leygardagur 18. august 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 158 - 18. august 2001
Nr. 158 - 18. august 2001
7
Toll- og Skattstova
Føroya hevur higartil
stovnað yvir fýra-
hundrað til útlendsk-
ar oljuarbeiðarar.
Hesir eru allir útlend-
ingar, sum starvast
hjá útlendskum fyri-
tøkum
SKATTUR
Heri á Rógvi
Oljuvinnan hevur so við og
við fingið fastatøkur í før-
oyska samfelagnum. Tvey
umfør við royndarboring-
um eru í løtuni ígongd, og
enn fleiri skulu byrjað
longri frammi í tíðini.
Tað, at oljufeløgini er
komin at virka í Føroyum
merkist eisini. Eitt stað, har
tey vita einamest um,
hvussu oljuvinnan ávirkar
føroyska búskapin er hjá
Toll- og Skattstovu Føroya.
Í 1999 sá ein kolvetnis-
skattalóg
dagsins
ljós.
Henda varð seinni broytt í
mars 2000, og ásetur hon,
hvussu landið skal lønast
við skattum frá feløgum og
arbeiðsfólki. Eisini varð í
mars 2000 gjørd kollvetnis-
skattafyrisitingarlóg,
ið
ásetur álíkning, innkrevj-
ing, eftirlit o.a. í sambandi
við
skatting
av
koll-
vetnisvirksemi.Tað er hetta
lógarvirksemi, sum olju-
fyritøkurnar mugu rætta
seg eftir.
Toll- og Skattstova Før-
oya hevur eina serliga deild
at taka sær av hesum mál-
um. Á hesari deildini, ið
kallast
Kollvetnisskatta-
deildin, starvast trý fólk, er
tað teirra uppgáva at syrgja
fyri, at skattakrónurnar frá
oljufólkunum koma undir
land hjá landskassanum.
Leiðarin á kollvetnisskatta-
deildini eitur Asbjørn Ols-
en.
30 nýggj virki, 409
nýggj arbeiðsfólk
Seinastu tveir mánaðinar
hava fólkini uppi í Albert
Hall havt úr at gjørt. Eini
30 nýggj virki eru, sambært
Asbirni Olsen, stovnaði.
Talið á nýggjum p-tølum er
409. Hesi fólkini skulu øll
gjalda 35 % av teirra inn-
tøku til føroyska landskass-
an. Hesi 409 p-tølini eru øll
givin til útlendskar arbeið-
arar hjá útlendskum fyri-
tøkum, sum eru við í før-
oysku oljuvinnuni. Hetta tal
ljóðar av nógvum, og tá
hugsað verður um nógva
pengarnar, sum gera seg
galdandi í oljuvinnuni, er
skjótt at ímynda sær stórt
ríkidømi. Hvussu nógv hesi
góðu fólk geva landskass-
anum at tyggja uppá er ikki
greitt enn. Sambært As-
bjørn Olsen, so verður tað
um mánaðarskifti, at tey
fyrstu tølini vera klár, sum
vísa, hvussu nógv hesi
fólkini hava givið lands-
kassanum.
Hesi 409 fólk mugu
mestir fyrst og fremst vera
umborð
á
Sovereign
Explorer og West Navion.
Umborð á West Navion er
pláss fyri 117 fólkum, og
Sovereign Explorer hevur
um 90 fólk umborð. Leggja
vit hesi bæði tølini saman
og falda við tvey, tá hugsað
verður um, at fólk skiftast
um at vera umborð, so
verður hetta tal meira enn
409. Ikki øll umborð ganga
eftir somu skattareglum, tá
nøkur eru føroyingar. Eisini
er ikki altíð soleiðis, at tað
er fullmannað umborð.
Í øllum førum situr bróð-
urparturin av teimum fólk-
unum, sum hava fingið nýtt
føroyskt p-tal umborð á
entin Sovereign Explorer
ella West Navion.
Eindømi
Kollvetnisskattalógin
er,
sambært Asbjørn Olsen,
sum so at meta sum eitt av-
rit av teirri donsku lóggáv-
uni. Fyrisetingarlóggávan
er tó ikki lík nakrari aðrari í
heiminum.
-Í Føroyum verður løn-
irnar hjá útlendsku arbeið-
arunum skattaðar gjøgnum
samtíðarskattaskipanina,
og hetta er eitt eindømi,
sigur Asbjørn Olsen.
Kolvetnisskattalógin um-
fatar bæði offshore arbeið-
arar og arbeiðarar á landi.
Hetta sama er ikki galdandi
í eitt nú Norra. Vanligt er
aðrastaðni, at tað er ar-
beiðsgevarin, sum sjálvur
roknar út, men í Føroyum
verður einstakur arbeiðari
skrásettur.
