Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-18, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. august 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 158 - 18. august 2001 Nr. 158 - 18. august 2001 5 – Ein alistøð hevði givið nøkur føst ar- beiðspláss og tað hevði verið gull vert fyri eina útoyggj sum Mykines, sigur ein av stigtakarunum, Esbern í Eyðansstovu BYGDAMENNING Áki Bertholdsen Gongur, sum ætlað, verður ein alisstøð nú sett á stovn í Mykinesi. Tað er Esbern í Eyðansstovu í Mykinesi og tveir aðrir, sum nú hava tikið stig til at gera eina alistøð í Mykinesi. Hann sigur, at tað, sum ætlanin er, er at fara undir at ala smolt á eini støð í Mykinesi Hann sigur, at tað eru einir tveir mánaðir síðani, at teir søktu vinnumálastýr- ið um loyvi at gera eina smoltstøð í Mykinesi, men enn er svar ikki komið. Tað kann tykjast at liggja eitt sindur fjarskotið at byggja eina smoltstøð í Mykinesi, men tað er Es- bern í Eyðansstovu als ikki samdur í – Tað liggur akkurát líka væl fyri at ala smolt í Mykinesi sum alla aðra- staðni í Føroyum, Hann sigur, at teir hava verið í sambandi við fólk í alivinnuni og tey halda tvørturímóti, at ein smolt- støð er ein upplagdur møguleiki til at fáa okkurt slag av vinnulívi á føtur í eini útoyggj, sum Mykines er. – Teir hava sagt okkum, at tað er onki at bíða við og at tey vóna, at vit koma í- gongd, ongantíð ov skjótt. Stigtakarin í Mykinesi sigur, at, tað, hann hevur fingið at vita, er ov lítið til av smolti til og tí vónar hann, at teir sleppa ígongd í Mykinesi sum skjótast. Hann sigur, at tað, teir hava søkt um, er at fáa loyvi til at ala 500.000 smolt um árið í fyrstu syftu. – Tað er ikki tað stóra, men tað hevði verið ein góð byrjan. Men ætlanin er av- gjørt at fáa møæguleikan at økja um virksemið, so hvørt, sum umstøðurnar eru til tað. Ongin trupulleiki Esbern í Eyðansstovu er sannførdur um, at flutning- urin verður als ongin trupulleiki, tá ið smolti skal fáast úr Mykinesi í tey ali- brúkini, sum keypa. Hann vísir á, at yvirhøvur verða smoltini nú á døgum flutt við tyrlu og tað liggur ikki verri fyri at flyta tey úr Mykinesi í okkurt alibrúk, sum at flyta tey onkra aðra- staðni frá. Hann vísir eisini á, at eitt stórt alibrúk liggur beint við, á Sørvágsfirði, so enda smoltini har, er flutningurin ikki langur. Hann sigur, at nóg mikið av vatni er í Mykinesi til smoltstøð. – Nú ber tað eisini til at seta skipanir upp, so at vatnið kann endurnýtast og tá verður í øllum førum slett ongin trupulleiki við vatninum. Tá fer eisini at bera til at hava nógv meiri smolt tað hálvu milliónina, teir ætla at byrja við. Til reiðar við pengum Esbern í Eyðansstovu sigur, at ætlanin er ikki at leggja ov nógv fyri beinanvegin. Umframt at byrja í smáum við 500.000 smoltum, er ikki ætlanin at byggja nakr- an virkisbyging - í hvussu so ikki í fyrstu syftu. – Vit ætla at ala úti, tí tað ber væl til at ala smolt úti. Men møguliga fara vit at gera møguleikar fyri at hava tey inni tað allarfystu tíðina, men tað er ikki neyðugt við nakrari stórari íløgu til tað. Tað ber væl til at hava tey í kørum í onkrum kjallara, sigur hann. Hann viðgongur tó, at smoltini veksa heldur betri undir taki, tí tá ber til at hava eitt sindur av hita á og sleppa teir ígongd, fara teir tí helst at byggja virkis- bygning, tá ið ráðini verða til tað. Stigtakarin sigur, at teir hava eisini verið í sambandi við fólk, sum eru sinnað at seta pening í ætlanina. Millum annað eru tað ali- brúk, sum eru áhugað at seta pening í ætlanina. Hann væntar tí ikki, at tað verður nakar trupulleiki at úvega pening til ætlan- ina. Hann metir, at talan verð- ur um eina íløgu upp á upp ímóti tveimum milliónum. Men hann ivast ikki í, at framtíð er í hesum, serliga, tá ið hugsað verður um, at alivinnan er í støðugari menning tí tí alsamt eisini hevur brúk fyri meiri og meiri smolti. Gjørt undurverk Mykinesmaðurin sigur, at Smoltstøðin hevði givið ar- beiði til einar tríggjar mans. – Tað hevði verið trý føst arbeiðspláss og tað hevði verið gull vert í einum plássi