mánadagur 22. september 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 181 - 22. september 2008
- Sum fakfelag kunnu
vit ikki vera við til
at okkara peningur
verður brúktur
fíggja virksemi,
har starvsfólk ikki
fær sína løn, sigur
forkvinnan í Starvs-
mannafelagnum.
Tí hava fakfeløgini,
sum eiga peningin
í LÍV, fortalt
tryggingarfelagnum,
at tað er ógvuliga
umráðandi, at mann-
ingin á Topaz fekk
sína løn
Íløgur og etikkur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Sum fakfeløg kunnu vit
ikki í tøgn vera vitni til, at
okkara
peningur
verður
brúktur at fíggja virksemi,
har starvsfólk ikki fær sína
løn.
Tað sigur Selma Ellings-
gaard, forkvinna í Starvs-
mannafelagnum.
Tey
fýra
fakfeløgini,
S t a r v s m a n n a f e l a g i ð ,
Lærarafelagið, Pedagogfe-
lagið og Havnar Arbeiðs-
kvinnufelag, hava øll sínar
tryggingar hjá LÍV.
Og teimum fýra feløgu-
num hevur tað ligið ógvu-
liga nær á hjartað, at mann-
ingin á føroyska skipinum,
Topaz, fekk sína løn skjótast
tilbar.
Tryggingarfelagið
LÍV
hevur verið við til at fíggja
virksemið hjá Topaz.
Og hesi fýra fakfeløgini
hava tilsamans einar 5000
limir í almennum starvi, ið
hava sína eftirlønaruppspar-
ingar og lívstryggingar í
tryggingarfelagnum LÍV.
- Sostatt eru vit ein stórur
partur av fíggjarliga grund-
arlagnum undir LÍV saman
við leiðslu og umsitingini í
Lív, hava vit eisini herfyri
stuðlað undir at etiskar regl-
ar og mannagongdir vórðu
ásettar fyri, hvat okkara
peningur verður brúktur til
og, hvat slag av virksemi,
okkara peningur er við til at
fíggja.
Hugsa ikki bara
um vinning
- Sum fakfeløg kunnu vit
ikki loyva okkum bara at
hugsa um vinning, tí vit
mugu og skulu hava tey
menniskjaligu virðini við,
eisini
tá
íløgur
verða
gjørdar.
Selma Ellingsgaard sigur,
at tí avgjørdu fakfeløgini
herfyri at biðja LÍV um
fund, at fáa gjølliga kunning
og fyri at gera sína ávirkan
galdandi hjá nevndini og
leiðsluni í LíV, nú málið um
Topaz kom í ljósmála.
- Har hava vit lýst okkara
sjónarmið og lagt áherðslu
á, hvussu týdningarmikið
tað er fyri okkum sum fak-
feløg, at tryggja okkum at
manningin á Topaz fær sína
løn. Okkara aðalmál eru at
tryggja limum okkara virði-
lig og sømulig arbeiðskor
og løn, og tí var tað sjálvsagt
ein stórur skelkur fyri okk-
um og solidaritetsandan, at
vita, at í starvsfólk hava sit-
ið í mánaðir í Spania undir
mannminkandi umstøðum
og við ongari løn.
Álitið ikki skalað
Selma Ellingsgaard sigur,
at fundurin við LÍV var kon-
struktivur og at tryggingar-
felagið veitti vissu fyri, at
trupulleikin skuldi loysast.
- Vit hava havt eitt gott
samskifti við LÍV um
Topaz-málið og tað er um-
ráðandi fyri okkum at álitið
ímillum partarnar ikki er
skalað og tað er tað ikki.
- LÍV greiddi okkum frá,
at tey ikki vistu, hvussu
støðan var, fyrrenn nú og at
felagið reageraði so skjótt,
tey frættu um trupulleikan.
- Vit fingu at vita frá
tryggingarfelagnum, at eis-
ini fyri tey var tað umráð-
andi at fáa trupulleikan
loystan og tað hava vit onga
sum helst orsøk at ivast í.
Selma Ellingsgaard stað-
festir, at fakfeløgini hava
framvegis fult álit á LÍV og
at tey hava onga orsøk at
halda, at LÍV hevur vitað
um trupulleikan, fyrrenn
júst nú.
Hon staðfestir eisini, at
tað kom ongantíð har til, at
feløgini løgdu trýst á LÍV, tí
fundurin ímillum partarnar
var í sátt og semju og part-
arnir vóru fult samdir um at
málið skuldi loysast.
Velja aftur
ársins leir
víking í ár
Bygdaráðið í
Leirvík hevur nú
tikið stig til at fáa
tiltakið um at velja
ársins leirvíking í
eina fasta legu
Ársins rósa
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Í nøkur ár hava tey í Leir-
vík, valt ársins bygdarfólk
og í hesum sambandi
hava tey innstillað leir-
víkingar, sum tey halda
hava
uppiborið
eitt
serligt herðaklapp, til
ársins rósu.
