mánadagur 22. september 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindi
Nr. 181 - 22. september 2008
Góðir møguleikar
eru at gera eitt olju
fund á føroyska land
grunninum, tá italska
oljufelagið ENI
saman við tí føroyska
Føroya Kolvetni, fer
at bora á Anne Marie
leiðini í mai næsta ár.
Hetta segði Richard
Hardmann, bretskur
jarðfrøðingur og
nevndarlimur í
Atlantic Petroleum
UK á Oljutinginum í
Havn í vikuni
Oljuleiting
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
- Eg eri sera bjartskygdur
um næsta brunnin, sum fer
at verða boraður við Føroy-
ar, og eg vóni, at boringin
fer at enda við, at tit gera
eitt lønandi oljufund. Tað
er tó ein spurningur, um
eitt oljufund har verður nóg
stórt, men tað er eisini ein
spurningur um kostnað. Í
løtuni eru boripallar so dýr-
ir orsakað av tí høga olju-
prísinum, at nærum eingin
hevur ráð til at brúka teir.
Kunnu vit minka um leiti-
útreiðslurnar, so nýtist eitt
fund kanska ikki at vera so
stórt fyri, at tað kann gerast
lønandi.
Richard Hardmenn sigur
víðari, at eitt oljufund við
Føroyar má vera upp til 200
milliónir tunnur stórt fyri
at verða lønandi. Hann held-
ur, at sannlíkindini fyri at
gera eitt fund eru 1 til 3 og
til at gera eitt lønandi fund
1 út av 10.
Richard Hardmann vísir
á, at orsøkin til at júst Anne
Marie prospektið er so
áhugavert er tann, at jarð-
frøðiligu viðurskiftini og
fortreytirnar fyri at kunna
goyma olju sýnast at vera
til steðar har.
Hann vísir á, at í eitt nú
Marjunbrunninum,
sum
hann sjálvur var við til at
bora, vóru ikki allar fortreyt-
irnar til steðar, hóast olja
varð funnin. Richard Hard-
mann fer tó so langt, sum at
gita, at Anne Marie økið,
sum verður borað í næsta
ár, kann verða líkt stóru
oljukelduni bretsku megin
markið, Schiehallion.
Umframt Richard Hard-
mann røddi eisini Magni
Laksáfoss, búskaparfrøðing-
ur á Oljutinginum um olju-
prís og støðu Føroya í orku-
høpi.
Magni góður í
bretskari stjórn
Rás2/Sosialurin spurdi Ric-
hard Hardmann, hvørji ráð
hann hevur til hin fyri-
lestrarhaldaran og politik-
aran á Oljutinginum, Magna
Laksáfoss, um so er, at
hann verður partur av eini
komandi samgongu?
- Honum nýtist ikki góð
ráð. Hann hevur fatur í tí
rætta endanum, tá hann tosar
um orku og olju. Eg kann
bara taka undir við øllum tí,
sum hann hevur sagt frá á
Oljutinginum. Eg haldi, at
Føroyar eru sera hepnar at
hava ein persón sum Magna
Laksáfoss, tí hann veit, hvat
hann tosar um. Eg taki fult
undir við honum. Tað hevði
glett meg, um ein persónur
sum Magni varð í bretsku
stjórnini.
Niðurstøðan hjá Magna
Laksáfoss á Oljutinginum
var, at vit føroyingar skjót-
ast eiga at gera okkum
minni bundnar at oljuni og
útbyggja alternativar orku-
keldur.
Bjartskygdur um olju
brunn á landgrunninum
Um 10 dagar
loyvið útgingið
at binda vegin frá
Norðoyatunlinum í
Leirvíksvegin, men
enn vita tey einki um,
nær nýggjur vegur
verður gjørdur
leirvíksvegurin
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Um 10 dagar gongur loyvið
at binda vegin frá Norðoya-
tunlinum í Leirvíksvegin
út.
Og Fríðgerð Heinesen,
borgarstjóri í Leirvík, letur
tað vera ein opnan spurning,
hvørja støðu bygdaráðið fer
at hava til at longja loyvið
enn einaferð.
- Tað veldst alt um, hvørja
støðu, tann nýggja sam-
gongan hevur til málið,
sigur hon.
Hon sigur, at fáa leirvík-
ingar trygd fyri, at ein veg-
urin verður gjørdur næsta
ár, verður tað sjálvandi góð-
tikið, tí tey vilja helst hava
eina loysn í sátt og semju.
Men hon vil ikki spáa
um, hvat fer at henda, fáa
leirvíkingar ikki trygd fyri
at vegurin verður gjørdur
næsta ár.
- Tað verður ein spurning-
ur, vit taka støðu til, tá ið
vit vita, hvørja lagnu, veg-
urin fær.
Vegurin í gjøgnum Leir-
vík í sambandið við Norð-
oyatunnilin hevur verið ein
politisk kastibløka í fleiri ár
og
Leirvíkar
Bygdaráð
hevur fyrr róð framundir, at
ein møguleiki, tey hava, er
at nokta fyri at longja loyvið
at binda tunnilsvegin í
bygdarvegin í Leirvík.
