Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-22, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. september 2008síða 12

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindi Nr. 181 - 22. september 2008 Franski garnabáturin Bruix er tríggjar ferðir tikin fyri ólógliga fiskiveiði í føroyskum sjógvi, og seinast royndi skiparin rætti­ liga at koma sær undan sjóverjuni. Men við góðum samstarvi mill­ um Fiskiveiðieftirlitið, Færøernes Komm­ ando, skotsku sjóverj­ una og løgregluna eydnaðist at steðga franska veiðitjóvinum Eftirlit Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Av og á hoyra vit, at skip og bátar verða tikin fyri ólóga fiskiveiði í føroyskum sjógvi, og tað er ikki óvan­ ligt, at onkur skipari hevur verið tikin meira enn ta einu ferðina. Men søgan um franska veiðitjóvin og garnaskipið Bruix er samstundis søgan um, hvussu tað við góðum samstarvi millum fleiri myndugleikar eydnaðist at steðga hesum skipi, sum til­ samans tríggjar ferðir er tik­ ið fyri ólógliga veiði í før­ oyskum sjógvi. Søgan um Bruix byrjar fyri nøkrum árum síðan, men tað er serliga søgan um seinastu hendingina fyri umleið hálvum øðrum ári síðan, sum er áhugaverd. Bruix aktaði ikki Bruix, sum tvær ferðir áður er tikin fyri ólógliga veiði, hevur í februar 2007 gørnini standandi suður av Bill Baily, á leiðini suður ímóti altjóða sjógvi. Skipið hevur tá einki veiðiloyvi í føroysk­ um sjógvi. Tað er sjóverjuskipið Hvidbjørnen, sum kemur fram á skipið og ólógliga reiðskapin hjá franska garnaskipinum. Skiparin á Bruix fær boð um at fylgja við til lands, men tað vil hann ikki. Hann hevur heldur hug at sigla undan sjóverjuskipinum og stevnir móti skotska megin­ landinum. Ávegis hendir mangt og hvat, og eitt nú leggur hann fyri Hvidbjørn­ en, so skipini bera saman. Gott samstarv Franski skiparin heldur nú leiðina fram, og at enda kemur hann inn um skotska 12 fjórðingamarkið, har Hvidbjørnen noyðist at gev­ ast við jagstranini. Nú koma so skotsku fiski veiðimyndugleikarnir uppí leikin, og tá Bruix hevur lagt frystu garnaveiðina upp í skotskari havn, fer løgreglan í Føroyum saman við Interpool undir at steðga trailarum, sum koyra fiskin hjá skipinum. Samstundis, sum Hvid­ bjørnen jagstrar Bruix, fer Tjaldrið hjá Fiskiveiðieftir­ litinum suður á leiðirnar við Bill Baily at draga garnareiðskapin. Søgan um hendingina við Bruix er søgan um fyri­ myndarliga gott samstarv millum fiskiveiðimyndug­ leikar tvørtur um landamørk og millum løgreglu – eisini tvørtur um landamørk. Størsta bótin Hetta málið um Bruix, sum byrjaði í februar 2007, varð endaliga avgreitt í summar, tá skiparin rindaði bótina upp á út við 1,2 miljónir krón­ ur ­ 233.000 krónur í bót umframt tiknan veiðireið­ skap og aðrar útreiðslur upp fyri einar 960.000 krónur. Tilsamans noyddist franski skiparin soleiðis at rinda út við 1,2 miljónir krónur, sum er higartil størsta bót, ið givin er fyri ólógliga fiskiveiði og tøku av reiðskapi í føroyskum sjógvi. Skiparin tók umsíðir við sektaruppskotinum hjá ákæruvaldinum, og tí kemur málið ikki fyri í rættinum og er endaliga avgreitt. Fríggjadagin læt nýggjur handil upp á Toftum. Handilin, sum hevur fingið navnið Insito Fashion, er í bygninginum, har gamli Oyrahandilin var á sinni Handil Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo “Insito” er italienskt og merkir ”á staðnum”, og við Insito Fashion í Oyrunum hava fólk í Nes kommunu nú ein klædnahandil á staðnum. Tað er Ann­Britt Johanne­ sen, sum eigur handilin og saman við dóttrini, Sigrun, verða tað í fyrsta lagi tær báðar, sum koma at vera í handlinum. Kvinnuhandil Insito Fashion selir allar støddir av klæðum til konu­ fólk, og harafturat fáast eis­ ini skógvar, smykkur, taskur og turriklæði. Nýggi handilin á Toftum, sum bæði fríggjadagin og leygardagin hevði nógv vitjandi, fer at hava opið mánadag til fríggjadag frá klokkan 13.00­17.30 og leygardag frá klokkan 10.00­14.00. ”Insito” - nýggjur handil á Toftum Insito Fashion selir konufólkaklæði og aðrar damulutir í Oyrunum á Toftum Mynd: Vilmund Jacobsen Hvidbjørnen jagstaði Bruix, meðan Tjaldrið fór suður á leiðirnar við Bill Baily eftir garnareiðskapinum hjá franska skipinum Bruix fekk met- stóra bót fyri ólógliga fiskiveiði Krígsmyndir tilgjørdar Í áravís hevur tað verið staðfest sum vist, at kenda myndin hjá Robert Capa av einum falnum hermanni er tikið við frontin í Spanska borgarakrígnum. Men hetta er allarhelst ikki so. Tað er – sambært fyrireikarunum av einari myndaframsýning í London – eingin ivi um, at 24 ára gamli Federico Borrell Garcia varð skotin og dripin undir Spanska borgarakrígnum, og sekundið, tá hann varð raktur í hjartað, varð fangað av Robert Capa. Men soleiðis hendi tað eftir øllum at døma ikki. Sambært Cynthiu Young hendi hetta undir eini venjing fleiri kilometrar frá frontinum. Ein onnur og ógvuliga kend mynd er hon, sum Joe Rosenthal tók av amerikanskum hermonnum, tá teir reistu amerikanska flaggið á oynni Iwo Jima 23. februar 1945, og sum síðani er vorðin ímyndin at amerikanska innsatsinum undir Seinna Heimsbardaga. Eisini tann myndin er undir illgruna at vera tilgjørd, skrivar jp.dk