leygardagur 18. august 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 158 - 18. august 2001
Nr. 158 - 18. august 2001
3
Í døgunum 30. august
til 1. september er
norðurlendsk ráð-
stevna um sálarsjúku
í Norðurlandahúsi-
num. 400 luttakarar
eru úr øllum Norður-
londum
SÁLARRØKT
Eirikur Lindenskov
Í næstum verður stór ráð-
stevna hildin í Norður-
landahúsinum,
nevnd
»Familjan – ein møguleiki
ella ein forðan«.
Tað eru Føroyskar Psyki-
atriskar Sjúkrasystrar, FPS,
sum skipa fyri ráðstevnuni.
Eini 400 fólk verið við, og
eru
tey
psykiatriskar
sjúkrasystrar og onnur fak-
fólk, ið eru knýtt at psyki-
atriini í øllum norðurlond-
um.
Ráðstevnan verður hildin
annaðhvørt ár, og norður-
londini skiftast um at skipa
fyri.
– At ráðstevnan í ár verð-
ur hildin í Føroyum, sama
ár sum WHO hevur útnevnt
sum Altjóða Sálarheilsuár,
gevur okkum enn einaferð
møguleika at seta ljóst á
umstøðurnar hjá teimum
sálarliga sjúku,s igur Jó-
hanna
Andreasen,
for-
kvinna í FPS.
Sum heitið á ráðstevnuni
í ár ber boð um, verður
dentur lagdur á at lýsa
viðurskiftini hjá familjuni
hjá tí sálarliga sjúka —
familjuni, sum higartil ikki
hevur verið tikin við í nóg
stóran mun.
Endamálið hjá FPS við at
lýsa júst hesi viðurskifti er
m. a. at fremja fatan og
viðurkenning av hesum
bólki í samfelagnum.
Jóhan Petur Petersen
75 ár
Í morgin, sunnudagin 19.
august, verður Jóhan Petur
Petersen við Norðskála 75
ár.
Jóhan Petur førdi handil-
in hjá Aksel Petersen, páp-
anum, víðari og hevur ann-
ars tikið lut í vinnulívinum
har á leiðini. Hann var eitt
skifti stjóri á flakavirkinum
á Eiði.
Hann hevur verið bygd-
arráðslimur og skrivari var
hann í mong ár í Sunda
kommunu.
Postin hevur Jóhan Petur
borið í mong ár – eitt álitis-
starv, sum var har í húsi-
num.
Hann hevur sitið í lands-
nevndini hjá Sjálvstýris-
flokkinum og er limur í
landsnevndini hjá IOGT.
Gunhild Rasmussen
85
Í dag, 18. august, verður
Gunhild Rasmussen, Gl.
Køge Landevej 146, st. th.
2500 Valby, 85 ár.
Gunhild er fødd og upp-
vaksin í Havn. Hon var
dóttir Fíu, sum var úr Funn-
ingi, og Jóan Hendrik Eg-
holm í Havn. Hon var yngst
av 11 systkjum. Hon flutti
niður blaðung og giftist
Holger Bernholt Rasmus-
sen. Hann doyði í 1997. Tey
fingu seks børn, tvey teirra,
Bjarni
Rasmussen
og
Henni Ellefsen, búgva í
Føroyum, meðan og hini
fýra, Ejvind Rasmussen,
Edith Egholm Nielsen,
Anna Rasmussen og Peter
Rasmussen, búgva í Dan-
mark.
Gunhild og Holger komu
heim til Føroya við fyrsta
bátinum eftir kríggið, og
búðu tey her til 1951.
Meðan tey vóru her, ar-
beiddi Holger hjá Wenzel
Petersen.
Gunhild hevur vitjað
nógv heima í Føroyum,
meðan hon búði í Dan-
mark. Seinast var hon at
síggja í summar, tá hon m.
a. var í 100 ára føðingar-
degi hjá systkinabarninum,
Mallu, úr Funningi, sum nú
býr á Eiði.
NØVN Í VIKUNI
Ráðstevna um sálarsjúku
Heðin Mortensen
skjýtur upp at gera
økið við studenta-
skúlan í Hoydølum til
ítróttarøki burturav,
og hevur í hesum
sambandi sett menta-
málaráðharranum ein
fyrispurning
POLITIKKUR
Eirikur Lindenskov
– Tekur landsstýrismaðurin
undir við í framtíðini at
skipa økið við studenta-
skúlan í Hoydølum sum
ítróttarumsiting, ítróttarhá-
skúla og breytir til frælsan
ítrótt?
Hetta vil Heðin Morten-
sen, løgitngsmaður Sam-
bandsfloksins, hava lands-
stýrismannin í mentamál-
um, Óla Holm, at svara.
Heðin Mortensen sigur,
at ætlanin er at flyta stu-
dentaskúlan úr Hoydølum
og út í skúladepilin úti í
Marknagili. Hetta verður
ikki fyrsta dagin, men eftir
eini skipaðari ætlan, ið fer
at taka nøkur ár.
