mánadagur 22. september 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 181 - 22. september 2008
Seint leygarkvøldið
varð ein ung, sam
kynd kvinna eftir
øllum at døma útsett
fyri kropsligum
og munnligum
ágangi, sum endaði
við, at hon fór á
Landssjúkrahúsið
til observatión fyri
heilaskjálvta. Løg
reglan stendur enn á
berum og vil gjarna
frætta frá vitnum
Harðskapur
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Klokkan 04.20 sunnunáttina
fekk løgreglan eina fráboð
an um, at ein dama varð
sligin uttan fyri dansistaðið
REX í Havn, og at tað
skuldi vera av tí, at hon er
samkynd.
Unga kvinnan varð send
á Landssjúkrahúsið til obs
ervatión fyri heilaskjálvta
eftir hendingina, men um
hetta var av tí, at hon var
sligin, ella um hon var
dottin, er enn ógreitt.
Pínu í høvdið
og beinið
Sosialurin hevur tosað við
ungu kvinnuna, men sjálv
minnist hon ikki, hvat er
farið fram. Hon kann bara
vátta tað, at hon hevur høv
uðpínu og ilt í øðrum bein
inum, men veit ikki at siga,
um hetta er av teirri orsøk,
at hon er sligin, ella um tað
er tí at hon er dottin.
Satt at siga stendur alt enn
rættiliga ógreitt fyri henni,
og hon má bara sanna, at alt
er rættiliga ósikkurt enn.
Váttar tríggjar
tilburðir
Eitt vitni í hendingini greið
ir soleiðs frá hendingunum,
sum hann sigur vera tríggjar
í tali.
»Eg fór í býin og stóð í
barrini, tá eg kom í prát við
hana (ungu kvinnuna, red.),
sum eg kenni frá fyrr av. Tá
vit standa har, kemur ein
ungur maður, um 20 til 25
ára aldur yvir til hana og
byrjar at spilla hana út og
sigur hvussu stórt eitt turn
off hon er og annars vísir á,
hvussu vamlisligt tað er, at
hon er samkynd. Tað ger
hann bæði við orðum og
kroppsmáli. Hann virkaði
sera aggressivur móti henni,
men gjørdi henni einki
kroppsligt mein, og eg bað
hann taka seg saman, og
hann fór at enda avstað.
Seinni aftur sá eg hana
standa á dansigólvinum, og
tá kemur ein annar maður í
sama aldursbólki til hana,
og byrjar á sama hátt sum
hin undanfarni við útspilling
og munnligum ágangi móti
henni, av tí at hon er sam
kynd«, greiðir vitnið frá.
Sama vitni greiðir soleiðs
frá víðari hendingum.
»Tá dansistaðið letur aft
ur, fari eg út gjøgnum inn
gongdina til dansistaðið, og
har standa so nógv fólk í
gongini og práta, sum van
ligt er. Tá knappliga hoyri
eg røddina í henni, og at hon
sigur “av for h”, og eg vendi
mær so við, og síggi at ein
maður heldur henni upp
móti vegginum, og tað sær
út til, at hann júst tá tekur
annað knæðið aftur, og tað
sá út sum at hann júst hevði
langa henni knæðið. Men eg
sá so bara í ryggin á gern
ingsmanninum, og hann
vendir sær frá henni og fer
avstað, og eg grípi henni,
soleiðs at hon ikki skal rúka
í gólvið, og fái tískil ikki
eyga á, hvør hann er.
Men eftir mínum tykki er
tað 100 prosent sikkurt, at
hetta snúði seg um tað, at
hon er samkynd, og at tað
er tí, at hon hevur verið út
fyri hesum áganginum.«
Hetta sigur also eitt vitni,
sum Sosialurin hevur verið
í samband við.
Vilja hava fatur
á vitnum
Løgreglan veit enn ikki at
siga, hvat er farið fram í
málinum, um tað er eitt
harðskapsmál
ella
ikki.
Men teir vátta, at teir kanna
málið nærri, men eisini, at
teir enn leita eftir vitnum,
sum kanska kunnu geva
eina ábending um, hvat er
hent, ella hvør gernings
maðurin er. Tí kunnu øll
tey, ið møguliga hava upp
lýsingar um málið, venda
sær til løgregluna í Havn.
Og teir vilja fegnir hava fat
ur á øllum teimum upplýs
ingum, teir kunnu fáa fatur
á, soleiðs at málið kann
uppklárast.
Kriminaldeildin
hjá løgregluni í
Havn upplýsir, at
tvey innbrotsmál
eru uppklárað um
vikuskifti. Annað
var innbrotið í eini
hús í A.C. Evensens
gøtu, og hitt er eitt
mál, har ein maður
í fýra umførðum
hevði brotið inn í FK í
Hoyvík
Innbrot
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Um vikuskiftið hevur krim
inaldeildin hjá løgregluni
gjørt eitt ordans hál og upp
klárað tvey innbrotsmál,
sum hava verið.
