Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-19, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. september 2008síða 29

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 góðar myndir Borðmyndir av veitslugestum eru stuttligar at eiga, men tær eru ikki altíð líka stuttligar fyri tey, sum eru á myndunum. • Tak myndir frá borðhaldinum, áðrenn maturin kemur á borið og tallerkarnir enn eru pyntaðir við serviettum og prýði og ikki sovsaðir inn • Á myndum av pørum, skal parið sita tætt saman • Fólk vita ofta ikki, hvat tey skulu gera við hendurnar, tá ið tey verða avmyndað. Bið tey til dømis um at skála ella at halda lættliga um hvønn annan • Fá eygnasamband, so fólk vita av, at tey verða avmyndað • Flyt borðpynt, sum møguliga órógvar RÆTT Veitslumyndir Ferðamyndir Klassiska ferðamyndin, sum vísir, at vit hava vitjað ymisk áhugaverd ferðamál, kann verða meira ella minni væleydnað • Stilla persónin í forgrundina við ferðamálinum í bakgrundini. Stendur viðkomandi ov tætt við ferðamálið, sæst hann ella hon ikki • Tann, tú avmyndar, skal víkja týðiliga frá møguligum øðrum fólkum á myndini • Ansa eftir, at gosvatn, pelar, stengur og líknandi ikki knappliga ”stinga út” úr oyrunum ella høvdinum á persóninum, tú avmyndar RÆTT Skeivt Skeivt