mánadagur 22. september 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 181 - 22. september 2008
Bindandi avtala
Tá ið samgongan varð skip
að, gjørdi Høgni Hoydal og
løgmaður ein skrivliga av
talu um, hvussu høli og
starvsfólk í Tinganesi skulu
býtast ímillum uttanríkis
ráðið og løgmálaráðið.
Ráðgevarin hjá løgmanni
staðfestir, at talan einans er
um eitt ætlanarskriv og ikki
um eina formliga avtalu,
sum er løgfrøðiliga bind
andi.
Her er Bjørn á Heygum
slett ikki samdur.
Tað er í øllum førum
ikki eitt ætlanarskriv. Tað
stendur beinleiðis, at talan
er um eina semju.
Og tá ið talan er um eina
semju, má hon sigast upp,
áðrenn nøkur stig verða
tikin, tí avtalan er í gildi, til
hon er søgd upp. Men í
hesum føri varð hald lagt á
skrivstovuna, áðrenn avtal
an varð søgd upp og tað ber
ikki til.
Men skuldi endaliga
niðurstøðan verið, at løg
maður hevur ræðisrættin á
ognunum í Tinganesi, kann
hann kortini ikki bara taka
eina skrivstovu, sum uttan
ríkisráðið hevur rætt til eftir
avtaluni.
Tað er ongin ivi um, at
semjan er galdandi til hon
formliga er sett úr gildi og í
øllum førum kann hon ikki
sigast upp frá degi til dags.
Talan má vera um eina hósk
andi freist, so at uttanríkis
ráðið fær stundir til at flyta
úr skrivstovuni við sínum
fólkum og sínum skjølum,
sigur Bjørn á Heygum.
Men eitt heilt annað er so
tað, at hóast løgmaður og
varaløgmaður eru ósamdir
um eina skrivstovu, kunnu
løgmansskrivstovan
og
uttanríkisráðið so bara hvør
í sínum lagi bróta seg inn á
skrivstovuna, fyri at brúka
eina vending, sum hevur
verið frammi í almennu
skjølunum?
Nei, hetta tykist mær at
vera nokk so ósiviliserað
framferð.
Bjørn á Heygum sigur, at
her um okkara leiðir, bróta
vit ikki bara inn til hvønn
annan, hóast vit eru ósamd
um eina skrivstovu, eini
hús, ein bil, ein bát, ella,
hvat tað skal vera.
Hetta er ein óvirðilig
framferð, leggur Bjørn á
Heygum afturat.
Aftur ímóti øðrum
londum, brúka før
oyingar rættiliga nógv
freon, sum oyðileggur
ozonlagið rundan
um jørðina og tað vil
Umhvørvisstovan
hava politikararnar
at gera nakað við.
Ein orsøk er helst, at
ozonoyðandi freon
er nógv bíligari enn
tað vandaleysa slagið,
so her er peningur at
vinna upp á at dálka
umhvørvið
Umhvørvisdálking
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Vit í Føroyum gera okkara
besta fyri at oyða ozonlagið
rundan um jørðina.
Tað skilst á eini frágreið
ing, sum Umhvørvisstovan
hevur gjørt.
Frágreiðingin vísir, at
aftur ímóti okkara granna
londum, brúka føroyingar
rættiliga nógv ozonoyðandi
evni í okkara ídnaði.
Freon verður brúkt í køli
skipanum og tað eru serliga
skip, sum brúka nógv freon,
ella HCFC22, sum tað eit
ur fakmáli.
Umhvørvisstovan sigur,
at í fjør innfluttu Føroyar
3,1 ODPtons av ozonoyð
andi evnum.
ODP er ensk stytting fyri
ozonoyðandi megi.
Hetta er stór nøgd sam
anborið
við
Ísland
og
Noreg, sum í 2007 brúktu
ávikavist 2,2 og 17,5 ODP
tons hóast londini eru nógv
størri enn vit, siga tey á
Umhvørvisstovuni.
Tey siga, at í ár er fyrstu
ferð, at næstan allir innflyt
arar hava latið upplýsingar
inn um innflutning av ozon
oyðandi evnum og tí er
uppgerðin meira fullfíggjað
enn undanfarin ár. Sostatt
hava tølini fyri undanfarin
ár verið lág og kunnu av tí
sama heldur ikki reiðiliga
samanberast við í ár. Men
er kortini ein ábending um,
at nýtslan er vaksin.
