fríggjadagur 19. september 2008síða 28
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Soleiðis tekur tú
Nú tað er vorðið alt lættari at taka myndir
og at goyma tær á telduni, kunnu vit øll
somul royna okkum sum myndafólk,
uttan at fara á húsagang. Men tað er nógv
stuttligari, um myndirnar eru hampiliga
góðar. Her eru nøkur góð ráð og hugskot til,
hvussu tú tekur góðar myndir.
RÆTT
Soleiðs fært tú øll á eini bólkamynd at taka seg
væl út.
• Vel eina so róliga bakgrund, sum til ber
• Ansa eftir, at fólkini ikki fáa sólina í eyguni, so
tey snerkja við eygunum. Tak myndina í skugga,
um neyðugt.
• Ver ikki bangin fyri at geva ordrar um, hvar
fólk skulu standa ella at biðja tey stilla seg tætt
saman meðan myndin verður tikin
• Stilla tey minstu framman fyri tey størstu og fá
uppsetingina so symmetriska, sum gjørligt
• Ansa eftir, at øll síggja myndatólið við báðum
eygum. Tað er ikki nokk, at tey síggja tann, sum
tekur myndina
• Á myndum, har fólkini sita, skulu tey sita pent
Bólkamyndir
Andlitsmynd í mótljósi
Nógv eru bangin fyri at taka andlitsmyndir í
mótljósi, men tað kann ofta vera besta loysnin
• Stendur persónurin í fullum viðljósi, tvs. fær
sólina beint í eyguni, er tað trupult at fáa eitt
avslappað andlitsbrá. Oftast kasta brillur og
nøs eisini harðir skuggar inn yvir andlitið
• Royn og snara modellini á, soleiðis at hon
stendur í mótljósi, tvs. at sólin kemur aftanífrá,
so modellin fær slappa av og hildið eyguni
opin
• Ansa bara eftir, at sólin ikki stendur beint inn
í linsuna á myndatólinum
• Far heilt tætt at persóninum, so andlitið fyllir
mest møguligt á myndini
• Um neyðugt, brúka so blitz fyri at lýsa
andlitið upp
• Tú fært vakurt viðljós, tá sólin stendur heilt
lágt, tvs. við sólarris og sólsetur
RÆTT
Lagt til rættis: Anna V. Ellingsgaard
Myndir: Álvur Haraldsen
Skeivt
Skeivt