sum Mykinesi. Hann sigur, at tað eru júst nøkur føst arbeiðspláss, sum sum eru nakrar av høv- uðsfortreytunum fyri smá- plássini, skulu tey hórað undan. Tað kann eisini vísast á, at nettupp smoltstøðir er ein vinnugrein, ið verður nevnd í útoyggjaálitinum sum ein møguleiki til at skapa vinnulív í útoyggj. Gongur, sum Esbern í Eyðansstovu, og aðrir vilja, kemur ykines upp í alivinnuna nú. Teir hava søkt um loyvi at gera smoltstøð í oynni. Teir halda, at tað er ein upplagdur møguleiki at skapa vinnulíí oynni og nógv eru til reiðar at seta pening í ætlanina. Mynd: Bárður Eklund Johannesen Vilja sleppa at gera alistøð í Mykinesi Bjarni Djurholm er framvegis sinnaður at taka spurningin upp um at gera reglar fyri at tað í vissum førum ikki skal bera til at leggja aling og djóra- hald lamið í verk- føllum ARBEIÐSMARKNAÐUR Aki Bertholdsen Tá í Føroya Arbeiðarafelag og havnar Arbeiðsmanna- felag fóru í verkfall í vár, varð serliga nógv tosað um alivinnuna ð og ikki minst tað, at arbeiðið at basa ILA sjúkuni í Fuinningsfirði, varð tarnað. Tá vóru røddir frammi um, at reglar áttu at vera settar fyri at friða alivinn- una fyri verkgføllum á ar- beiðsmarknaðinum. Serliga áttu reglar at verða settar í verk, so at ar- beiðið á niðurberja sjúkur í alivinnuni í hvussu so er ikki varð tarnað. Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður í vinnumálum, segði tá, at hann fór at reisa spurningin. Síðani hoyrdist onki aft- ur. Landsstýrismaðurin sig- ur, at onki meiri er hent í málinum. Men hann er framvegis sinnaður at reisa spurningin. – Vit fara at reisa málið í samband við onkran av teimum fundum, sum vit regluliga hava við vinnuna. Bjarni Djurholm sigur, tað hevði sera stórar av- leiðingar fyri alifelagið í Funningsfirði, at arbeiði at niðurberja ILA sjúkuna varð tarnað, og steðgaði verkfallið ikki akkurat tá ið tað steðgaði, er yvirhøvur ilt at hugsa sær avleiðing- arnar av tí. – Eg fari at reisa spurn- ingin um vit ikki í ávísum førum eiga at seta reglar fyri at friða djórahald yvir- høvur frá verkfallum í ávís- um førum. Hann hugsar sostatt ikki bara um aling, men eisini um annað djórahald. Eitt nú neytahald. Tað, hann hugsar um, er at tað skal bera til at friða djórahald fyri verkfalli í eini neyðstøðu, sum talan var um í Funningsfirði í vár. Hann sigur, at vit mugu staðfeasta, at í verkfallin- um, vórðu fakligar leið- beiningar frá landsdjóra- læknaum í eini neyðstøðu, ikki fylgdar og tað er ein spurningur, vit eiga at við- gera. – Tað kundi einsvæl verið talan um eina sjúku í einum fjóri, sum tað ikki hevði borið til at niðurbart. Bjarni Djurholm sigur, at hóast djórahald av ymsum slag, ikki minst alingin, hevur alstóran týdning fyri samfelagsbúskapin, ger hann hetta ikki bara av fíggjarligum orsøkum. Hetta er ein spurningur, sum vit eiga at viðgera út frá einum djóraetiskum sjónarmiði, sigur hann. Men hann ásannar eisini, at skal nakað henda á økinum, skulu helst allir partar á arbeiðsmarknað- inum onkusvegna viðu- rkenna, at hetta er eitt øki í samfelagnum, sum tað tæn- ir øllum pørtum at gera undantøk fyri, um ósemjur stinga seg upp. Men hann skilir væl um arbeiðarafeløgini fara at uppfata hetta sum eitt inn- triv í teirra rættindi at fara í verkfall. Hvat hendir, um onkrir partar av arbeiðsmarknað- inum seta seg ímóti tí, veit hann ikki. – Vit mugu taka spurningin um, um tað ikki er rætt at friða djórahald fyri verkfalli um ein neyðstøða skuldi tikið seg upp, eitt nú um tað er neyðugt at halda arbeiði gangandi fyri at niðurberja sjúku, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum Mugu umhugsa at verja summi øki fyri verkfalli Nú eru aftur tveir flokkar á HF-skúl- anum í Klaksvík, eftir at tað hava verið tríggir flokkar sein- astu tvey árini. Meginparturin av næmingunum eru framvegis konufólk HF Eyðun Klakstein Mánadagin byrjar skúla- gongdin á HF-skúlanum í Klaksvík aftur, og komandi árið verða tað færri næm- ingar á skúlanum, enn tað hava verið seinastu tvey ár- ini. Vanliga ganga tveir flokkar á skúlanum, men seinastu tvey árini hava tríggir flokkar verið í skúl- anum. Í summar vóru tveir flokkar lidnir, og tá ein nýggjur flokkur nú er tikin, er tað aftur sum vanligt á skúlanum. 