mánadagur 22. september 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
[ Nr. 181 - 22. september 2008 ]
Líka fyri Loka og Tór
Skulu videoprógv brúkast, og discipliner-
dómar dømast, so er tað alneyðugt, at
greiðar reglur verða gjørdar fyri, hvussu fara
skal fram í slíkum málum
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Fríggjadagin kom Aganevndin hjá FSF við úrskurði
sínum, har tveir spælarar hjá Víkingi fingu til samans
tríggja daga leikbann fyri gerðir sínar, tá dysturin mill
um Víking og B68 varð blástur av.
Sum Atli Gregesen – ið er ein av leikbannaðu spælar
unum sjálvur segði í samrøðu við Rás2 fríggjadagin,
so er tað í fínasta lagi, at gerðir av hesum slag kosta
leikbann.
Men tað er ikki í fínasta slag, tá málviðgerðin av
slíkum málum ber bráð av tilvild. Og tað hevur tað í
ávísan mun gjørt hesaferð.
Tilvildin er her, at dómar verða feldir við útgangsstøði
í einstøkum málum, heldur enn í einum føstum poli
tikki, og tað er altso ikki serliga tryggjandi fyri rættar
støðuna. Vit hava áður á hesum síðum samanborið
úrskurðin hjá Ítróttadómstólinum í kærumáli millum
Stjørnuna og Neistan fyri tveimum árum síðani, og tí er
tað stórt spell, at úrskurðurin hjá Aganevndini ikki kann
kærast til yvirkærunevndina. Tað er í øllum førum tað,
sum Aganevndin sjálv staðfestir, men í reglunum fyri
Yvirkærunevndina verður sagt, at nevndin millum
annað kann viðgera mál av prinsipiellum týdningi, og tí
er spurningurin, um Víkingur ikki átti at roynt málið
her.
Tí talan er um serstakliga prinsipielt mál, har rættar
praksis verður ásett út frá eini einstakari hending. Og
spurningurin er tá, um tað er nóg mikið at vísa til UEFA
reglur á økinum. Ikki minst tí hetta skapar enn ein
áhugaverdan pendant til málið millum Stjørnuna og
Neistan á sinni.
Samstundis eru tveir aðrir lutir, sum tykjast heilt
merkisverdir í málsviðgerðini. Tað eru hóast alt lidnar
tríggjar vikur, síðani hendingina í Sarpugerði, og tí
virkar tað nakað klossut, at fráboðan um leikbann skal
koma somikið seint í eini viku. Hjá Víkingi mundu teir
í øllum førum hava fyrireikað seg uppá, at Atli Gregersen
var tøkur, og tað kundi verið betur avstaðfarið.
Hartil er eisini heilt merkisvert, at úrskurð ikki sam
stundis varð gjørdur í málinum um hendingina eftir
dystin millum Víking og B36. B36 hevði sum skilst
somu tíðarfreist sum Víkingur at koma við sínum við
merkingum. Hesar vórðu eisini lætnar Aganevndini um
sama mundið, og so mátti tað ikki tikið alla verðsins tíð,
um hetta málið eisini varð viðgjørt á sama fundi. Ikki tí.
Tað kann í prinsippinum gera tað sama, nær eitt leikbann
rakar. Men tá tvey mál verða send Aganevndini
samstundis, og tá partarnir í ymsu málunum koma við
sínum aftursvari samstundis. So mátti væl borið til at
viðgjørt bæði málini, heldur enn at skapa gróðrarbotn
fyri spekulatiónum um, at tað er betri fyri B36, um eitt
møguligt leikbann rakar komandi umfarið, heldur enn
til dystin í gjár.
Gomlu KÍ-ararnir vunnu FM
Fyri fyrstu ferð hevur KÍ vunnið FM fyri oldboys. Hetta hendi til
finaluumfarið, sum var í Sandavági í dag. Seks lið vóru við í
kappingini, og finalan kom at standa ímillum 07 Vestur og KÍ. Vanligi
dysturin endaði við javnleiki, og tí varð neyðugt við brotsspørkum fyri
at avgera finaluna. Har endaði tað við, at KÍ dró longra stráið og vann
FMheitið. Á myndini síggjast KÍspælararnir. Aftan frá vinstru:
Richard Hansen, Fríðin Ziskason, Rúni Heinesen, Símun Gullaksen og
Kaj Dam. Framman frá vinstru: Adreas Josephsen, Stig Elttør, Janus
Ellingsgaard og Jákup Oluf á Lakjuni (Mynd: Karl Vidtfeldt)
Jon Dahl skoraði
tvey mál
Danski álopsspælarin Jon Dahl Tomasson
hevur verið nógv burtur frá fótbólti seinastu
mánaðirnar, men um vikuskiftið gjørdi hann
aftur um seg. Feyenoord spældi í gjár ímóti
Ajax, og Jon Dahl Tomasson tryggjaði
Feyenoord javnleik. Jon Dahl skoraði bæði
málini í 22 javnleikinum. Seinna málið hjá
danska málskjúttanum varð gjørt við
brotssparki.
