Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-17, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. august 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 157 - 17. august 2001 Nr. 157 - 17. august 2001 11 Farodane er 51 ára gamalt handils- og tænastuvirki, sum í dag er millum landsins fremstu heildarveitarar til skrivstovuna. Virksemið fevnir um sølu og tænastu av framkomnum KT-loysnum, kopi-, fax- og AV-tólum, skrivstovuinnbúgvi og øðrum skrivstovubúnaði. Farodane hevur eisini skeiðtænastuna Kvasir, umframt hjáfeløgini VIT Sp/f og Vision Software. FARODANE 08-01 Sølufólk FARODANE P/F Brekkutún 4 Postboks 109 FO-110 Tórshavn Sum partur av søludeild okkara fevnir starvsøki títt fyrst og fremst um sølu av skrivstovulutum, bæði í handlinum og við telefonavgreiðslu. Í tøttum sam- starvið við tænastudeild okkara fært tú ábyrgdina av at tryggja viðskiftafólki okkara bestu og varandi tænastuna. Vit vænta, at tú hevur royndir innan sølu ella handil. Viðkomandi útbúgving er ein fyrimunur, tó at størstur dentur verður lagdur á, at tú dugir væl at tosa við fólk, ert skyldurøkin og fyrikomandi. Herumframt skalt tú vera teldukøn/ur á vanligum brúkarastøði. Eitt avbjóðandi starv, har tú fært eina vøru- og sølu- venjing á høgum støði. Saman við meiri enn 40 starvs- feløgum vilt tú mynda eina gamla, men nútímans fyri- tøku í støðugum vøkstri. Á Farodane leggja vit størsta dentin á, at starvsfólkatrivnaður og umstøður annars eru í lagi. Lønin verður ásett í samráði við leiðsluna. Skrivlig umsókn við viðmælum/prógvum skal verða okkum í hendi innan mánadagin 20. august 2001. Til søludeild okkara innan skrivstovulutir sóknast vit eftir einum sølufólki at byrja skjótast gjørligt Starvsøki: Tín vangamynd: Vit kunnu bjóða: CAFETERIA- MEDHJÆLPER TIL FÆRØERNES KOMMANDO En stilling som overenskomstansat cafeteriamedhjælper med 30 timer pr. uge er ledig ved Færøernes Kommando, Mjørkadal og ønskes besat pr. 15. september 2001. ARBEJDSOMRÅDE: Planlægning, tilrettelæggelse, fremstilling, kontrol og salg af produktionen og øvrigt varesortiment. Salg, service og kassebetjening. Planlægning, tilrettelæggelse, gennemførelse og kontrol af indkøb ved lokale firmaer. Lagerstyring. Daglig rengøring af køkkenet. KVALIFIKATIONER: Erfaring fra lignende stilling ønskeligt. Evne til at arbejde selvstændigt. Gode samarbejdsevner samt ordenssans. AFLØNNING: I henhold til organisationsaftale for hushjælpere i statens tjeneste af 10. maj 1996 mellem Finans- ministeriet og Forbundet af Offentlige Ansatte. Der er endvidere til stillingen knyttet et særligt Færø-tillæg på kr. 600,00 pr. måned. ANSØGNING: Skriftlig ansøgning bilagt dokumentation for uddannelse samt oplysning om tidligere og nuværende beskæftigelse indsendes til: Færøernes Kommando Postboks 3195 FO-110 Tórshavn mærket »CAFETERIAMEDHJÆLPER« inden den 31. august 2001. Nærmere oplysning om stillingen kan indhentes ved Færøernes Kommando, Mjørkadal, tlf.: 311480, Andrass Petersen lokal 3500. Tórshavnar Ítróttarráð Úrslit av drátti 6. august 2001 Hesir seðlar hava vunnið: Vinningur nr. 1: 4452 Vinningur nr. 2: 1950 Vinningur nr. 3: 13277 Vinningur nr. 4: 2758 Vinningur nr. 5: 3140 Vinningur nr. 6: 16456 Vinningur nr. 7: 21750 Vinningur nr. 8: 8591 Vinningur nr. 9: 8685 Vinningur nr. 10: 5016 Ringið til Kristionnu, tlf. 319017, ella Birgir, tlf. 210298. Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. P/F 2114, P/F M. J. Saltsøla, 100 Tórshavn. Nevnd: Farin úr nevndini: Magni Johannesen, Grønalíð 5, 100 Tórshavn. Innkomin í nevndina: Elisabeth Johannesen, Grønalíð 5, 100 Tórshavn. Stjórn: Farin frá sum stjóri: Elisabeth Johannesen, Grønalíð 5, 100 Tórshavn. Innkomin sum stjóri: Magni Johannesen, Grønalíð 5, 100 Tórshavn. Skráseting Føroya tann 15. august 2001 Kristin Balle _____________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. Sp/f 2315, Sp/f Bio, 100 Tórshavn. Viðtøkur broyttar: 20.05.2001. Nýtt hjánavn: Sp/f Topshop (Sp/f Bio) Endamál: Endamál felagsins er at reka biografvinnu, keyp og sølu og aðra vinnu í hesum sambandi. Skráseting Føroya tann 14. august 2001 Kristin Balle _____________________ Húsar/Syðradals Skúli Søkt verður eftir lærara til tíðaravmarkað starv fyri skúlaárið 2001/2002. Starvið er 15 tímar um vikuna. Umsóknarfreistin er til leygardagin 18. august 2001. Syðradals skúlastýri v/ Elin Syderbø 796 Húsar www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo Lesið -tað loysir seg Hevði eitt hitt mæt- asta skald føroyinga nakrantíð, Heðin Brú, verið á lívi í dag, hevði hann fylt hundrað ár. Í sam- bandi við føðingar- dag hansara, verður skipað fyri einum tiltaki. Eisini er ein av hansara mest lisnu bókum endurútgivin BÓKMENTIR Heri á Rógvi Tað var heldur lítið sum eyguni spílaðu seg út, tá vit varnaðust, hvør skuldi koma á tíðindafund henda dagin. Í sambandi við Listastevnuna verður skip- að fyri tíðindafundi so at siga hvønn dag. Henda dagin var heldur einki undantak, og luttakari skuldi vera Heðin Brú. Heðin Brú er fyri langari tíð síðani farin av hesi verð, men eftir standa hansara bókmentir, sum so at siga eru at finna í hvørjum ein- asta føroyska heimi. Veru- ligan navn hansara var Hans Jacob Jacobsen. Tað er í sambandi við, at hann hevði fylt 100 ár í dag, at gjørt verður eitt sindur burturúr. Føroya Skúlabókagrunn- ur hevur valt at endurút- geva skaldsøguna »Men lívið lær«. Bókin hevur ver- ið útseld hjá forlagnum í longri, so útgevararnir vóna, at bókin eisini kann hugsast at vera áhugaverd hjá øðrum enn skúlanæm- ingum. Bergljót av Skarði hevur ritstjórnað nýggju út- gávuna. Hendingarnar í bókini fara fram seinast í 18. øld og fyrst í 19. øld. Um hetta mundi fara stórar broytingar fram í Føroyum. Greitt er, at Heðin Brú veðrur nógv umhildin. Í formælinum á nýútgávuni fær eisini tað skoðsmál, at hann hevur verið við til at skapt ein samleika fyri før- oyskar bókmentir. Bók til næmingar Føroya Skúlabókagrunnur hevur seinastu tíðina gjørt nýútgávur av føroyskum klassikarum. Frammanund- an eru Heiðin Hind og Stjørnuskaldið undir varða, savn við tekstum og mynd- um eftir William Heinesen. Tað er Bergljót av Skarði, sum hevur ritstjórnað nýggju útgávuna av skald- søguni. Hon hevur m.a. skrivað um sjálvan rithøv- undin, tekstasløg og orða- frágreiðingar. Eisini hevur hon samskipað søguligt til- far um eitt nú bátsbandið. Bókin er sambært for- mælinum ætlað bæði fram- haldsdeildini og eisini mið- námsskúlunum. Tað er sjálvandi ymiskt, hvussu næmingar í 8. flokki og ein 3.S fara at viðgerða bókina, men Føroya Skúlabóka- grunnur heldur, at bókin kann brúkast til øll enda- mál. Sjálv er Bergljót stu- dentaskúlalærari. Hon und- irvísir í enskum og føroysk- um, men hetta seinasta árið hevur hon havt farloyvi. Tað var í