40 næmingar fingu HF- prógv í summar, og tey eru nú burtur. 20 næmingar halda fram í í 2. flokki, og nú byrja 24 nýggir næm- ingar á skúlanum. Komandi árið verða tað tí um 44 næmingar á skúl- anum aftur ímóti fleiri enn 60 næmingum seinasta skúlaár. Mest konufólk HF-skúlin í Klaksvík lokk- ar serliga konufólk. Tað eru lutvíst fá mannfólk, sum ganga á skúlanum, og eisini í nýggja flokkinum er støð- an tann sama. Mánadagin byrja 20 konufólk og 4 mannfólk í nýggja flokkinum, og í 2. flokki eru eisini nógv fleiri konufólk enn mannfólk. Einir 12 lærarar eru knýttir at undirvísingini á HF-skúlanum í Klaksvík, og tað svarar til eini sjey fulltíðarstørv. HF-skúlin í Klaksvík er í góðum standi, eftir at nógv- ar umvælingar eru gjørdar seinastu árini. Miðhæddin og ovasta hædd eru sum nýggjar, og telduútgerðin í skúlanum er nýggj. Næstu tíðina verða onkr- ar umvælingar gjørdar í niðastu hæddini. Tvey nýggj umboð eru nú komin í nevndina fyri Kósavirkið í Klaksvík. John Rajani og Gloria Kalsø søgdu seg herfyri úr nevndini, og nú er formliga skiftið gjørt. Hanus Hansen, sum er stjóri hjá JFK, ið eigur Kósavirkið, er komin í nevndina, og hann loysir eisini Meinhard Eliasen av sum formaður. Adrian Dalsá, sum er stjóri á Kósavirkinum, er somuleiðis komin í nevndina. ek Nú er ætlaða útskiftingin í nevndini fyri Kósavirkið gjørd Útskifting í nevndini hjá Kósini Færri næmingar á HF- skúlanum í Klaksvík Telduvirus, sum er í umfari í Føroyum, sendir av sær sjálvum dokument av telduni út til fólk, sum standa í adressubókin. Úrs- litið av hesum kann verða sera óheppið fyri føroyskar fyri- tøkur og virki VIRUS Eyðun Klakstein Eitt herviligt telduvirus, sum er í umfari á internet- inum, kann hava við sær serstakliga óhepnar støður fyri føroyskar fyritøkur og virki. Um virusið, sum gongur undir navninum W32/Magistr@MM, kem- ur í telduna, tekur tað skjøl, sum liggja á telduni, og sendir tað út til fólk, sum standa í adressubókini í postforitinum. Hetta ger, at upplýsingar verða sendar fólki, sum einki hava við tær at gera, og er talan um fyritøkur og virki, kunnu eymar upp- lýsingar skjótt leka út. Sendir loynilig skjøl út Sosialurin hevur fingið eitt teldubræv, sum er sent frá einum føroyskum virki. Í brævinum verður greitt frá einari nýggjari framleiðslu- verkætlan, sum virkið ætlar sær í holt við, og fíggarligar upplýsingar, sum hvørki eru ætlaðir blaðnum ella serliga nógvum øðrum fólki, eru í hesum góða brævi. Tað er ikki virki sjálvt, sum hevur sent teldubrævið út, men virusið, sum er komið í teldurnar á virk- inum. Upplýsingar liggja ikki í einum viðheftum fíli, men í sjálvum tekstrútinum, og tí kunnu øll lesa tær uttan at fáa virusið. Saman við teldubræv- inum er eisini ein annar fílur sendur, og letur tú hendan fílin upp, so verður teldan hjá tær smittað. Teldurnar mugu verjast Í Danmark hava nógvar líknandi hendingar verið seinastu vikurnar, og okk- urt sakførarvirkið hevur verið so óheppið at fáa hetta virus. Úrslitið av tí var, at loynilig skjøl vórðu send í umfar á inter- netinum. Besta verjan ímóti hesum og øðrum virusum er at hava eitt gott anti-virus for- rit, og tað er eisini um- ráðandi, at hetta forrit er dagførd, so tað kann fáa bilbukt við nýggj sløg av virusi, sum fara í umfar á netinum. Trupulleikin við hesum virusi er, at tey, sum hava fingið tað, ikki vita av tí, og tí eru fólk og virki í rætt- iligari hjálparleysari støðu, til onkur ger vart við seg. Eymar upplýs- ingar leka út Loyniligar upplýsingar kunnu leka út, um tú fært W32/Magistr@MM virusið í telduna. Hetta virusið hevur gjørt nógv um seg á internetnum seinastu vikurnar. Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 5 4 MASSAGE 1-årig uddannelse (ca. en weekend om måneden) Starter: den 25. til 26. august 2001 Sted: Tórshavn Pris: 1.200 kr./weekend Jens Melgaard (lærer, massør og afspændingspædagog, DAP ring efter program tlf. 0045 38 71 72 93