Sosialurin skilir, at henda
skipanin hevur við sær
eyka umsitingarligt arbeiði
hjá teimum ymsu fyritøk-
unum, men fyritøkurnar
halda seg ikki aftur av hesi
orsøk. Feløgini royna og
skulu rætta eftir teimum
lógum, sum eru galdandi
fyri landið, har tey virka.
409 nýggir skattgjaldarar í Føroyum
Ferðslytrygd heitir á
bilførar um at vera
serliga árvaknir, nú
nógv børn verða at
síggja í gøtunum
SKÚLAGONGD
Ferðslutrygd
Mánadagin 20. august fara
699 børn í skúla fyri fyrstu
ferð. Vónrík við klárum
eygum og spent fara tey av-
stað. Fyrsta dagin eru for-
eldrini við. Men longu
næsta dagin vilja nógv
sleppa sjálvi - einki við at
verða fylgd av foreldrunum
- »tað gjørdi man í barna-
garðinum«. Og hetta er
veruleikin, tí tá ið børn
okkara fara í 1. flokk,
verður væntað av teimum,
at tey byrja at taka á-
byrgdina av sær sjálvum í
ferðsluni.
Næstu dagarnar fara vit
so aftur at síggja børn í
reyðum, gulum og grønum,
hetta
er
tiltak,
sum
Ferðslutrygd hevur gjørt
saman við MBM seinastu
mongu árini. Saman við
keppunum verður eisini
faldari latin til foreldrini at
lesa, so at tey verða betur
útgjørt at tosa um trupul-
leikarnar í ferðsluni saman
við børnum teirra.
Sum vant verður eisini
upplýst um hetta í sjón-
varpinum og í ár er nýggjur
filmur gjørdur. Temaið í
honum er bilur, sum yvir-
hálar bil, sum stendur við
gonguteig.
Orsøkin til at júst hetta
evnið er valt er hetta teldu-
bræv frá einum pápa:
»Til Ferðslutrygd
Eg koyri børn í skúla næst-
an hvønn morgun. Fyrsti
steðgur er við nonnuskúlan,
har plagi eg at steðga í
høgru síðu koyrandi oman-
eftir Varðagøtu áleið við
niðankoyringina til KFUK
og seti børn av.
Seinastu tveir morgnar-
nar hevur tað passað seg
soleiðis, at tá ið eg koyri
víðari, eri eg eri komin til
gonguteigin yvir um Varða-
gøtu við inngongdina til
skúlan, tá ið okkara børn
skulu ganga yvir um. Eg
steðgi so har, meðan børn
ganga yvir um gonguteigin.
Bæði í gjáramorgunin og í
morgum verði eg yvir-
hálaður í vinstru síðu, með-
an eg haldi aftur fyri gang-
andi børnum. Serliga í
morgun var vandi á ferð, tí
viðkomandi, sum yvirhálar
meg, sær jú ikki børnini,
fyrr enn tey ganga beint
framman
fyri
koyrandi
bilin.«
Mánadagin fara 699 børn í skúla fyri fyrstu ferð
Mánadagin verða 699 børn at síggja á til og frá skúla fyri
fyrstu ferð, tá ræður um hjá bilførarum at vísa serlig ansni
Bilur yvirhálar við gonguteig, hetta er sera vandamikið
Børn á gonguteigi – sera vandamikið er, tá bilar yvirhála á
gonguteigi
Løgmaður stúrir fyri
møguleikanum, at al-
menna viðmerkingin
hjá Karsten Hansen
kann vera ein liður í
tí »skipaða ágangi«,
sum hann sjálvur
ávaraði føroya fólk
um fyri einari viku
síðan. – Men eg ætli
ikki at lata meg
provokera, sigur Ann-
finn Kallsberg, løg-
maður
POLITIKKUR
Rúnar Reistrup
Løgmaður er skelkaður av,
at Karsten Hansen finst at
honum í almennari við-
merking í fjølmiðlunum.
– Eg kenni ikki Karsten
aftur í hesum, sigur løg-
maður, sum ikki er samdur
við fíggjarmálaráðharra-
num um, at hann skal hava
brotið
greiðar
avtalur,
soleiðis sum tað verður sagt
í viðmerkingini.
– Hetta er alt sera undar-
ligt fyri mær. Eg trúgvi
ikki, at hetta er Kartsen so-
leiðis, sum eg kenni hann.
Har eru nakrar ramsur í
viðmerkingini, sum ikki
líkjast hansara máta at út-
trykkja seg uppá. Tað sam-
skifti, sum vit hava havt,
hevur altíð verið sera gott,
sigur løgmaður.
