mánadagur 22. september 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
[ Nr. 181 - 22. september 2008 ]
Tað varð leitað eftir
yvirskotinum mest
sum alla tíðini, tá ið
NSÍ við teprum sigri
á árstalsfelagnum
styrkti um sína
støðu í kappingini
um næstfínastu
krónurnar
Fótbóltur
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Líkindini vóru fín, og stiga
talvan boðaði frá, at tað
vóru tvey av teimum bestu
liðunum og harvið nógvir
av bestu spælarunum í land
inum, sum vóru á vøllinum
við Løkin í Runavík.
Men í longum løtum var
spælið ikki serliga polerað.
Sendingarnar
vóru
ikki
altíð so neyvar, avgerðirnar
ikki altíð tær skilabestu, og
flytingarnar vóru ikki so
nógvar og skjótar, sum spæl
ararnir á hesum báðum lið
unum so ofta áður hava
víst.
Kappingarárið er farið at
halla. NSÍ og B36 vóru
leingi gullkandidatar. Bæði
feløgini hava síðstu árini
vunnið nógv, og tí telur tað
næstbesta als ikki so nógv,
sum tað ger at vinna sjálvan
tindin.
Hetta mundu vera orsøkir
til, at poleraða fótbóltsspælið
ikki gjørdist tað, sum tað
kundi verið roknað við, tá
ið tvey tey bestu liðini
brustu saman. Viljin var
góður, men yvirskotið at
útinna tað, sum ætlanin
heilt víst hevur verið, var
ikki so stórt, sum tað plagar
at vera. Kanska sinniliga og
likamliga møðin er farin at
spøkja eftir nógva og int
ensa venjing í skjótt tíggju
mánaðir.
Áskoðararnir vórðu hildn
ir á pínubeinkinum alla tíð
ina. Bara eitt mál varð skor
að, og tað var heimaliðið,
sum átti tað. Málskjútti var
sera arbeiðssami Hjalgrím
Elttør, sum var púra leysur,
tá ið hann við innaru síðuni
setti bóltin framvið Mein
hardi Joensen í B36 málin
um, eftir at Karoly Potemkin
hevði verið við í uppspæl
inum.
Potemkin
hevði
fleiri
ferðir góðar møguleikar at
skjóta mál, men hann var
ikki neyvur, og í onkrum
støðum hevði tað ivaleyst
verið møguleiki fyri, at tað
spurdist meiri burturúr, um
hann heldur hevði valt upp
aftur leysari viðspælarar.
Serliga í 1. hálvleiki hekk
spælið ikki serliga væl sam
an. B36 legði bragdligari
fyri, og í 1. hálvleiki spældu
teir seg fleiri ferðir ígjøg
num í vinstru. Men álops
tyngdin hjá teimum var ikki
stór. Sam Malsom var einsa
mallur heilt á toppinum,
meðan Ingi Højsted var á
sentrala miðvøllinum sam
an við Róaldi Jacobsen og
liðformanninum Klæminti
Matras.
Í 2. hálvleiki var heilt
øskukalt hjá gestunum, B36
uppspælið var ofta fram
eftir miðásinum, og tað bar
fleiri ferðir við sær, at NSÍ
miðvøllurin vann bóltin av
teimum, og so gekk tað
skjótt móti málinum hjá
Meinhardi Joensen. Tað var
júst ein sovorðin støða, sum
bar við sær, at B36 lítið
korter undan leikloki misti
ein mann. Liðformaðurin,
Klæmint Matras, fekk í eitt
sindur kroystari støðu mitt
á bóltin fram frá miðverjuni.
Teir gulu struku avstað við
bóltinum, og haldaragjaldið
var fríspark. Gula kortið
var á lofti, og tá ið stríðs
maðurin longu eina ferð
frammanundan hevði sæð
tann litin, noyddist hann av
vøllinum.
Sum 2. hálvleikur leið,
hevði NSÍ væl betri tak á tí.
B36 flutti miðverjan Dimi
trij Jankovic fram í álopið,
uttan at tað gjørdist vanda
mikið. Einasta veruliga B36
royndin var langskot frá
Magnusi Olsen, sum brast í
tvørtræið
aftanfyri Tórð
Thomsen, sum hevði lítið at
gera. Heima yvirvágin bar
tó ikki fleiri mál við sær. Tá
ið Lars Müller bríkslaði fyri
síðstu ferð, var heimafagn
aðurin stórur.