Men hetta hevur verið
eitt tiltak, sum privatfólk
tóku stig til á sjálvbod-
num grundarlagið í sam-
bandi við at jólaskipið
plaga at koma til Leirvík-
ar upp undir jól.
Hinvegin er hetta til-
takið blivið so væl um-
tókt, at ætlanin er ikki at
hetta skal detta niður fyri
aftur og tí ætlar bygda-
ráðið nú at gera hetta til
eitt alment og formligt
tiltak í bygdini at velja
ársins rósu í Leirvík.
Í tí sambandi hevur
bygdaráðið valt trý fólk í
eina nevnd við trimum
fólkum at skipa fyri til-
takinum.
Hendan nevndin skal
eisini seta treytir fyri til-
takinum og gera eina inn-
stilling til heiðurin.
Í nevndini sita Randal
Nybo, sum hevur verið
ein av fyriskiparunum,
Ove Heinesen, skrivari í
kommununi og Ólavur
Sjúrðarberg, sum eisini
er bygdaráðslimur og for-
maður í trivnaðarnevnd-
ini.
Politikarar í ABC
flokkunum eru
samdir um, at verður
hetta samgongan,
skal kunngerðin, sum
bannar innflutningi
at tollfríum tubakki,
takast av
tollfrÍ søla
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tey, sum hava barst við
hond og fót ímóti ætlanini
hjá Karsten Hansen um at
banna innflutningi at toll-
fríum tubbaksvørum til Før-
oyar, kunnu bara seta sína
vón til, at ætlaða ABC sam-
gongan verður veruleiki.
Tí verður hon tað, er lítil
ivi um, at kunngerðin, sum
Karsten Hansen hevur lýst
um at banna influtningi av
tollfríum tubbaksvørum til
Føroyar frá 1. oktober, verð-
ur avtikin.
So tað kann væl vera, at
hendan ABC samgongan,
sum nú er undir landi, eigur
onkrar óvæntaðar vinir runt
um í landinum, sum senda
henni ein vinarligan tanka,
um tað kanska ikki er av
politiskum orsøkum.
Politikarar, sum samráð-
ast um ABC samgonguna,
siga fyri Portalinum, at teir
hava sum so ikki viðgjørt
hesa illa lýddu kunngerðina,
men hon hevur verið nevnt
og tað øll halda, at hon skal
takast av.
So teir ivast ikki í, at verð-
ur ABC samgongan veru-
leiki og Karsten Hansen
fær durafjórðingin í fíggjar-
málaráðnum, verður eitt tað
fyrsta tiltakið hjá nýggja
landsstýrismanninum
at
avtaka kunngerðina, so at
tollfrí søla av tubbaksvørum
kann halda fram.
Politikarar duga ikki at
síggja meiningina við kunn-
gerðini og teir duga ikki at
síggja nakað skilagott í at
seta tiltøk í verk, sum gera
umstøðurnar hjá vinnuni
torførari enn tær longu eru.
Bæði
ferðavinnan
og
Samvit hava funnist hvass-
liga at Karsteni Hansen fyri
kunngerðina.
Sagt hevur verið, at Smyr-
il Line og Atlantsflog fara
at missa fitt av inntøku og
at tey so verða noydd at
hækka ferðaseðlar og onnur
tænastugjøld fyri at vinna
peningin innaftur.
Men Karsten Hansen hev-
ur ikki verið til at vika, men
noyðast hann at avlevera
lykilin til fíggjarmálaráðið,
stndur tað eftirmanni hans-
ara frítt fyri at avtaka kunn-
gerðina, áðrenn hon nakran-
tíð kemur í gildi og tað er
alt sum týðir upp á tað.
Kommunuskrivstovan verður
kanska kunningarstova
Nú Leirvík og Gøta hava lagt saman í eina kommunu, er gjørt av, at umsitingin
skal vera í Gøtu. Men tað hevur so reist spurningin um, hvat kommunu-
skrivstovan í Leirvík so skal brúkast til. Eisini í bygdaráðnum hevur hesin
spurningurin verið til umrøðu. Eitt, sum nógv hevur verið tosað um, er at gera
kommunuskrivstovuna til kunningarstovu og til onnur endamál, sum hava við
ferðavinnu og frítíðarvinnu at gera. Í hesum sambandi hava tey kannað eftir,
hvussu ferðavinnutiltøk og kunningarstovur eru skipað aðrastaðni, men enn er
ongin avgerð tikin.
Topaz: Fakfeløg gjørdu sína
ávirkan galdandi hjá LÍV
Samgonguslitið bjargar tollfríu sigarettunum
Álitið á LÍV er ikki skalað av
hesi hendingini, sigur Selma
Ellingsgaard, forkvinna í
Starvsmannafelagnum