fríggjadagur 19. september 2008síða 29
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 180 - 21. september 2008
29
Hús í Norðragøtu
Snøgg arkitektteknað
hús í Norðragøtu
P/F Inni | Niels Finsens Gøta 37 | P.O. Boks 364 | FO-110 Tórshavn | inni@inni.fo | Tlf. 320 410 | Fax 320 510
Fyrsta fatanin
Fyrsta fatanin er, at í hesi gøtuni standa eini hús, sum eru heilt serlig.
Grannalagið er hugnaligt og grannarnir eru blíðir og fyrikomandi.
Húsini
Húsini eru bert 6 ára gomul í góðum standi, dygdin er avbera góð. Húsini
eru nakað fyri seg og sera spennandi.
Stór terassa er sunnafyri húsini. Eisini er terassa út frá stovuni, eftir allari
niðaru síðu.
Ljós og luft
Húsini standa væl og frítt fyri. Vakurt útsýni er oman millum húsini , út á
víkina og niðan í fjøllini. Tú kennir teg ongantíð innibyrgdan, vindeygini er
stór og tað kemur sera nógv ljós inn.
Stílur og snið - inni og úti
Stílurin er ráður, nýtýmans og serligur, men tó lættur og ljósur. Opið er
upp í tróðrið, og tað er vítt til veggja Nógv og stór vindeygu eru og
útsýnið er gott. Opni stílurin innan ger, at tú hevur gott samband við
umhvørvið uttan, men hóast tað, er tað sera fjálgt inni hjá tær sjálvum.
Garagan
Stór garaga er føst í húsinum, tú kanst ganga beinleiðis út í garaguna úr
fýrrúminum.
Alt er gjørt á besta hátt – bæði
innan og uttan. Húsini eru sera
snotulig - sterkt og væl bygd.
Fakta:
Snotiligu arkitektteknaðu húsini eru í 2 hædd-
um. Ovara hæddin er 164m2 og niðara hædd-
in er 40m2. Hartil er garasja á 36 m2 – í alt 240
m2. Í ovaru hædd, sum er býtt upp í 2 partar,
er inngongd, durur, køkur / stova, sjónvarps-
stova, wc, 2 kømur, arbeiðsrúm, hjúnarrúm
við egnum baðirúmi og trappa til niðaru
hædd. Eisini er stórt útigólv. Í niðaru hædd er
gongd, kamar, baðirúm, bryggers / fýrrúm og
haðani inngongd til garasjuna. Húsini eru
smíða úr sibiriskum lerki, hava aluvindeygu við
herðaðum glasi uttan, og takið er Icopal.
Húsini standa í friðarligum, og barnavinaligum
umhvørvi og hava sera gott útsýni. Stutt er til
allar hentleikar. Húsini eru mest sum viðlíka-
haldsfrí.
www.inni.fo