Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-22, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. september 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 181 - 22. september 2008 Atlantic Petroleum er farið undir fyrstu oljuframleiðsluna hjá felagnum á Chestnut oljuleiðini. Leiðin er útbygd við tí nýggja flótandi framleiðslupallinum, »Sevan Humming­ bird«. Atlantic Petroleum eigur 15% í enska teiginum 22/2a, har Chestnut oljuleiðin liggur OLJUFRAMLEIÐSLA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo - At Chestnut leiðin nú er farin at framleiða olju er ein hornasteinur í søguni hjá Atlantic Petroleum. Hetta er fyrsta framleiðslan hjá felagnum, og vit hava havvt ein aktivan leiklut í at leggja útbyggingina til rætt- is, sigur Wilhelm Petersen, stjóri í Atlantic Petroleum. Felagið og teirra parta- eigarar hava sæð fram móti hesum degnum, ið tekur fel- agið inn í eitt nýtt tíðarskeið, og tí er hetta ein sera virðis- mikil verkætlan hjá Atlantic Petroleum. - Sum eitt oljuframleiðandi felag gevur hetta felagnum nýggjar og størri møguleik- ar, sum vit hava í hyggju at gagnnýta. Við nýggjari og nýhugsandi tøkni hava Atlantic Petroleum og tess samstarvsfeløg megnað at funnið ein lønsaman hátt at útvinna olju úr eini leið, ið varð staðfest fyri heili 22 árum síðani, og er hetta eitt stórt felags avrik hjá øllum, ið hava verið við í útbygg- ingararbeiðinum, sigur Wil- helm Petersen, stjóri. At Chestnut leiðin nú er farin í framleiðslu er ikki bert merkisvert av tí at hetta er fyrsta framleiðslan hjá Atlantic Petroleum. Hetta er samstundis eisini ein av minstu støku útbyggingunum í Norðsjónum, og vísir tað rákið innan oljuleiting og framleiðslu, har smærri og smærri leiðir verða útbygdar. Hummingbird er annar pallurin av sínum slag, og fyrsti kelvisskapaði pallur- in, ið verður tikin í nýtslu í Norðsjónum. Pallurin fer at framleiða úr Chestnut alla framleiðslutíðina hjá leið- ini. Samstarvsbólkurin hev- ur leigað pallin í hálvttriðja ár, men kann leingja leigu- málið við upp til tveimum árum aftrat. Góð byrjan Mett verður, at tað til Atlantic Petroleum kann framleiðast 1,4 milliónir tunnur av kol- vetni úr Chestnut leiðini, við einari miðal dagsframleiðslu til Atlantic Petroleum á mill- um 1.300 og 2.100 tunnur av kolvetni. Tá er South Chestnut ikki tikið við. - Hetta er nakað, vit hava arbeitt fram ímóti í eina tíð. Vit høvdu vónað, at vit kundu byrjað framleiðslu nakað fyrr, men vit mugu siga, at tað er positivt fyri felagið og fyri partaeigarar- nar, at vit nú eru farnir undir framleiðslu, sigur Wilhelm Petersen. Teir keyptu seg inn í framleiðslu leiðina í 2003, og brúktu so tey komandi árini til at fyrireika fram- leiðslu. Og í vikuskiftinum fóru teir so undir fram- leiðslu. - Hetta er fyrsta leiðin av trimum, og vit fara at fram- leiða olju úr einum øðrum brunni á Ettrick leiðini eina- ferð seinni í ár, sigur Wil- helm Petersen. Og at Atlantic Petroleum nú er farið undir framleiðslu av olju, merkist aftur á partabrævakursinum hjá fel- agnum, sum er hækkaður munandi á keypsskálunum í morgun. - Hetta er nakað, sum marknaðurin hevur bíðað eftir. Og hetta er jú ein mun- andi broyting fyri felagið at fara frá at vera eitt ikki- framleiðandi felag til eitt oljuframleiðandi felag, sigur Wilhelm