Nógv mest til skip
Kanningin hjá Umhvørvis
stovuni vísir, at 68% av
innflutninginum av freon
varð selt til føroysk skip,
17% vórðu seld til útlendsk
skip og 14% vórðu nýtt til
onnur endamál á landi.
Tey kannaðu eisini um
tað freon, sum varð innflutt,
var nýframleitt ella endur
vunnið og har var svarið
púra greitt: Talan er einans
um nýframleitt freon.
Endurvunnið freon kost
ar tríggjar til fýra ferðir so
nógv sum nýtt freon og
tann lági prísurin er helst
ein orsøk til, at Føroyar
brúka so nógv ozonoyðandi
evni samanborið við granna
londini, siga tey á Um
hvørvisstovuni.
Í Danmark og í Grønlandi
er als ikki loyvt at fylla køli
skipanir við nýframleiddum
freon, tí har er bert loyvt at
selja endurvunnið.
Í Føroyum er einki slíkt
krav, og tí eru pengar at
spara hjá teimum, sum
keypa freon í Føroyum,
men tað er sjálvsagt, at tann
bíligara loysning verður
vald, sigur Umhvørvisstov
an.
Vilja hava tiltøk
Umhvørvisstovan hevur nú
mælt landsstýrinum at gera
reglar í gildi, sum minka
um føroyska útlátið av ozon
oyðandi evnum. Landsstýr
iskvinnan
í
umhvørvis
málum, Helena Dam á
Neystabø, tók undir við
tilmælinum og hevði í
umbúna at seta Montreal
sáttmálan í gildi í Føroyum,
sum hevur ásetingar um
útlátið ozonoyðandi evn
um.
Endamálið var er eisini at
seta kunngerð í gildi, sum
tálmar útlátið av ozonoyð
andi evnum umborð á skip
um og at seta reglar um, at
minka nýtsluna av ozon
oyðandi evnum fyri at
leggja um til aðrar skipanir,
sum ikki dálka umhvørvið.
Samstundis var ætlanin
at gera reglur um, at tað
einans skal vera loyvt at
nýta endurvunnið endur
vunnið Freon í Føroyum.
Minkingin stendur við
Tey nýggjastu tølini fyri okkara útflutning, vísa, at tann gongdin, sum vísti
seg fyrr í ár stendur við. Og tað er vit framvegis útflyta minni í ár enn vit
gjørdu í fjør. Tað sigur Hagstovan á heimasíðu síni. Tilsamans útfluttu vit fyri
2,3 milliardir teir fyrstu sjey mánaðirnar í ár, aftur ímóti 2,4 milliardir í sama
tíðarskeiði í fjør. Sostatt er talan um eina minking upp á 5%. Men verða
skipini ikki tikin við, er talan um eina minking upp á 17%. Minkingin er stór
fyri flest øll fiskasløg, men í mestan mun er tað alifiskurin, sum vigar
positiva vegin. Nú er útflutningsvirðið av laksi hægri enn fyri nakað annað
fiskaslag, og fyrstu sjey mánaðirnar í ár er útflutt fyri 433 milliónir av laksi.
Somu tíð í fjør var tað toskurin, sum hevði størst útflutningsvirði, sigur
Hagstovan
Friðarligt sun-
nunátt
Sunnunáttin var ein av teimum heilt friðarligu hjá
løgregluni kring landið. Løgreglan í Havn sigur, at
fitt av fólki var í býnum og okkurt smávegis
ófriður stóðst burtur úr, men ikki meiri enn so,
enn at truplleikarnir vórðu loystir á staðnum, at
kalla í friði og náðum, sigur løgreglan.
- Eg havi onki funnið,
sum gevur løgmanni
ræðið á ognunum í
Tinganesi. Men undir
øllum umstøðum
kann hann ikki leggja
hald á eina skrivstovu
hjá einum øðrum
landsstýrið frá degi
til dags. Verjan hjá
løgmanni er nokk so
veik og tilgjørt, heldur
Bjørn á Heygum,
løgfrøðingur, sum
var við at smíða
stýrisskipanina
Føroyingar gera sítt
til at oyða ozonlagið
Talvan vísir, hvussu nógv ozon-oyðandi freon føroyingar hava innflutt tey seinastu árini