Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-22, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. september 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 181 - 22. september 2008 Bjørn á Heygum, løgfrøðingur, heldur ikki, at løgmaður kundi leggja hald á skrivstovuna hjá Høgna Hoydal frá degi til dags. Hann var við at smíða stýrisskipanina og hann heldur, at løgmaður stendur á veikari grund. SkrivStovumálið Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Ein spurningur er, um løg- maður er farin út um sínar heimildir. Ein heilt annar spurningur er, hvørjar heim- ildir, løgmaður hevur. Tað heldur Bjørn á Heyg- um, løgfrøðingur, sum eis- ini var við til at gera stýris- skipanarlógina. Vit hava spurt hann, hvat hann heldur um ósemjuna, sum hevur tikið seg upp ímillum løgmann og Høgna Hoydal, fyrrverandi lands- stýrismann í uttanríkismál- um, um tiltiknu skrivstov- una í Tinganesi, sum var fyri innbroti, fyri at brúka eina vending, sum tey á løgmansskrivstovuni sjálvi hava brúkt. Og hann heldur, at løg- maður stendur rættiliga veikur í hesum máli. Tað vóru tríggir løgfrøð- ingar, sum á sinni gjørdu stýriskipanarlógina og áður hava tveir av teimum sagt sína hugsan um tiltikna skrivstovumálið í Tinganesi, sum fekk bikarið hjá løgmanni at flóta yvir, so at hann tveitti Tjóðveldið úr samgonguni. Anfinn V. Hansen heldur, at løgmaður fór út um sínar heimildir. Hinvegin heldur Sjúrður Rasmussen, sum eisini er løgfrøðiligur ráð- gevari hjá løgmanni, at løgmaður hevur allan rættin á sínari síðu. Av tí, at teir báðir eru grundleggjandi ósamdir, hava vit eisini spurt triðja løgfrøðingin, sum smíðaði stýriskipanina, Bjørn á Heygum, um hansara áskoðan á málið. Løgmaður kann ikki krevja Bjørn á Heygum sigur, at útgangsstøðið er, at hvørt landsstýrisfólk ræður sjálv- ur fult og heilt ræði á sínum málsøki og eisini fulla ábyrgd av tí. Landsstýrisfólk liggja tískil ikki undir fyri nøkrum øðrum, yvirskipað- um valdi, heldur ikki løg- manni. - Gjørdu tey tað, høvdu tey ikki fulla ábyrgd av sínum málsøki, tí so var tað tvørtur ímóti løgmaður, sum hevði evstu ábyrgdina og tá verður tað meinings- leyst at draga tey einstøku landsstýrisfólkini til svars fyri sína umsiting. Bjørn á Heygum sigur, at tað er tankin við stýrisskip- anini, at hvørt landsstýris- fólk hevur fulla ábyrgd av sínum málsøki og tey kunnu sostatt eisini dragast til svars fyri sína umsiting. - Men tað kunnu vit bara krevja av landsstýrisfólkum, um tey sjálvi hava fulla ábyrgd og sostatt ikki liggja undir fyri einum hægri myndugleika, eitt nú løg- manni. Tað stendur fast, staðfestir Bjørn á Heygum. Hann sigur, at sostatt hevur løgmaður heldur heimild til at geva Høgna Hoydal, ella nøkrum øðrum landsstýrisfólki, kravboð um at taka eina ávísa av- gerð. Tað er løgmaður, sum býtir málsøki út og ger av, hvørji málsøki, hvørt lands- stýrisfólk hevur. - Er løgmaður ikki nøgdur við embætisførsluna hjá einum landsstýrisfólki hev- ur hann trý amboð. Í fyrsta lagi kann hann geva honum átalu, í øðrum lagi kann løg- maður taka eitt málsøki frá viðkomandi landsstýrisfólki og í triðja lagi kann løg- maður siga viðkomandi landsstýrisfólk úr starvi. Men at geva landsstýris- fólki kravboð, hevur hann ikki heimild til. Próvbyrðan liggur hjá løgmanni Í sambandi við hesa tiltiknu skrivstovu, hevur løgmaður ført fram, at tað er hann, sum hevur ábyrgdina av ognunum í Tinganesi og umsitur tær. - Er talan er um eitt lands- stýrisfólk, sum húsast onku- staðni í býnum, eru væl øll samd um, at løgmaður kann ikki taka hølini frá viðkom- andi landsstýrisfólki uttan víðari. Bjørn á Heygum sigur, at vit kunnu hugsa okkum, hvat hevði hent, hevði danski íbúðarmálaráðharr- in, sum hevur ábyrgd av øllum ognunum hjá danska statinum, tveitt forsætis- ráðharran á dyr. Hann leggur afturat, at slíkt er fullkomiliga óhugs- andi, men tað hevur hann sjálvandi heldur ikki heim- ild til. - Tann brennandi spurn- ingurin