Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-22, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. september 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 [ Nr. 181 - 22. september 2008 ] AB fekk javnt í Fredericia Liðið hjá Christian Høgna Jacobsen varð og vitjaði í Fredericia sunnudagin, og endaði dysturin við einum 2-2 javnleiki. Fredericia var á odda 2-0 í steðginum við málum hjá Hans Jørgen Haysen og Rasmus Katholm. Í 2. hálvleiki fingu akademikarnir úr Gladsaxe tó javnvág í roknskapin. Við málum hjá David Boysen og Casper Andersen gjørdist endaliga støðan javnleikur 2-2, og Christian Høgni Jacobsen og liðfelagarnir fingu soleiðis bjargað sær eina stigið. AB er nummar fýra í Viasatdeildini við 16 stigum fyri sjey dystir. Venjarar finnast at dómarum Í Danmark eru fleiri venjarar í superliguni misnøgdir við, at dómararnir eru so strangir við venjararnar. Morten Wieghorst, sum varð vístur av vøllinum herfyri, heldur, at venjararnir mugu fáa loyvi at vísa kenslur í dystum. Venjarin hjá FCK, Ståle Solbakken, heldur, at dómararnir halda ov vakið eygað við venjarunum heldur enn at døma dystirnar. Ein partur av triðja hálvleiki á Rás2 eru SMS-boð frá lurtarunum. Í tann mun at tíðin røkkur, verða hesi boð lisin upp í sendingini. Og bestu SMS’ini verða eisini prentað í mánadagsútgávuni av Sosialinum » Hvar munnu B68 fjepparar fara at vitja ì kvøld?:-PVi er røde,vi er hvide.nògvar gaggir hava slitid.« »Hvat skeddi fyri Lava? Ta er sjalvandi gott at siggja Sverra aftur, men vit vilja hava Lava tøkan aftur.. Men svar til handan sum pastod at vikingar spaka hinar spælararnar nidur, tit skulu bara vera glad fyri at Hans Jørgen ikki var vid« »Ahh Eb-streym, ahh eb-streym, is wonder full ahh eb-streym is wonder full « »Jens Erik here, Jens Erik there, Jens Erik everywhere! « »Telegram ùr Klaksvìk Vit skulu hervid bodad frà, at vit hava ì dag hava vunnid ein formula dyst - set x ì àlmanakkan Vit ì Klaksvik « »Fòlk ì Streymnesi vòru RùNABUNDIN av dòmaranum « »Eitt sindur spell at KI vann, tì nù gleddi meg akkurat at sìggja hvønn ’frelsara’ teir fingu HESAFERD. Lundberg, Conteh, Kurt... ella onkran nyggjan!?! « »Kom so ìF, vit vinna à Skàla!! Hvì vòru so fà HB-vidhaldsfòlk ì Gundadali ì dag? « Keflavík misti á stokki- num í Hafnafirði, og harvið verður tað ikki avgjørt fyrrenn næsta leygardag, hvør skal vinna íslendska meistaraheitið í fót- bólti Fótbóltur Jákup Mørk Tað eydnaðist ikki Símuni Samuelsen og liðfeløgum hansara at tryggja sær meist- araheitið í gjár Keflavík vitjaði í gjár- kvøldið hjá FH á Hafna- firði. Eftir at 1. hálvleikur endaði málleysur, var sann- ur málrómur í 2. hálvleiki. FH vann 3-2. Eina løtu var FH framm- an fyri 2-0, men tá ið eitt korter var eftir, skoraði Keflavík tvey mál eftir lítl- ari løtu, og so bendi alt á, at Símun og liðfelagarnir skuldu vinna meistaraheitið longu í gjár Men í evstu løtu skoraði heimaliðið, sum harvið vann 3-2, og tískil varð einki meistaraball í Keflavík í gjárkvøldið. Keflavík hevur 46 stig, og FH hevur 41 stig. Keflavík skal leygardagin spæla á heimavølli ímóti Fram. FH hevur tveir dystir eftir at spæla. Mikukvøldið skulu teir spæla útsettan heimadyst ímóti Breiðablik, og leygardagin skal FH spæla á útivølli ímóti Fylkir. Um Símun Samuelsen og teir í Keflavík ikki skal vinna meistaraskapin, so er treytin, at FH vinnur sínar báðar dystir, og at Fram fær fulla úrtøku í Keflavík leyg- ardagin. Símun Samuelsen var á liðnum hjá Keflavík allar 90 minuttirnar. Sagt í 3. hálvleiki Tað eydnaðist ikki at vinna íslendska meistaraheitið í gjár. Men komandi leygardag hevur Keflavík enn ein møguleika, tá teir eiga heimavøll móti Fram Ballið er útsett