Petersen. Annars byrjaði felagið at bora ein framleiðslubrunn aftrat, South Chestnut, á leið- ini tann 7. september 2008. Gongur sum ætlað, verður brunnurin klárur tíðliga í 2009, og fer hann væntandi at økja munandi um fram- leiðsluferðina, framleiðslu- nøgdina og um livitíðina hjá leiðini. Hesin brunnurin skal eftir ætlan knýtast í framleiðslu- kervið minni enn níggju mánaðir eftir, at íløgan varð góðkend í mai 2008. Hetta broytir tó ikki fíggjarliga útlitið fyri 2008, sum felagið fráboðaði í tølunum fyri fyrru hálvu av 2008. Chestnut leiðin Hendan leiðin varð funnin í 1986, og er ein av elstu óút- bygdu oljuleiðunum í Norð- sjónum. Leiðin liggur umleið 180 kilometrar eystan fyri Aber- deen á 120 metra dýpi og 13 kilometrar í ein land- synning úr Alba oljuleiðini. Samstarvsfeløgini hjá Atlantic Petroleum eru Ven- ture Production plc við 69,875%, Bow Valley Petro- leum Limited við 15,125% og so Atlantic Petroleum við 15%. Felagið keypti tey 15% í Chestnut leiðini í 2003, og seint í 2005 fingu sam- starvsfeløgini loyvi at útbyggja Chestnut leiðina við einum framleiðslubrunni og við vatninnspræning. Í 2001 boraði eitt fyrrver- andi fyristøðufelag fram- leiðslubrunnin 22/2a-11X, og royndarframleitt varð úr brunninum millum 10.000 og 15.000 tunnur um dagin. Royndarframleitt varð úr brunninum í umleið fýra mánaðir, og vórðu umleið ein millión tunnur fram- leiddar, áðrenn brunnurin varð latin aftur. Vatninnspræningarbrunn urin 22/2a-12 varð boraður mitt í 2006 við Venture sum fyrikstøðufelag. Skrokkurin á Sevan Hummingbird varð bygdur á Yantai Raffles skipasmiðj- uni í Kina. Síðani varð hann fluttur til Keppel Verolme skipasmiðjuna í Rotterdam í Hollandi, har hann varð gjørdur víðari klárur. Pallurin er ein Sevan 300 FPSO og hevur hann ein goymslukapasitet upp á 270.000 tunnur. Eindin kann hava upp til tríggjar brunnar og kann framleiða 30.000 tunnur av olju dagin og spræna inn 20.000 tunn- ur av vatni um dagin. Felagið Wood Group Engineering Limited hevur arbeitt saman við Sevan Marine ASA og Chestnut samstarvsfeløgunum við at fáa leiðina í framleiðslu. AP framleiðir fyrstu oljuna Sevan Hummingbird boriplattformurin, sum pumpar olju úr Chestnut økinum fyri Atlantic Petroleum Wilhelm Petersen, stjóri í Atlantic Petroleum. – Tað er gott fyri felagið og tað er gott fyri partaeigararnar, at Atlantic Petroleum nú er byrjað at framleiða olju Fondsbørsur vil kanna Ebh-handlar Københavns Fondsbørs er í ferð við at kanna handlar fríggjadagin í kreppurakta norður- jútska Ebh Bank fyri at vita, um talan er um insider-handlar. Kanningin fer væntandi ikki at taka nógvar dagar. – Tað er eingin orsøk at krógva seg. Sjálvandi fara vit at kanna gongd- ina, sum var fríggjadagin samanhildið við fráboðanina frá Ebh Bank í vikuskiftinum, sigur stjórin fyri eftiransing á Fondsbørsinumm, Erik Bruun Hansen við RB-Børsin. Fríggjadag- in varð handlað nógv í Ebh Banka partabrøvum, sum fullu 20% eftir at tey dagin fyri vóru fallin 16%. Mánanáttina komu so boðini um, at bankin var bjargaður av einum trygdarneti, sum Tjóðbankin hevði spent út saman við nøkrum øðrum donskum bankum. Fríggjadagin vórðu handlað smá 5400 partabrøv, ið er meiri enn vanligt. – Vit kanna tí málið og vænta, at koma til eitt skjótt úrslit, sigur Erik Bruun Hansen sambært politiken.dk