í hesum føri er, hvar heimildin hjá løgmanni at umsita ognirnar í Tinganesi, liggur. Bjørn á Heygum sigur, at av forvitni hevur hann leitað í málsøkjabýtinum ímillum landsstýrisfólkini, men hann hevur onki funn- ið, sum gevur løgmanni heimild at ráða yvir ognu- num í Tinganesi. - Tað kann verða okkurt, eg ikki havi fangað, men eg havi so ikki funnið nakað, sum gevur løgmanni hesa heimild. - Finst ongin beinleiðis áseting um, at løgmaður hevur ábyrgdina av ognu- num í Tinganesi og ræður yvir teimum, haldi eg, at hann hevur ein trupulleiki. Bjørn á Heygum, sigur, at tað nú áliggur løgmanni at prógva, at hann hevur ræðið á ognunum í Tinga- nesi. - Men kann hann ikki prógva at hann hevur eina serstaka heimild at ráða yvir ognunum í Tinganesi, hevur hann ikki heimild at gera tað, hann hevur gjørt. Tilgjørt upprit Sosialurin prentar tey bæði løgfrøðligu uppritini frá Høgna Hoydal og løgmanni, aðrastaðni í blaðnum, men Bjørn á Heygum ivast ikki í, at hann hellir mest til at taka undir við Anfinni V. Hansen, sum hevur gjørt uppritið fyri Høgna Hoy- dal. - Uppritið frá løgfrøð- inginum hjá løgmanni tykist eitt sindur tilgjørt. Tað ber sjálvandi til at víðtulka heimildina um málsøkjabýtið. Men skal tað føra við sær, at ein landsstýrismaður kann verða tveittur úr sínum høli frá degi til dags, tí at løgmaður brádliga fær brúk fyri hølunum, virkar sum ein ógvuliga víttgangandi tulking. - Tað er ongin greið til- skiling í málsøkjabýtinum, at løgmaður varðar av ognunum í Tinganesi og fyrrenn tað er gjørt, kann løgmaður ikki bara uttan víðari geva sær sjálvum hetta málsøki at umsita. Men nú sigur ráðgevarin hjá løgmanni, at tað eru so nógv málsøki, at tað er vónleys at nevna øll, men at siðvenja og tulkingar geva løgmanni ognirnar í Tinga- nesi at umsita. - Tað kann væl vera, men ognirnar í Tinganesi, har landsstýrið húsast, er eitt nokk so týðandi málsøki. Spurningurin er so eisini um hendan tulkingin bara snýr seg um Tinganesi ella snýr hon seg um allar ognirnar hjá landinum. Tulkingin hjá ráðgevaranum hjá løgmanni tykist nakað víttgangandi, hóast ongin kanska hevur hugsað um at áseta beinleiðis, hvør varðar av ognunum í Tinganesi. - Skal tulkingin hjá ráðgevaranum hjá løgmanni verða galdandi, er tað ein spurningur um ikki bæði vinnumálaráðið, fíggjar- málaráðið, mentamálaráðið, tilfeingismálaráðið og al- manna-og heilsumálaráðið, ikki kunnu verða tveitt á dyr frá degi til dags. Smyril í trupulleikum leygardagin Smyril fekk so mikið álvarsligar tekniskar trupulleikar leygarmorgunin, at tað órógvaði siglingina. Hann skuldi fara úr Havn klokkan sjey leygarmorgunin, men brek í elektrisku skipanini førdi til, at ferðin varð útsett í tveir tímar. Smyril fór sostatt úr Havnini næstan tveir tímar seinkaður, tá ið teir hildu seg hava loyst trupulleikan. Men tá ið hann hevði siglt eitt korter, fór brekið aftur at gera um seg aftur.Fyri at binda um heilan fingur, gjørdi skiparin av at venda aftur til Havnar. Har fingu teir bilbukt við brekið, so Smyril loksins slapp suður klokkan 14. Restina av degnum skuldi hann so sigla eftir ferðaætlanini. Men gakk: Tá ið hann skuldi loysa av Krambatanga klokkan 18.30, gjørdi brekið aftur vart við seg og sostatt var hann næstan tveir tímar seinkaður norður og túrurin suður aftur varð tilsvarandi seinkaður. Men tá høvdu teir fingið endaliga bilbukt við brekinum. Øll á Strendur at velja Bygdaráðið á Strondum hevur nú gjørt av, at hereftir verður bara eitt valstað í kommununi og tað verður í bygdarhúsinum á Strondum. Sostatt samtykti bygdaráðið herfyri, at niðurleggja valstaðið á Selatrað. Bygdaráðið ásannar, at tíðin er farin frá at hava fleiri valstøð í kommununi. Á næsta valið, sum allarhelst verður kommunustýrisvalið tann 11. november skulu veljarar á Selatrað og Morskranesi tískil á val í bygdahúsinum á Strondum, sum í framtíðini verður einasta valstað í kommununi. Løgmaður stendur veikur í stríðnum um skrivstovuna