– Men tað er neyðugt
longu nú at hava eina
greiða, skipaða ætlan fyri
økið, tá tað gerst tøkt, held-
ur hann.
Hann sigur, at tann skip-
aði ítrótturin við ítróttar-
sambandi, sersambondum
og útbúgving krevur góðar
hølisumstøður. Serliga við
altjóða luttøku økjast krøv-
ini. Ítrótturin má hava eina
vælvirkandi
umsiting.
Ítrótturin má kunna hýsa al-
tjóða fundum. Umstøður
mugu vera at útbúgva okk-
ara egnu venjarar, ítróttar-
leiðarar og onnur á nøkt-
andi hátt.
– Til hetta krevjast góðar
hølisumstøður til ráðstevn-
ur, skeiðvirksemi og umsit-
ing, heldur hann, og sigur,
at føroysk ítróttarfólk eru
von at fara út um land-
oddarnar á ítróttarskúla.
Kunnu føroyingar bjóða
slíkan háskúla fram á jøvn-
um føti við aðrar, fara út-
lendingar at koma henda-
vegin. Hetta skapar inntøk-
ur, umstøður at venja og
kunnleika til Føroyar.
Frælsi ítrótturin er ein
tann ringast viðfarni limur-
in í føroysku ítróttarfamilj-
uni. Frælsa ítróttinum tørv-
ar rennibreytir og aðrar
vøllir. Slíkar umstøður
mugu vera ymsastaðni í
landinum, men sjálvsagt
eisini í høvuðsstaðarøki-
num.
Heðin Mortensen sigur,
at hesi trý virkisøkini
kunnu
ikki
nøktast
í
Gundadali, har ítróttarøki
er í dag:
- Nøktandi umstøður hjá
skipaða ítróttinum.
- Høli og vøllir til ítróttar-
háskúla
og
skeiðvirksemi.
- Breytir og vøllir til fræls-
an ítrótt.
Hann vísir á, at í løgmans-
røðuni verður tørvurin á
hóskandi umstøðum um-
røddur. Millum annað verð-
ur sagt um limaskap í al-
tjóða olympisku nevndini,
sum Føroyar vónandi fáa:
“Í tí sambandi verða
krøvini til ítróttaranlegg og
venjingarumstøður hjá eitt
nú frælsum ítrótti munandi
økt.”
– Umsóknin um lima-
skap verður viðgjørd í hes-
um døgum. Skal áhugin hjá
mentamálaráðharranum
verða annað enn orð, og
skal tað eydnast Føroyum
at vinna limaskap, mugu
hesi viðurskifti vera í lagi
ongantíð ov skjótt, sigur
Heðin Mortensen.
Hann heldur, at um
landsstýrismaðurin
í
mentamálum tekur undir
við hesi ætlan, ber tað til
hjá ítróttinum í Føroyum,
landsstovnum og kommun-
um at leggja hesa ætlan í
góðari tíð.
Ítróttarháskúli og øki til frælsan ítrótt í Hoydølum
Heðin Mortensen vil hava at vita, um Óli Holm,
mentamálaráðharri, tekur undir við einaferð í framtíðini at
skipa økið við studentaskúlan í Hoydølum sum
ítróttarumsiting, ítróttarháskúla og breytir til frælsan ítrótt
Fyri einari viku
síðani var Føroya-
flogfarið hjá Maersk
um at stoyta saman
við eitt norskt flogfar
í norskum loftrúmi
VANDI
Eyðun Klakstein
Fríggjadagin í síðstu viku
var vandi á ferð, tá tvey
flogfør stevndu beint ímóti
hvørjum øðrum í norskum
loftrúmi.
Talan var um eitt flogfar
hjá Braathens og Føroya-
flogfarið hjá Maersk, sum
vóru eini 10 sekund frá ein-
um samanstoyti í loftrúm-
inum sunnanfyri Kristian-
sand.
Flogførini høvdu fingið
boð um at flúgva í somu
hædd, og tá tey eisini
skuldu krossast, gjørdist
støðan vandamikil.
Ávaringarskipan segði
frá
Røyken-eftirlitsstøðin, sum
fylgir loftferðsluni í økin-
um, varnaðist ikki, at vandi
var á ferð, og tað var ein
ávaringarskipan í flogfør-
unum, sum forðaði fyri ein-
um samanstoyti.
Braathens-flogfarið fekk
boð um at venda 45 stig og
fara 300 metrar upp, og tað
forðaði fyri, at flogførini
rendu saman.
Sambært norskum loft-
ferðslumyndugleikum vóru
einir tríggir kilometrar
millum flogførini, og tá tal-
an er um eina ferð upp á
800 km/t hjá báðum flog-
førunum, svarar tað til eini
10 sekund.
Fingu einki at vita
Tað vóru um hálvthundrað
fólk við flogfarinum hjá
Maersk, sum var á veg úr
Kastrup til Vágarnar.