Tey bæði málini, talan er
um, eru eitt innbrot, sum
varð framt í seinastu viku á
eini hús í A.C. Evensensgøtu
í Havn, har sprutt, málning
ur og innbúgv fyri millum
60 og 90 túsund krónur
varð stolið. Hitt er eitt mál,
har talan er um fýra ymisk
innbrot, har tilsamans er
stolið fyri fitt av peningi í
sigarettum, umframt nakað
av vekslipeningi.
Fjáltur kom á
innbrotstjóvar
Í málinum um innbrotið í
A.C. Evensensgøtu hevur
løgreglan
handtikið
og
avhoyrt fimm mans í aldr
inum millum 16 og 20 ár.
Teir hava allir játta seg sek
ar í at hava brotið inn í hús
ini á A.C. Evensensgøtu, og
at hava stolið sprutt, ein
málning og eitt virðismikið
B&O annlegg, sum til
samans hevði virði á millum
60 og 90 túsund krónur.
Eingin av teimum skuld
settu eru kenningar hjá løg
regluni fyri innbrot, men
ein av teimum er kendur
hjá løgregluni fyri okkurt
annað. Teir eru nú allir
skuldsettir fyri innbrotið.
Undir
avhoyringunum
kom millum annað fram, at
nakað av tí, teir høvdu stol
ið, eftir øllum at døma
skuldi vera grýtt á sjógv í
Gomlu
Hoyvíkini.
Løgreglan fekk dykkarar at
koma á staðið, har hetta
skuldi vera grýtt á á sjógv,
og staðfest var, at teir talaðu
satt.
Dykkararnir funnu hátal
arar á staðnum, og at inn
brotstjóvarnir høvdu gjørt
av at grýta hetta á sjógv
kundi bent á, at fjáltur
mundi vera komin á teir, og
at teir tí valdu at sleppa sær
av við hesar.
Men lítið hjálpti, tí teir
eru nú funnir og skuld
settir.
Teir hava allir játta seg
sekar í innbrotinum, og
kriminaldeildin sær nú mál
ið sum endaliga uppklárað.
Brotið inn fýra ferðir
Umleið klokkan tvey nátt
ina til fríggjadagin fekk løg
reglan boð um, at ein inn
brotstjóvur hevði brotið seg
inn í FK í Hoyvík. Løg
reglan fór beint á staðið, og
ein maður varð eltur av løg
regluni, sum var á veg vekk
av staðnum. Okkurt um 10
minuttir seinni varð hann
fangaður og tikin við á
støðina til avhoyringar.
Tað vísti seg so, at hesin
50 ára gamli maðurin var
innbrotstjóvurin, men eisini
at hetta innbrotið, har hann
varð tikin á búri, ikki varð
einasta innbrotið maðurin
hevði framt.
Undir
avhoyringunum
kom tað fram, at hesin sami
50 ára gamli maðurin í
trimum øðrum førum hevur
brotið inn á sama staði, og
at hann hevði stolið rættiliga
nógvar sigarettir, umframt
at hava tikið nakað av veksli
peningi.
Hesin maðurin er nú
skuldsettur fyri øll fýra inn
brotini, og kriminaldeildin
sær málið sum endaliga
uppklárað.
Tvey størri innbrotsmál uppklárað
Samkyndur harð
skapur í Havn
Modellmynd
Taliban hevur tikið 140 gíslar
Talibanuppreistrarmenn hava tikið fleiri enn 140 sivilar arbeiðarar sum
gíslar. Fólkini arbeiddu í Farahøkinum vestliga í Afganistan. Arbeiðararnir
vóru um at byggja eina nýggja herstøði til afganska herin. Í økinum er
nógv stríð, og herurin hevur havt trupulleikar við at halda stýr á økinum.
Fólkini vóru tikin av talibanuppreiðstrarmonnum á einum vegi í Bala
Bolukøkinum, har tey vóru á ferð í bussi.
Eysturkommuna skal hava
trivnaðarleiðara
Tann nýggja Eysturkommuna søkir eftir fólki at virka sum trivnaðarleiðari í
kommununi. Eysturkommuna, sum umfatar Gøtu og Leirvík, søkir eftir trivnaðarleiðara.
Trivnaðarleiðarin skal millum annað tryggja, at børn og ung, frítíð og mentan, heilsa og
trivnaður og eldraøkið verða samskipað og rikin so skilagott, sum til ber, skrivar
Leirvíkar kommuna á heimasíðu síni. Somuleiðis fær trivnaðarleiðarin ábyrgdina av
barnaverndartænastuni í Eysturkommunu. Starvið verður sett frá 1. december, og
seinasta freist at søkja er mánadagin 6. oktober 2008 kl. 12.00