mánadagur 22. september 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 181 - 22. september 2008 ]
Venjarin hjá FC Amager
er sera bersøgin
Venjarin hjá felagnum hjá Toda Jónssyni, Michael Madsen dugir
væl at leggja sær orðini. Men aftaná dystin millum FC Amager
og AB farna mikukvøld, segði Michael Madsen uttan iva ov
nógv. AB vann dystin í Amager við 1-0, og FCA-venjarin varð
ikki blíður aftaná dystin. Í samrøðu við sjónvarpsrásina hjá FC
Amager kallaði hann dómaran, Andreas Knudsen, sum dømdi
dystin millum FCA og AB fyri eina ”pappnøs”. Enn er tó einki
frætt um, at danska fótbóltssambandið fer at revsa Michael
Madsen fyri hesa viðmerkingina.
Claus vann í Birmingham
Claus Bech Jørgensen og liðfelagarnir í Blackpool fingu eitt
sera gott úrslit í næstbestu ensku fótbóltsdeildini um
vikuskiftið. Blackpool spældi á útivølli ímóti Birmingham, og
Blackpool vann dystin. Einasta málið í dystinum skoraði
Blackpool beint eftir hálvleikssteðgin. Claus Bech Jørgensen,
fyrrverandi føroyskur landsliðsspælari, spældi við allar 90
minuttir.
Ræðuligt
Kristoffur Jakobsen var
kanska tann spælarin hjá
KÍ, sum var lættastur av
øllum, tá Jan Andreasen
hevði stútað sigursmálið
hjá KÍ í netið. Hálvan
tíma undan hesum hevði
ein sera hart arbeiðandi
Kristoffur nevnliga sent
B71 aftur í dystin, tá
hann skoraði sjálvmál,
og eftir dystin duldi hann
ikki fyri, at tankarnir
ikki vóru nakað serliga
penir júst tá.
- Har fór alt ígjøgnum
høvdið. Vit høvdu havt
hampuliga gott tak á fyri
steðgin, og vit høvdu av-
rátt, at nú máttu vit halda
fast, og satsa upp á eitt
skjótt mál afturat. Og so
hendir altso hatta har.
Tað var ræðuligt.
Og lættin er væl tilsvar-
andi stórur, nú tit kortini
vunnu?
- Ja. Eg haldi ongan
tíð eg havi kent meg so
lættan, sum tá Jan skor-
aði. Tað var bara heilt
fantastiskt, segði Kristoff-
ur Jakobsen eftir dystin.
-mørk
Ikki nóg
tendraðir
Eirikur Poulsen, sum er
liðskipari hjá B71, helt
eftir dystin, at KÍ kanska
var eitt lítið petti betri á
degnum.
- Teir eru meira klárir,
enn vit eru. At talan bleiv
um nógvar langar bóltar,
vistu vit av, men kortini
verða vit fleiri ferðir tikn-
ir á bóli av hesum. Og
vit vóru ikki eins nógv
uppi á tærnum, sum teir
vóru tað.
Men tað eru hóast alt
fýra dystir eftir at spæla.
Tit hava jú framvegis
møguleikan at bjarga
sessinum í deildini?
- Ja, og tað ætla vit
eisini. Vit hava sum mál
at vinna, hvørja ferð vit
fara á vøllin, so málið er
nú at fáa 12 stig í seinastu
fýra dystunum, segði
Eirikur Poulsen.
-mørk
KÍ og Klaksvík vóru
topptendrað, tá sand
oyingar komu á vitj
an sunnudagin. Og
so bar brádliga til at
vinna sær trý serstak
liga dýrabær stig
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað er ofta í størstu neyðini,
at størsta hjálpin kann heint-
ast. Og einki er at ivast í, at
KÍ-spælararnir eru takksam-
ir fyri stuðulin, sum varð
veittur teimum, tá sannleik-
ans tími stóð á skránni í dyst-
inum móti B71 sunnudagin.
Skýlið var fullsett, longu
langt áðrenn dystarbyrjan,
og hóast sandoyingar eisini
fingu sín stuðul frá áskoð-
arunum, so vóru tað bláu
og hvíti litirnir, sum settu
sín stóra dám á áskoðara-
plássini.
Tað hevur annars verið
alt annað enn hugaligt at
verið KÍ-fjeppari hetta kapp-
ingarárið. Seinastu umførini
hevur liðið heldur ikki víst
nøkur tekin um, at teir ikki
skulu flyta niður, men
sunnudagin var eisini hetta
øðrvísi.