Nú er tað góður
møguleiki fyri, at EB/
Streymur fer at vinna
fyrsta FM heitið, tá ið
teir í Sundalagnum
um eina viku fara at
spæla á útivølli ímóti
meistarunum í NSÍ
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
EB/Streymur tryggjar sær
fyrsta FM heitið, áðrenn
tað verður farið um mikkj
alsmessu. Hetta varð spátt í
hesum teiginum stutt eftir
ólavsøku. Vit hava fleiri
ferðir
seinastu
vikurnar
mint á spádómin, og nú er
tað upp til teir í EB/Streymi
sjálvar at gera av, um meist
araheitið skal vera í potti
num á mikkjalsmessu. FM
heitið liggur á silvurfati hjá
meistarunum í Runavík!
Sunnudagin 28. septemb
er fer EB/Streymur at spæla
á útivølli ímóti NSÍ. Tað
eru tólv stig eftir at spæla
um. Eftir 23. umfar er EB/
Streymur tíggju stig framm
an fyri NSÍ. Tað vil við
øðrum orðum siga, at um
tað eydnast EB/Streymi at
vinna eitt stig, so verður
munurin millum meistarar
nar frá í fjør og EB/Streym
framvegis tíggju stig, tá ið
níggju stig vera eftir at
spæla um.
Bæði B36 og HB eru
ellivu stig aftanfyri EB/
Streym. Málmunurin hjá
EB/Streymi er betri enn
tann hjá B36 og lakari enn
tann hjá HB. Mikkjalsmessa
er mánadagin 29. september,
og nú fáa vit at síggja,
hvussu tað verður við spá
dóminum, sum vit høvdu í
hesum teiginum stutt eftir
ólavsøku!
Í føroyska fótbóltsheimin
um og ikki minst í felagnum
sjálvum hevur tað aftur og
aftur verið sagt, at kapping
arárið hevur verið miseydn
að hjá HB. Hjá teimum
flestu hevði tað verið mett
sum fínt kappingarár at
vinna silvurkrónurnar. Í HB
verður ikki roknað við øðr
um enn at vinna FM heitið,
og í hvussu so er verður
roknað við og kravt, at liðið
skal vera við í kappingini
um meistaraheitið. Hesa
ferð er HB ikki við í kapp
ingini um FM heitið. Men
tað er framvegis møguleiki
fyri, at liðið fer at vinna
silvurkrónurnar, og tað er
ikki so galið – í hvussu so
er ikki hjá øllum øðrum enn
teim um í HB.
Tølini siga, at tað er á úti
vølli, at høvuðsstaðarfeløg
ini hava mist tað, sum kundi
havt borið tættari kapping
við EB/Streym um FM heit
ið við sær. Meðan oddaliðið
higartil hevur vunnið fimm
ferðir á útivølli, hevur HB
bara vunnið tveir útidystir,
og B36 hevur vunnið tríggj
ar ferðir á útivølli.
NSÍ og Víkingur hava
vunnið fýra ferðir á útivølli
í part. Hesa ferð fekk Vík
ingur einki við sær úr
Streymnesi. Um víkingar
framvegis skulu verða við í
kappingini um heiðursmerk
ini, so verður neyðugt hjá
teimum at vinna á heima
vølli ímóti HB næsta sunnu
dag.
Botnurin brennur
framvegis
Í hinum endanum drógu
skýggini uppaftur meiri
saman um Skála, sum einki
fekk burturúr, tá ið tofta
menn vitjaðu. Skála er seks
stig og vánaligan málmun
frá bjargingini. Tað vil siga,
at tað er neyðugt hjá skála
monnum at fáa fult hvørja
ferð, um nakar møguleiki
skal verða fyri bjarging.
Sigurin á Skála ber við
sær, at B68 er sloppið und
an vandanum fyri at flyta
niður. Harvið hava tofta
menn rokkið málinum, sum
teir undan kappingarbyrjan
settu
sær.
Fuglfirðingar
taptu í Gundadali. Við sigri
á Skála á heimavølli í 24.
umfari kann ÍF tó vera heilt
væl fyri í kappingini um at
sleppa undan niðurflyting.
Klaksvíkingar
oppaðu
seg bæði á og kring vøllin,
og tað eydnaðist at fáa fulla
úrtøku ímóti B71. Enn eru
ikki allar súðir syftar hjá
sigursvandu
norðoyingu
num. KÍ er trý stig framm
anfyri B71, og málmunurin
hjá klaksvíkingum er betri,
enn hann er tað hjá sandoy
ingum, og tað skulu í
hvussu so er tvey umfør til
fyri at venda upp og niður
millum 8. og 9. plássið.
Um tað eydnast Skála at
vinna í Fuglafirði í 24. um
fari, kann tað gerast heilt
spennandi, tá ið ÍF annan
sunnudag fer at vitja í Klaks
vík.
Gullið bíðar á silvurfati
Gullkrónurnar verða ikki handaðar EB/Streymi fyrrenn leygardagin 25. oktober, tá ið uppgerðin ímóti HB í 27. umfari í
Streymnesi verður lokin. Men longu dagin fyri mikkjalsmessu liggja gullkrónurnar á silvurfati í Runavík!