við sær, at einstøku feltini nýtast ikki at vera so stór fyri, at tað kann løna seg at útbyggja tey. Vanliga hevur verið sagt, at skal oljufram- leiðsla byrja á føroyskum øki, so má eitt felt rúma fleiri hundrað milliónir tunnur. Men ber til at finna felags útbyggingarloysnir fyri fleiri felt ella ber t.d. til at knýta eitt føroyskt felt í Foinaven-feltið nærhendis, so kann eitt felt uppá einans 50 mill. tunnur verða løn- andi á føroyskum øki ella fyri tað á bretskum øki. Brúka Runavík Hóast talan er um at bora á bretska landgrunninum, so bendir nógv á, at føroyskar vørur og tænastur fara at fylgja við. John Thorro- good sigur, at ætlanin er at gera West Navion út frá Runavík, tvs. at útgerðin teir skulu brúka til boring- ina hinumegin markið verður fyrst løgd upp í Runavík fyri síðani at verða flutt umborð, tá uppgávan á føroyska landgrunninum er lokin. Hetta um einar tvær vikur ella so. Eisini fara føroysk hjalparskip at fylgja við West Navion yvir um markið. Tað er Faroe Protector, sum hevur gjørt langtíðaravtalu við BP. Har verður so eisini stórur part- ur av manningini føroying- ar. Við øðrum orðum er gongdin tann, at føroyskar vørur og tænastur fara eis- ini at verða latnar til olju- boring í bretskum øki, og hetta má sigast at verða áhugaverdur útviklingur fyri føroyska vinnu. John Thorrogood sigur annars, at Atlantsmótið tvs. økið har umrøddu brunnar verða boraðir báðumegin markið er eitt av teimum heilt fáu í heiminum, sum stóru oljufeløgini framveg- is hava vónir um kunnu goyma stórar nøgdir av olju og gassi. Stórur áhugi Sum sæst av kortinum yvir 19. umfar í bretskum øki, so er stórur áhugi fyri at bora eftir olju allan vegin framvið markinum. Hetta eru økini, sum oljuídnað- urin í mong ár setti vónir til, at bretska stjórnin fór at bjóða út, men orsakað av marknaósemjuni bar hetta ikki til. Nú semja gjørdist um markið varð stjórnin kortini noydd at bíða við útbjóðing orsakað av nýggjum umhvørviskrøv- um. Fyri tveimum mánað- um síðani vórðu so loyvini latin. Bæði Texaco, Amerada Hess og Philips eru væl nøgd við hesa útbjóðing fyri ikki at tosa um BP og Shell. Amerada hevur m.a. fingið teigin beint hinu- megin markið, har teir skulu bora á føroyskum øki. Tað hevur ljóðað, at eitt møguligt oljufelt liggur tvørtur um markið, so Amerada bólkurin – vil væl við – kann fáa fatur í báð- um endum. Phillips sigur í eini viðmerking, at teir eru sera væl nøgdir við teigin fyri sunnan (bláur). Og hjá Texaco er frøin eisini stór, tí teir hava fingið fleiri av spennandi teigunum við markið (reyðu). Sum kunn- ugt fekk Texaco einki loyvi við Føroyar, men tað verður gitt, at Texaco framvegis leitar eftir møguleika at fara uppí eitt av verandi loyvum, og tá er hugsandi, at Texaco kann loyva øðr- um inn í onkur av sínum loyvum á bretskum øki. Samanumtikið siga eyg- leiðarar, at ljóskastarin fer at verða settur á Atlants- mótið komandi ár. Verða nógv nýggj fund gjørd verður tað eisini veruliga byrjanin til ein heilt nýggj- an oljulandslut ala Norð- sjógvin. Stórar vónir til brunn hinumegin markið Kortið vísir úrslitið av 19. útbjóðing í bretskum øki, alt leitiloyvi í tí fyrrv. Hvíti sonuni, skamt frá miðlinjumarkinum. Assynt- brunnurin, sum BP fer at bora í næstum, liggur í teiginum 204/18. Vit síggja so eisini hini loyvini, sum eru lastin. Her er tað serliga Texaco og Amerada Hess, sum hava verið heppin. Á hesum kortinum síggja vit, hvussu nær leitiboringarnar eru við verandi oljufelt á bretskum øki. Í trýkantinum hava vit fyri vestan Statoilboringina, fyri eystan hana hjá BP og í triðja horninum fyri sunnan hava vit komandi boring hjá Amerada Hess. Í cirkulinum sunnan fyri eru so oljufeltini Foinaven og Schiehallion. Punkteraðan linjan er markið. Beint sunnan fyri markið síggja vit komandi boringina hjá BP, Assynt- brunnin. Tá BP er liðugt við at bora Svínoyarbrunnin um góðar tvær vikur, siglir boriskipið teir 10 fjórðing- arnar til at bora Assynt- brunnin í bretskum øki C M Y K 12