- Vit vænta avgjørt, at
vegurin verður gjørdur nú,
og vísir tað seg ikki at vera
so, verður tað ein spurn-
ingur, vit taka upp tá.
Men hon vil ikki svara
upp á um talan kann verða
um at nokta at longja íbind-
ingarloyvið.
- Tað fáa vit at síggja, tá
ið tann støðan er íkomin.
Fyribils hugsa vit bara um
at fáa málið loyst.
Hon sigur, at nú er ongin
umbering fyri ikki at gera
vegin, tí landsins myndug-
leikar fingu í summar eina
greiða fráboðan frá bygda-
ráðnum um, hvussu vega-
føringin skuldi vera.
Men vit vilja hava gongd
á nú, so at hann verður mest-
sum liðugur í næsta ár og
tað merkir, at ein munandi
upphædd skal setast av til
vegin á fíggjarlógini fyri
2009.
- Tað er øgiliga umráðandi
fyri okkum, at hann verður
gjørdur í einum og at hann
byrjar nú, leggur bygdaráðs-
formaðurin afturat.
- Vit kunnu ikki liva við
hesum longur. Ferðmarkið
verður yvirhøvur ikki virt
og tí er tað fullkomiliga
óforsvarligt, sum nú fer
fram.
Fríðgerð Heinesen vísir
eisini á, at vegurin ígjøgnum
Leirvík, var ein partur av
norðoyatunnils-verkætl-
anini og hon heldur, at
politiski myndugleikin átti
at gjørt hesa verkætlanina
heilt lidna, áðrenn teir fóru
undir eina nýggja tunnils-
verkætlan.
Tolið hjá leirvíkingum við at ganga undan
Brennievni
økir mun
andi um inn
flutningin
innflutningstøl
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Fyrstu sjey mánaðirnar í
ár
var
innflutningurin
3.007 milliiónir krónur.
Tað eru 89 milliónir minni
enn enn somu tíð síðsta
ár.
Tað upplýsir Hagstovan
á sínari heimasíðu.
Men verða skip og flog-
før ikki tald upp í, er inn-
flutningurin fyrstu sjey
mánaðirnar í ár 2.994
milliónir
krónur
aftur
ímóti 2.892 milliónum
síðsta ár. Tilsamans er inn-
flutningurin sostatt mink-
aður 3%, men verða skip
og flogfør ikki tald við, er
talan um ein vøkstur á
4%
Nógv størsti vøksturin
er í innflutningi av brenni-
evni, har innflutningsvirð-
ið er 42% hægri í ár enn
tað var í fjør. Haraftur
ímóti eru nøgdirnar tær
somu, so tað eru prís-
hækkingarnar, sum elva
til, at innflutningsvirðið
veksur so nógv. Hinvegin
gera seinkingar í skrá-
setingini av innflutningi
av brennievni, at vøkstur-
in er uppaftur størri enn
Hagstovan higartil hevur
mett hann, sigur hon.
Tilfar til annan ídnað er
eisini eitt sindur størri enn
sama tíðarskeið síðsta ár,
men í øllum øðrum bólk-
um er talan um eina mink-
ing
Hagstovan sigur eisini,
at nøgdin av gassolju og
brenniolju sum er innflutt
seinastu 20 árini, hevur
verið rættuliga støðug.
Hyggja vit at virðinum
av oljuni sum er innflutt,
síggja vit at virðið fram til
1999 eisini lá rættuliga
støðugt, meðan virðið síð-
an er vaksið munandi.
Vøksturin hevur verið í
trimum
umførum,
frá
1999 til 2001, 2003 til
2006, og so aftur nú. Til-
samans er virðið av inn-
flutninginum er í dag meir
enn fimm ferðir størri enn
tað var í 1989, meðan
nøgdirnar eru ein triðing
størri.
Richard Hardmann og Magni Laksáfoss tosaðu um oljuprísin, orku og um komandi oljuleiting á
landgrunninum á Oljutinginum í farnu viku
Mynd Jan Müller
Potterhøvundur gevur Labour millión
Harry Potter-høvundurin, Joanne K. Rowling, hevur latið eina millión pund, ella umleið 9,5
milliónir krónur, til enska politiska flokkin Labour, sum í dag byrjar fimm dagar langa
flokstingið í Manchester. Tað váttar høvundurin sjálv. Rowling vil fegin stuðla arbeiðinum hjá
flokkinum fyri útsett børn, og fíggjarligi stuðulin er kærkomin fyri Gordon Brown,
forsætismálaráðharra, sum stendur framman fyri sínari størstu politisku avbjóðing sum leiðari
fyri flokkin. Rowling eigur sambært metingum 560 milliónir pund, svarandi til umleið 5,36
milliardir krónur, sum hon hevur forvunnið við vælumtóktu barnabókunum um Harry Potter.
Hon er góður vinur við Gordon Brown og konu hansara Sarah, men hetta er fyrstu ferð, at hon
donerar pengar til flokkin.