Ferðafólkini hjá Maersk
fingu einki at vita um til-
burðin. Maersk sigur, at tað
var tí, at teirra flogfar helt
somu hædd og kós alla tíð-
ina, og tí var eingin orsøk
at boða ferðafólkunum frá
hendingini.
Norsku loftferðslumynd-
ugleikarnir og skaðanevnd-
in skal nú kanna, hvussu
tað ber til, at hetta kundi
koma fyri. Ein møguliga
ábyrgd av tilburðinum skal
eisini staðfestast.
Almannastovan
hevur onga heimild
til at hjálpa børnum í
skúlanum, og tí vilja
tey ikki halda fram
við hesum, sigur
stjórin á Almanna-
stovuni
STUÐULSFÓLK
Eyðun Klakstein
Í summar hevur Almanna-
stovan gjørt av, at tey skulu
ikki veita stuðulsfólk til
børn, tá tað snýr seg um
skúlagongd.
Hetta hevur Almanna-
stovan gjørt í summum før-
um, men tey halda seg ikki
hava heimild til hetta, og tí
vilja tey ikki halda fram við
tí.
– Vit royna at hjálpa, og í
summum førum eru vit far-
in longur, enn vit í grundini
skula. Vit hava latið stuð-
ulsfólk til børn í skúla, men
tað gera vit ikki longur, sig-
ur Petra Joensen, stjóri á
Almannastovuni.
– Vit hava í summar gjørt
av, at vit kunnu ikki lata
stuðulsfólk, tá tað snýr seg
um skúlagongd. Tað er ikki
okkara arbeiðsøki, men
skúlaverkið, sum hevur
ábyrgdina av hesum, sigur
hon.
Vónleys støða
Í vikuni greiddu vit frá
vónleysu
støðuni
hjá
mammu í Klaksvík, sum
ikki kann senda spastiska
sonin hjá sær aftur í skúla
mánadagin, tí hann hevur
einki stuðulsfólk fingið
játtað.
Drongurin skal byrja í 6.
flokki, men sleppur neyvan
í skúla mánadagin, tí stuð-
ulsfólkið, sum hann má
hava við sær í skúla, er tikið
frá honum.
Seinastu árini hevur støð-
an verið sera ótrygg, tí
drongurin hevur havt stuð-
ulsfólk meginpartin av tíð-
ini, men stuðulin er í tíð og
ótíð uppsagdur, og mamm-
an hevur tí verið noydd at
stríðast fyri skúlagongdini
hjá soninum.
Lógarverkið manglar
Stjórin á Almannastovuni
vil ikki gera viðmerkingar
til hetta ítøkiliga málið,
men hon sigur, at tey hava í
nøkrum førum latið stuð-
ulsfólk til skúlagongdina
hjá børnum, men hetta
kunnu tey ikki halda fram
við.
– Lógarverkið er ikki til,
at vit kunnu lata stuðulsfólk
til skúlagongd. Hinvegin
kunnu vit veita stuðulsfólk
uttan fyri skúlan, og tað
gera vit eisini, sigur Petra
Joensen.
Eisini drongurin í Klaks-
vík hevur stuðulsfólk uttan
fyri skúlan, men hann kann
ikki ganga í skúla, um hann
ikki eisini hevur stuðuls-
fólk við sær har.
Vil hava skil á
Landsstýrismaðurin við al-
mannamálum segði í gjár
við Sosialin, at stuðuls-
fólkaøkið er ein hurlivasi,
og at hann vil hava skil á
økinum.
Hann heldur, at trupul-
leikin er, at tørvurin er
komin áðrenn lógarverkið,
og tí er einki skil á. Lógar-
verkið fyri stuðulsfólka-
skipan manglar, men hon
skal nú gerast.
Men hóast gongd nú
verður sett á hetta arbeiðið,
so eru tað brúkarar og
starvsfólk, sum líða undir
eini ógreiðari skipan.
Fyrsta
uppgávan
hjá
Almanna- og Heilsumála-
stýrinum verður at fáa stuð-
ulsfólkini til tilkomin í eina
skipan, tí her er eingin
heimild at lata stuðulsfólk.
Eini 50 eldri fólk hava
stuðulsfólk sum er, men
verður lógvarheimild ikki
gjørd fyri hesum tilboði,
má tað takast aftur.
Hava steðgað allari skúlahjálp
Ferðafólkini fingu einki
at vita
– Vit hava í summar gjørt av,
at vit kunnu ikki lata
stuðulsfólk, tá tað snýr seg
um skúlagongd. Tað er ikki
okkara arbeiðsøki, men
skúlaverkið, sum hevur
ábyrgdina av hesum, sigur
Petra Joensen, stjóri á
Almannastovuni.
Mynd: Jens Kristian Vang
Ein ávaringarskipan í flogførunum forðaði fyri, at Føroya-flogfarið hjá Maersk og eitt
Braathens-flogfar rendu saman í norskum loftrúmi í farnu viku
C
M
Y
K
3
2