eisini í hesum sambandi, at hon átók sær at ritstjórnað hesa góðu ný- útgávu. Hon hevur brúkt nakrar mánaðir at arbeiða við hesum. Bergljót sigur, at hon hevur fleiri ferðir upplivað, at næmingum dáma »Men lívið lær«. Orsøkirnar til hetta eru kanska, at tað er ein kærleikssøga við í søg- una ella kanska, at bókin vísir eina góða síðu av kvinnuni. Í øllum førum hevur næmingunum dámt væl at lisið bókina, og við hesari útgávuni verður bók- in kanska latin meira upp fyri næmingunum. Tiltak Tað verður eisini skipað fyri einum tiltaki í kvøld, fríggjakvøldið. Tiltakið er ein minningarløta skaldin- um til heiðurs. Føroyski mentanarheimurin hevur spílað so mikið út, at tey kunnu borðreiða við eini 10 ymiskum innsløgum hetta kvøldið. Tað er í eisini í sambandi við Listastevnu Føroya, at skipað verður fyri hesum tiltakinum. Nógv ymisk fólk fara at luttaka við bæði upplestri, spæli og sangi. Gulla Øregaard hevur sam- skipað tiltakið vegna Lista- stevnu Føroya. Á skránni verður eitt sindur av hvørjum. Fyri líkasum at fáa Listastevn- una upp í part, ber Carl Johan Jensen fram eina heilsu. Gunnar Hoydal fer somuleiðis eisini at bera fram eina heilsu vegna rit- høvundafelagið. At siga frá sjálvum skaldskapinum hava fyri- reikararnir fingið Bergljót av Skarði, sum jú eisini hevur ritstjórnað nýútgáv- una av »Men lívið lær«. Sonur Heðin, Bárður Jákupsson, fer at siga frá um ættina hjá pápanum. Páll Danielsen og Egi Dam fara at lesa upp brævaskifti millum Heðin Brú og Christian Matras. Somu- leiðis fer Páll Danielsen at lesa stuttsøguna »Ein her- søga«. Bæði sjónleikur og tón- leikur verður eisini á skránni. Tað verður leik- felagið Gríma, sum kemur at standa fyri sjónleikinum. Martin Joensen og Johannus á Rógvu Joensen og aðrir fara at spæla bæði nýggjar sangir og eisini spæla tónleik afturvið leik- inum. Heðin Brú hundrað og heiðraður Týr er eitt gott dømi um, hvussu lokalur tónleikur eisini kann rigga globalt. Hatta er vegurin fram, um føroyingar hugsa um altjóða gjøgnumbrot, heldur íslendski tónleikarin, Bubbi Morthens TÓNLEIKUR Pop.fo Sjálvur hevur hann ongan- tíð havt ætlanir um annað enn at syngja á íslendskum fyri íslendingum. Meðan aðrir íslendskir tónleikarar hava lagt seg eftir altjóða marknaðinum, hevur Bubbi Morthens gjørt eina rúgvu av fløgum á íslendskum, og hann er millum bestu dámdu tón- leikarar í okkara granna- landi. Hann hevur tó sína hugs- an um, hvør tónleikur kann fáa gjøgnumbrot á einum størri marknað enn tí før- oyska og íslendska. - Tað ræður um at halda fast við tín samleika. Tú skalt brúka lokala tónleikin soleiðis, at hann eisini rigg- ar globalt. Týr eru eitt gott dømi um, hvussu hetta kann gerast í Føroyum. Her hava teir brúkt ein gamalt kvæði til ein nýggjan rock- sang, og tað er frálíkt, segði Bubbi Morthens við út- varpssendingina, Av yms- um ættum, sunnukvøldið. - Hatta er vegurin fram, um føroyingar hugsa um al- tjóða gjøgnumbrot. Tað ræður um at brúka tann lokala tónleikin, so hann eisini riggar á einum størri marknaði, sigur íslendski tónleikarin. Hann heldur, at tað er júst samleikin og upprunin, sum hevur gjørt, at til døm- is íslendska Bjørk er vorðin heimskend. Bubbi: Týr eru frálíkir Mansterk vóru eftirkomararnir hjá Heðini Brú møttir upp. Bergljót av Skarði hevur ritstjórnað nýútgávuna av »Men lívið lær«. Á tíðindafundinum mikudagin las hon upp úr bókini. C M Y K 11 10