Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-22, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. september 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 181 - 22. september 2008 ] Clapson heiðraður Paul Clapson var leygardagin heiðraður fyri sítt fram úr avrik fyri íslendska Afturelding. Fyrrverandi KÍ-framherjin átti týðandi leiklut í uppflytingini í næstbestu deildina, sum felagið tryggjaði sær um vikuskiftið. Onglendingurin var, fyrst og fremst orsaka av sínum 17 málum í hesum kappingarárinum, valdur til ársins leikara av viðhalds- fólkunum. Seinasti dysturin var leygardagin móti Víðir, og tað eydn- aðist ikki Clapson at koma á máltalvuna í 3-3 javnleikinum. Tað broytir tó ikki, at Afturelding spælur í næstbestu íslendsku fótbólt- sdeildini í 2009. Paul Clapson endaði á øðrum plássi yvir toppskjúttarnar í deildini. Chelsea fær nýggjan spælara Enskir fjølmiðlar skriva, at Chelsea fer at knýta 33 ára gamla brasilska miðvallarspælaran Mineiro afturat sær innan stutta tíð. Chelsea hevur fleiri skaðar, og tað hevur fingið venjaran at senda boð eftir Mineiro, sum ikki er sáttmálabundin við nakað felag í løtuni. Mineiro var í summar til royndarvenjing hjá Arsenal, men har søgdu teir seg ikki kunna brúka spælaran, sum væntandi endar í Chelsea fyrsta dagin. Víkingarnir bóru seg at sum sannir brennivargar, tá teir vitjaðu hjá EB/ Streymi. Í fótbólti er hetta tó sjáldan nakað gott hugskot, og so kundi Sorin Anghel ístaðin skjóta oddaliðið nærri FM- gullinum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo EB/Streymur spældi sjáldan sum nakað oddalið sunnu- dagin. Í øllum førum var verjuspælið lítið sannfør- andi, tá Víkingur kom á vitjan sunnudagin. Ferð eftir ferð eydnaðist gestunum at amba verjuna hjá heimaliðnum, og tað skuldi ein blanding av óhepni, forkølaðum av- slutningum og framúr málmansspælið til, fyri at tryggja málleysa útgangs- støðið fram til steðgin. Hvat Sigfríður Clement- sen og Magni Mohr høvdu koyrt í saftina í steðginum, er ikki gott at vita. Men í øllum førum var tað heilt skjótt, at tað stóð 2-0 á talvuni. Í báðum førum við Sorin Anghel sum mál- skjútta. Fyrra málið átti Geza Turi sín stóra leiklut í, tá hann fór púrasta skeivt út til bleyta innleggið frá Hans Paula Samuelsen. Hitt seinna var harafturímóti ein sonn perla, har Hans Pauli við eini kelandi innarsíðu púrasta splittaði Víkinga- verjuna, áðrenn Sorin við dundurskoti sendi bóltin upp undir tvørtraæið og niður í svørðin. Mangla bara matematikkina Víkingar høvdu bara sær sjálvum at takka, at teir ikki langt síðani høvdu lagt seg á odda. Og tað gjørdi ikki teirra dag betri, at teir miðskeiðis í seinna hálvleiki fingu Áslak R. Petersen riknan av vølli. Talan var um heldur margháttliga støðu, har dómarin steðgaði innkasti hjá Víkingi, og tí var irritatiónin sum so kanska skillig. Men tað var nú eisini óneyðugt at sparka bóltin burtur, og enn minni neyðugt mundi tað vera at fráboða dómaranum sína hugsan um gula kortið. Og so kundi EB/Streymur hóast alt koyra sigurin heim. Kanska var talan ikki um so sannførandi avrik, sum oddaliðið hevur sýnt fleiri aðrar ferðir á árinum. Í so máta er talan kanska framvegis um gummibein, men nú munnu seinastu restirnar av hesum tó vera um at hvørva. Við fýra dystum eftir og tíggju stigum niður til næsta liðið er matematiska vissan nú tað einasta, sum restar í, áðrenn EB/Streymur fyri fyrstu ferð kann rópa seg føroyameistara í mansfótbólti. Hjá Víkingi er ikki nógv annað at gera enn at iðra seg um tað, sum kundi verið sunnudagin. Men umframt hetta, so munnu tey í felagnum eisini iðra seg um mongu leibannini, sum raka liðið í løtuni. Nakað, sum liðið neyvan hevur tørv á, nú seinastu og avgerandi dystirnir kunnu toga liðið upp til heiðursmerki og europiskar uppgávur. Jan Andreasen er ikki tann spælarin, sum skjýtur flestu málini fyri KÍ. Men fá mál munnu hava størri týdning, enn tað, sum veteranurin stútaði inn eftir 77 minuttum sunnudagin. - Tað er so púra víst, at hatta hevði stóran týdning. Vit høvdu sum part av upplegginum til dystin, at vit skuldu gera okkum ómak við deyðbóltsstøðun- um, og tað gav tíbetur eisini úrslit. Var tað tungt at koma uppaftur, eftir at tit sjálvir høvdu javnað fyri B71? - Tað kundi tað kanska verið, tí málið kemur beint eftir steðgin. Men eg haldi, at allir spælararnir vístu, at vit vildu vinna dystin. Og vit høvdu eisini ein fantastiskan 12. mann við okkum í dag, sum munaði ótrúliga nógv. Tit vinna í dag, men tit eru væl ikki heilt leysir av botninum fyri tað? - Nei. Tað eru vit slettis ikki. Nú varð alt líka sum sett upp á spíss í dag. At hetta var dysturin. Men nú hava vit trý stig niður til niðastu liðini, og so mugu vit seta fokus á næsta dyst. -mørk Víkingur EB/S EB/Streymur-Víkingur 2-1 (0-0): Bál og brandur við Margáir Víkingarnir bitu væl og virðiliga frá sær við Margáir, men við tveimum málum frá Sorin Anghel eydnaðist tó heimaliðnum at taka enn eitt risafet móti FM-gullinum Mynd: Sofus D. Johannesen Løgdu dent á deyðbóltar Fagnaðurin var øgiligur, tá Jan Andreasen hevði stútað KÍ móti bjargingini. Deyðbóltarnir vóru nakað, sum klaksvíkingar høvdu tosað nógv um undan dystinum Mynd: Álvur Haraldsen