mánadagur 22. september 2008síða 23
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
[ Nr. 181 - 22. september 2008 ]
John Petersen og hansara leikarar vilja ikki staðfesta, at skálamenn verða millum teir
næstbestu í komandi kappingarári.
Nú verður trupult hjá tykkum, nærmast ógjørligt. Takkar Skála fyri seg í
Formuladeildini á hesum sinni?
- Tað er framvegis møguleiki fyri at bjarging, og vit stríðast líka til, at tað er ikki er
gjørligt longur. Stigatalvan vísir, at tað verður sera trupult, men vit geva ikki upp,
sigur John Petersen, venjari hjá Skála.
Hóast talan var um sera týðandi dyst, so hevði lokala hetjan á Skála ikki gjørt
stórvegis burtur úr at sett sínar leikarar upp til dystin.
- Vit vistu allir, hvønn týdning hesin dysturin kundi fáa. Og vit vóru eisini uppsettir,
men tað rakk so ikki í dag.
Og tað var uppiborið, at B68 fekk øll stigini?
- Tað má tað vera, tá teir skjóta tvey mál, og vit eitt. Vit høvdu møguleikarnir, men
tóku ikki av, sigur ein vónbrotin John Petersen, sum nú hevur til uppgávu at motivera
sínar leikarar til dystirnar, sum resta av kappingarárinum.
Fótbóltsføroyar mugu
eftir øllum at døma
takka skálamonnum
fyri teirra leiklut
í bestu deildini á
hesum sinni. Tapið á
heimavølli móti B68
í gjár hevði við sær,
at seks stig eru til
bjargingina, og tað er
lítið sannlíkt, at Skála
vinnur munin aftur,
nú tólv stig eru eftir
at spæla um
Fótbóltur
Uni Holm Johannesen
unisosialurin.fo
Myrkið
legði
seg
so
spakuliga yvir Mýruhjalla.
Heimafólkið
lútaðu
við
høvdinum, sum høvdu tey
sæð skriftina á vegginum.
Nakrir av leikarunum venda
nøsini alt fyri eitt niðan
móti húsinum, aðrir verða
sitandi á beinkinum, meðan
summir hóast alt vera
verandi á vøllinum og takka
fyri dystin. Men eyðsæð er
vónbrotið á Skála-bygd.
Møguleikin fyri at bjarga
sætinum í Formuladeild-
inum gjørdist upp aftur
meira fjarður hjá Skála í
gjár. Og hóast útsagnirnar
– sum tær sjálvandi skulu
– eru, at teir framvegis ikki
síggja seg sum niðurflytarar,
so er veruleikin, at Skála
allarhelst eigur eitt lið í
næstbestu
føroysku
fót-
bóltsdeildini
í
komandi
kappingarári.
Tóku ikki av
Tað er nógv vatn runnið í
ánni, síðan Johan Nielsen
stóð á odda fyri besta mans-
liðnum hjá Skála. Kaffi
smakkaði helst betri á
Skála, tá toppliðið við flotta
fótbóltspælinum ferð eftir
ferð
koppaði
mótstøðu-
monnunum. Og tá skuldi
fáur trúð, at tvey ár seinni
var uppgávan fyrst og
fremst at sleppa undan
niðurflyting.
Leikararnir vistu, hvat
tað snúði seg um. Eyðnaðist
tað ikki at fáa fult, sam-
stundis sum onkur vann í
Klaksvík, so varð tungt. Og
soleiðis skuldi tað ganga.
Fótbóltspælið var einki
serligt. Vøllurin gjørdi sítt
til, at ferð ongantíð kom á
bóltin. Teir vóru fáir, sum
vístu bóltkynstur, og ofta
stóðust málroyndirnar av
tilvildarligum og ófanta-
ligum
villum.
Hinvegin
skalt tú kanska heldur ikki
væntað ov nógv av tveimum
liðum, sum liggja á niðaru
hálvu á stigatalvuni. Meira
ætlan var í spælinum hjá
heimaliðnum, og teir høvdu
eisini møguleikar at leggja
seg á odda. Men hvørki
Bogi Gregersen ella Alex-
andur Johansen tóku av, tá
teir vóru í góðari støðu.
Tað tóktist ikki hava
stórvegis ávirkan á verju-
partin hjá B68, at Arnbjørn
Danielsen ikki var tøkur
vegna skaða. Øssur Hansen
hevði trupult einu løtuna á
vinstra vongverjanum, og
tað bøtti um støðuna, at
Brian Andresen var fluttur
út í vinstru sum vongur. Í
miðverjuni tóku vælvoksnu
Pól Jóhannus Justinussen
og Jóhan Dávur Højgaard
sær av tí mesta, sum Bogi
Gregersen hevði at bjóða.
Málini
Toftamenn løgdu seg á
odda,
tá
átta
minuttir
restaðu av fyrra umfarinum.