Perlumál
Frá fyrsta bríksli vóru tað
klaksvíkingar, sum royndu
at seta seg á dystin. Teir
vóru grammari í nærdystun-
um, og rættiliga ofta fingu
teir eisini fatur á næsta-
bóltinum, og tí kundu teir
eisini leggja eitt ávíst trýst
á B71.
Veruligar opnar møgu-
leikar gjørdist talan sjáldan
um, mog hin vegin hevði
B71 eisini nøkur kontra-
álop, sum kundu verðið
heilt vandamikil, um neyv-
leikin var til staðar í seinastu
sendingini.
Hjá KÍ var Heðin á Lakj-
uni framúr, og talan var eisini
um framúr mál frá hansara
fótum, tá hann um miðjan
fyrra hálvleik legði klaksvík-
ingar framum. Heðin átti
sjálvur sín part í uppspæli-
num, og í mest sum somu
rørslu tamdi Heðin, snaraði
sær á og smekkaði bóltin
fram við Símun Rógva Han-
sen í málinum hjá B71, tá
Kristoffur Jakobsen legði
flatt innlegg fyri føtur hans-
ara.
Málið gav uttan iva klaks-
víkingunum tann frið og
tað sjálvsálit, sum teir
høvdu fyri neyðini, men
sandoyingarnir fóru tó ikki
niður við nakkanum av
hesum ávum. Og seinasta
korterið undan steðginum
vóru teir javnan á vitjan í
KÍ brotsteiginum.
Kundu punkterað KÍ
Fleiri mál komu ikki fyri
steðgin, men heimafjøldin
mundi fáa hálvleikskaffið í
rangastrúpan, tá dysturin
byrjaði aftur. Talan var ann-
ars um sera væl spælt álop,
har Clayton, Wellington og
Gudmund Nielsen broder-
aðu seg ígjøgnum mitt fyri,
men Kristoffur Jakobsen
tóktist hava fingið tamar-
hald á, tá hann kom ímillum.
Men tá hann skuldi sparka
bóltin av vandaleið gekk
heilt galið, og í einum vøkr-
um boga smoygdi leðurkúl-
an seg inn um Jákup Mikk-
elsen, sum neyvan hevði
roknað við nøkrum skoti
móti málinum júst tá.
Og so var talan aftur um
mótbrekku hjá KÍ. Ein
brekka, sum enntá kundi
blivið brattari, var tað ikki
fyri eina fína refleks-bjarg-
ing av Jákupi Mikkelsen, tá
Gudmund Nielsen royndi
seg eftir frálíkt forarbeiði
frá Rasmusi Nielsen.
Tað skuldi tó ikki verða
dagurin hjá B71. Eitt korter
fyri leiklok fall avgerandi
málið. KÍ hevði júst sent
hálvskadda Rógva Jacobsen
á vøllin í eini roynd at hótta
loftrúmið meira. Og meðan
B71-verjan hevði úr at gera
við at ansa honum og Ova
Nysted í hornasparksstøðu,
kundi Jan Andreasen við
handara stólpa stýra horna-
sparkinum frá Kristoffur
Jakobsen í kassan.
Øgiligur lætti
Og so var lættin øgiligur
hjá
Klaksvíkingum,
tá
dómarin hevði bríkslað fyri
seinastu ferð. Fagnaðurin
hevði neyvan verið størri,
var tað sjálvt FM-heitið,
sum spælt varð um. Spæl-
arar og áskoðarar takkaðu
hvørjum øðrum, og tað er
eingin ivi um, at spælararnir
nú gleða seg til næsta dyst-
in, sum er ein uppgáva av
truplara slagnum, tá teir
skulu á vitjan hjá væl koyr-
andi B68.
B71 royndi seinastu løt-
una at fáa eitt trýst í lag.
Men tað gjørdist sjáldan til
meira enn næstan. Tvær
ferðir fingu KÍ’arar gult
kort, tá teir vildu steðga
gjøgnumbrotsroynd
hjá
Gudmundi Nielsen, og hjá
KÍ mátti Allan Joensen út
at skifta troyggju, tá tann
fyrra varð skrødd sundur.
Men lívgevandi møgu-
leikin kom ongantíð, og nú
sær hálvgum svart út hjá
B71. Næsta umfarið spæla
teir í Gundadali móti B36,
og tað líkist eini sera trupl-
ari uppgávu. Ein uppgáva,
sum sandoyingarnir tó ikki
hava ráð at missa nakað í.
B71
KÍ
KÍ-skýlið var veitsluklætt í
bláum og hvítum, og eftir
dystin hildu spælararnir
tað vera tíð til at takka
áskoðarunum
Mynd: Álvur Haraldsen
KÍ-B71 2-1 (1-0):
Klárir klaksvíkingar