mánadagur 22. september 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 181 - 22. september 2008
23. juni í ár kom
ætlan fram, har
Postverk Føroya
og Shell skuldu
gera eina avtalu,
um at føroyingar í
framtíðini skuldu
gera síni postørindi
á bensinstøðunum.
Hendan avtala verður
nú av ongum, tí part
arnir ikki vildu fara
sama veg, sum teir
orða tað
Postur
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Postverk Føroya legði 23.
juni í ár ætlan fram, um
hvussu felagið, sum hevur
havt nógvar trupulleikar
skuldi bjargast. Ein av hes
um ætlanum var at gera
eina avtalu við Føroya
Shell, um at seta sokallaðar
posttøkur upp á ymiskum
Shellstøðum í landinum, so
fólk sjálvi kundu avgreiða
síni postviðurskifti sam
stundis sum tey fyltu bensin
á bilin. henda avtala er nú
av ongum.
Ætlanin var, at fyrsta post
tøkan skuldi setast upp á
shellstøðini í Gøtudali í
oktobur, men henda post
tøka er í staðin sett upp á
posthúsinum á Óðinshædd.
Skiltust í semju
Tá Sosialurin ringdi til
Hendrik Egholm, stjóra í
Føroya Shell, vildi hann
treyðugt úttala seg um mál
ið, men kundi staðfesta at
avtalan var av ongum, tí part
arnir ikki vildu sama veg.
Men helt stjóran í Post
verkinum vera tann rætta at
spyrja. Hann greiðir tó
samstundis frá, at partarnir
hava gott samstarv, men at
mann onkuntíð er samdur
og onkuntíð ikki er, og at
konseptini ikki passaðu ordi
liga saman í hesum føri.
Postverksstjórin,
Sofus
Clementsen, leggur eisini
dent á, at partarnir skiltust í
semju, og enn hava gott
samstarv. At tað var talan
um eitt ætlanarskriv, og tí er
tað ongin trupulleiki, at
partarnir skiljast eftir at
hava hugt uppá ymisku
møguleikarnar og gjørt eitt
kanningararbeiði.
Tó vil ongin av stjórunum
koma inná konkretu orsøk
irnar til, at avtalan varð av
ongum.
Vilja finna aðra loysn
Posttøkurnar eru ein skipan,
ið millum annað verður nýtt
niðri í Danmørk og tær eru
eitt slag av sjálvtøkum, har
kundin kann avgreiða síni
postviðurskifti.
Postverk Føroya hevur
keypt fýra av slagnum, men
spurningurin er nú, hvar
tær skulu standa. Tá ongin
avtala er við Shell.
Her er ongin gøla. Eg
kann garantera, at kundin í
framtíðini ikki fær eina
verri tænastu, enn um vit
gjørdu eina avtalu við Shell,
sigur stjórin í Postverkið
Føroya.
Sofus Clementsen greiðir
eisini frá, at fyrsta posttøkan
verður tikin í nýtslu á Óðins
hædd fyrst í oktobur og
leggur dent á, at aðrar avtal
ur verða gjørdar í samband
við hetta konsept, postverk
ið er um at menna.
Spurdur hvørjar ætlanir
nú eru við posttøkunum,
sigur Sofus Clementsen, at
onkur hugskot eru frammi,
men hetta er ikki nakað teir
vilja út við í hesi løtu, men
at arbeitt verður við at finna
loysnina, ið gevur mest
meining fyri kundan, og at
tænasta við tíðini kemur á
ynskta støðið.
Ongar
post-
tøkur
á Shell
Sofus Clementsen, postverksstjóri, vil ikki koma nærri inná, hví
ongin avtala er, enn at partarnir ikki vildu sama veg
Átta ára gamlir hassjarar
Sambært Søren Thide, sum ger arbeiði ímóti rúsevnismisnýtslu
fyri Keypmannahavnar Kommunu, hevur trupulleikin við hassji
ongantíð verið størri enn í dag. Hann sigur millum annað, at tað í
dag eru hassjarar heilt niður í átta ára aldur, og at trupulleikin bert
er vaksandi. Sambært serfrøðingum í Danmark, er stóri
trupulleikin, at hassj er góðtikið millum ung, og at tey, ið roykja
hassj ikki missa vinir sínar á sama hátt, sum tey, ið nýta hørð
rúsevni. Tey ungu, sum roykja hassj eru vanliga millum 14 og 18
ár, og eru úr øllum sosialum løgum.