Hvítklæddu gestirnir vunnu
bóltin áraka miðstrikuna, tá
Jann
Martin
Mortensen
spældi bóltin fyri føturnar á
Ahmed Keita. Framherjin
slapp frá tveimum verju-
leikarum, áðrenn hann legði
bóltin til rættis fyri Jann
Inga Petersen, sum smekk-
aði til. Predrag Markovic
var á veg út eftir bóltinum,
tá leðurkúlan tók í mót-
støðumann, og so var B68 á
odda.
Og lítla løtu eftir hvíldina
var aftur galið hjá Skála.
Bólturin var spakuliga lyft-
ur upp um verjuna, tá
Ahmed Keita – sum í fyrra
hálvleiki misnýtti tveir opn-
ar møguleikar – var fyrstur
á eftir kapprenning. Og so
var lætt at fara framvið
málverjanum og stýra bólt-
inum seinastu metrarnar
um málstrikuna.
Pætur Dam Jacobsen gav
heimaliðnum eina lítla vón,
tá hann minkaði um munin
eftir hornaspark. Táð vóru
fimm
minuttir
eftir
at
spæla. Men hóast trýst sein-
astu løtuna, so fingu skála-
menn ikki meira enn tað.
KÍ ella B71
Skála hevur áður gjørt eitt
ordiligt hál í seinastu um-
førunum. Men tað er lítið
sannlíkt, at tað endurtekur
seg í ár. Komandi upp-
gávurnar ljóða ÍF á útivølli,
Víkingur á heimavølli, EB/
Streymur á heimavølli og
NSÍ á útivølli. Tað kann
roknast við, at KÍ fær
okkurt
stig
afturat,
so
uppgávan verður ómetaliga
torført hjá Skála. Tí er tað
mest ein spurningur, um
tað verða klaksvíkingar ella
B71, sum spæla í Formula-
deildini í 2009.
Hinvegin hevur tað gingið
fram úr væl hjá B68 eftir
summarsteðgin. Liðið hev-
ur lyft seg úr botnstríðnum,
og nú eru bara trý stig upp
til Víking á fimta plássinum.
Og tað verður næsta málið
hjá B68.
B68
Skála
B68 hevur vunnið eina rúgvu av stigum í seinnu kappingarhálvu. Tað hevur havt við
sær, at leikararnir kunnu draga andan lættliga, nú flestu liðini hava sett inn endaspurtin.
Málið at sleppa undan niðurflyting er rokkið, og nú verður hugt uppeftir.
Hvør er munurin á fyrru og seinnu hálvu hjá tykkum?
- Vit eru meira stabilir. Verjuparturin hevur riggað sera væl, og alsamt færri mál
fara ígjøgnum. Hinvegin eru vit eisini byrjaðir at skjóta mál. Vit høvdu fleiri skaðar
fyrstu mánaðirnar, og tað var sjáldan, at vit høvdu møguleikan at spæla við sama liði
tvær ferðir upp í slag. Vit eru eisini farnir frá upplegginum at liggja høgt á vøllinum
til at vera meira verjukendir. Og tað hevur riggað væl, staðfestir Bill McLeod
Jacobsen, venjari hjá B68.
Hann staðfestir somuleiðis, at nú hyggja toftamenn upp eftir stigatalvuni.
- Tað eru bara trý stig til Víking, og sjálvandi royna vit at leggja teir aftur um
okkum, sigur Bill McLeod Jacobsen, sum metti sigurin hjá B68 verða uppibornan á
Skála í gjár.
Vit geva ikki upp
Meira stabilir
Skála-B68 1-2 (0-0):
Takk fyri hesuferð?
Sum tað sæst á myndini, so eru teir hjá
Skála heldur kroystir í løtuni. Enn eru fýra
umfør eftir, men tað tykist alt meira greitt,
at teir appelsin-littu skulu teljast millum
niðurflytararnar
Mynd: Álvur Haraldsen
Terry tvær milliónir um vikuna
Chelsea ætlar at spenna seg út fyri at halda liðformanin John Terry í
felagnum hóast áhugan frá teimum pengaríku eigarunum av
Manchester City. Sambært enskum miðlum er Chelsea sinnað at bjóða
John Terry nýggjan sáttmála, har hann fær tvær milliónir krónur í løn –
um vikuna! Hetta hevði verið størsti sáttmálin í enskum fótbólti, um
hann gerst veruleiki.
Milan lúrir eftir norðmanni
Italska felagið AC Milan hevur fingið gott eygað á unga
norska verjuspælaran Vegard Forren, sum spælir fyri Molde.
20 ára gamli Forren stendur á gáttini til norska landsliðið, og
um vikuskiftið hava umboð fyri AC Milan verið í Noregi og
hugt eftir spælaranum. Áður hevur enska felagið Liverpool
eisini sýnt áhuga fyri Forren.