NSÍ liggur væl á silvur
kósini, meðan teir í B36
fyri aðru ferð í ár fóru
vónbrotnir av vøllinum við
Løkin. Á eystanstevnu taptu
teir 31, og heldur ikki á
heimavølli hevur tað í ár
eydnast
at
vinna
fulla
úrtøku ímóti NSÍ. Tá ið teir
gulu vitjaðu í Gundadali,
var úrslitið 11!
Vit fegnast um sigurin. Í
2. hálvleiki var hugburðurin
fínur. Tað er hann, sum vit
skulu halda fast um, stað
festi
liðformaðurin,
Óli
Hansen, sum saman við
landsliðsspælaranum Jóhan
Troest Davidsen hevði havt
gott tak á einsamalla B36
álopsspælaranum. Óli plag
ar at taka ein dyst í senn.
Næstu ferð verður tað odda
liðið EB/Streymur, sum fer
at vitja við Løkin!
NSÍ-B36 1-0 (0-0):
B36 fær
ikki bilbukt
við meist-
ararnar
Shearer favorittur
í Newcastle
Í eini atkvøðugreiðslu hjá Skysports er Alan Shearer favorittur
til at gerast nýggjur venjari hjá Newcastle. Kevin Keagen
rýmdi herfyri úr felagnum eftir ósemju við nevndina, og síðani
hevur Chris Houghton verið fyribils venjari. Tað sigst, at átta
venjarar longu hava sagt nei til Newcastle, og tað hevur sett
Shearer í eina enn sterkari støðu.
Mourinho nakað er serligt
Hann varð kallaður The Special One í enskum fótbólti, og
mikukvøldið kann hann gerast nakað serligt í italskum fótbólti.
Mourinho hevur ikki tapt 99 heimadystir á rað sum venjari, og
mikukvøldið kann hann runda teir 100 dystirnar uttan tap, tá ið Inter
fær vitjan av Leece í Seriu A. Av teimum 99 heimadystunum hevur
Mourinho vunnið 83.
Heldur ikki hesa ferð fekk B36 nakað við sær úr Runavík. Í
teimum trimum dystunum, sum liðini hava spælt, hevur B36
bert vunnið eitt stig
savnsmynd
Skarprætt-
arin restar
B36 venjarin, Heðin Ask
ham,
staðfesti
eftir
dystarlok, at tað ikki
hevði verið nóg gott hjá
hansara monnum. Hann
segði seg vera nøgdan við
1. hálvleik, meðan tað
eftir steðgin als ikki var,
sum tað átti at havt verið:
Vit saknaðu Jákup á
Borg. Tá ið hann er inni,
spæla við 442. Í dag var
Sam
einsamallur
á
toppinum. Hann megnar
sjálvur at skapa sær tveir
upplagdar
møguleikar,
sum tíverri ikki bera mál
við sær. Um teir høvdu
givið mál, so hevði talan
verið um heilt øðrvísi
fyritreytir fyri seinna um
fari, heldur B36 venjarin,
sum fleiri ferðir áður
hevur víst á, at teir í B36
resta mannin, sum kann
skjóta mál.
B36 hevur skorað 26
mál, meðan liðini, sum
teir kappast við, hava
skorað væl fleiri – EB/
Streymur 45, NSÍ 35, HB
47 og Víkingur 37. Eisini
ÍF (28) og KÍ (27) hava
skorað fleiri mál enn
B36.
Ingi Højsted fór av vøll
inum, tá ið tað restaði ein
lítil hálvur tími. Orsøkin
var tann, at miðvallarin
aftur hesa ferð hevði
trupulleikar við knænum.
Úrtøkan
er góð
Í NSÍ leguni var hýrurin
góður, eftir at tað fyri
aðru ferð í ár hevði eydn
ast at vinna fulla úrtøku
ímóti B36.
Í summar gekk tað
einki serligt. Nú hava vit
vunnið fýra av fimm
teimum seinastu ferðun
um, og tað var fínt, at tað
eydnaðist at rætta upp
aftur, eftir at vit taptu í
Gøtu, var staðfestingin.
Málverjin,
Tórður
Thomsen, var fegin um,
at tað hevði eydnast at
halda B36 burtur frá at
skjóta mál:
Eg hevði ikki so nógv
at gera hesa ferð. Serliga
í
2.
hálvleiki
var
verjuspælið frammanfyri
meg gott. Nú verður
spennandi at fáa EB/
Streym á vitjan. Vit ætla
ikki, at teir skulu vinna
meistaraheitið við Løkin!
B36
NSÍ