Ósaamdir
um avtalurnar
Í viðmerkingini, sum varð
prentað í bløðunum í gjár,
sigur
Karsten
Hansen,
fíggjarmálaráðharri,
seg
harmast um úttalilsini hjá
løgmanni um at uppskotið
um Búskapargrunn Føroya
bara er »hálvliðugt«. Kar-
sten Hansen sigur løgmann
ganga beint ímóti greiðum
avtalum í hesum máli.
Men Annfinn Kallsberg
er av einari heilt aðrari upp-
fatan enn Karsten Hansen
um hvørjar avtalur eru
gjørdar í málinum um Bú-
skapargrunn Føroya.
Karsten Hansen sigur í
viðmerking síni, at semja
var í samgonguni um at
senda uppskotið um bú-
skapargrunnin
í
tingið
skjótast gjørligt, meðan ar-
beitt varð víðari við einari
útgjaldsskipan til grunnin.
Annfinn Kallsberg sigur
hinvegin, at hann allatíðina
hevur gjørt greitt, at Fólka-
flokkurin ikki vil hava upp-
skotið um búskapargrunnin
fyri tingið, fyrr enn út-
gjaldsskipanin var klár.
Stúrir fyri
endamálinum
Annfinn Kallsberg, løg-
maður, sigur seg vera kedd-
an av, at Karsten Hansen er
farin út í fjølmiðlarnar við
viðmerking har hann leggur
løgmann undir at bróta av-
talur, og hann stúrir fyri
møguleikanum, at talan
kann vera um eina ætlaða
provokatión.
– Viðmerkingin ber brá
av, at her skal okkurt út at
hanga úti í almenninginum.
Hetta minnir meg um nak-
að tað sama, sum eg ávar-
aði ímóti fyri einari viku
síðan, sigur løgmaður og
sipar her til, at hann í farnu
viku í almennari viðmerk-
ing ávaraði ímóti tí, sum
hann kallaði »skipaðum
ágangi« ímóti løgmansins
samráðingarvilja.
– Eg havi ávarað føroya
fólk um at tað fara at koma
provokatiónir frá einum
parti av sjálvstýrisvongi-
num, og tað harmar meg
øgiligt, um hetta málið eis-
ini verður brúkt í tí saman-
hanginum, sum eg havi
ávarað ímóti. Men tað ræð-
ur um ikki at lata seg
provokera
av
slíkum
ágangi. Tað er so nógv man
má lata sær lynda, um vit
skulu hava nakran møgu-
leika at røkka sjálvstýris-
ætlanini, sigur løgmaður.
Fer at tosa við Karsten
Løgmaður ætlar í næstum
at taka almennu viðmerk-
ingina upp við Karsten
Hansen,
fíggjarmálaráð-
harra. Hann heldur tað ikki
vera annað enn natúrligt, at
ósemjur eru í einari sam-
gongu millum tveir so
ymiskar
flokkar
sum
Fólkaflokkin
og
Tjóð-
veldisflokkin, og at báðir
partar tí mugu boyggja seg
nú og tá.
– Tað er so nógv man má
gera fyri sakina. Eg ætli
mær ikki at lata meg provo-
kera fyri harvið at forkoma
teimum møguleikum vit
hava at vinna so frægt á mál
í sjálvstýrismálinum, sum
samgongan hevur sett sær
fyri. Og tað var júst tað,
sum eg ávaraði ímóti í fyri
einari viku síðan, nevniliga
at tað vóru kreftir í hesum
samfelagnum, sum nú fóru
at leggja eftir løgmanni við
tí endamáli at fáa hann
provokeraðan. Men eg ætli
ikki at lata meg provokera.
Tað havi eg fingið ov harða
húð til, sigur Annfinn
Kallsberg, løgmaður.
Nógvar viðmerkingar
um løgmann
Annfinn Kallsberg hevur
verið høvuðsevni í nógvum
almennum viðmerkingum
hesi trý árini, hann hevur
sitið sum løgmaður, og
hann er sannførdur um at
nógvar av teimum hava eitt
samanhangandi endamál.
– Vit hava fingið doku-
menterað prógv fyri, at tað
er ein skipað strategi aftan-
fyri fleiri av viðmerkingun-
um. Eg skal ikki siga at
landsstýrismenninir
hjá
Tjóðveldisflokkinum við-
virka í tí. Men tað er komið
alment fram, at tað liggur
ein greið strategi aftanfyri,
hvat so endamálið er. Eg
gjørdist varugur við tað
longu í februar mánað, og
nu prógvini blivu staðfest
helt eg tað vera rætt at
ávara fólk um hendan skip-
aða ágangin, sum hóttir við
at
forkoma
sjálvstýris-
arbeiðinum hjá samgong-
uni, sigur Annfinn Kalls-
berg, løgmaður.
Løgmaður letur seg ikki provokera
C
M
Y
K
7
6