mánadagur 22. september 2008síða 26
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
[ Nr. 181 - 22. september 2008 ]
Frem liggur í tungum sjógvi
Í gjár varð Frem á vitja í Køge. Og endaði dysturin við 3-2 sigri til Køge.
Áðrenn dystin hevði Køge einki stig, meðan liðið hjá Atla Danielsen og
Jón Róa Jacobsen, Frem bert hevði tvey stig fyri tveir javnleikir. Tì skuldi
verið góður møguleiki hjá Frem at fingið stig, men tá saman um kom fóru
fremmarnir heim aftur til Valby við ongum stigi í skjáttuni. Anders Jørgen-
sen legði Køge á odda eftir bara tveir minuttirs spæl. Tíðliga í 2. hálvleiki
øktu Kelvin Iqwe og Aske Krohn til 2-0 og 3-0. Casper Grønn Larsen og
Danny Andersen minkaðu um munin til 3-2, men tað rakk ikki, tá saman
um kom. Frem liggur nú á einum niðurflytingarplássi.
Thomas Sørensen fær rós
Danski landsliðsmálverjin Thomas Sørensen skifti í summar
frá Aston Villa til Stoke at spæla, og danski málverjin hevur
verið ein sterkur aftasti skansi hjá uppflytarunum í Premier
League. Leygardagin var Stoke í sonnum ódnarveðri á
Anfield Road, har Liverpool sat tungt á dystinum, men einki
mál varð skotið. Venjarin hjá Stoke segði eftir dystin, at
talan var um stórt liðavrik, men hann mátti nevna Thomas
Sørensen sum ein týðandi spælara í dystinum.
Framman fyri
nýggju eigarunum
høvdu Robinho,
Jo og liðfelagarnir
í Manchester City
sanna fótbóltsfram
sýning, tá Portsmouth
varð sent heim við
tenniseggi
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
René Tórgarð togaði seg
fram í ensku yvirskriftirnar,
tá hann við einum framúr
góðum avriki helt tapinum
hjá EB/Streymi niðri á
tveimum
málum
í
útdystinum í UEFA-Cup.
David James – málverji
hjá enska landsliðnum og
Portsmouth – fann eisini
sín veg til yvirskriftirnar
eftir dystin í Manchester
leygardagin, men tað var nú
ikki einvíst positiv umrøða,
sum talan var um.
James átti nevnliga sín
stóra lut í skrædlinum, sum
var Portsmouth fyri, og tað
man vera lítil ivi um, at
kritikkurin eirindaleyst fer
at hegla oman yvir mál-
verjan, sum tó helst eisini
verjir stólparnar, tá Ongland
um tvær vikur aftur skal í
altjóða eldin.
Men tað tók ikki gleðina
frá nýggju eigarunum hjá
Manchester City. Khaldoon
Al Mubarak var millum
áskoðararnar,
og
hann
kundi fegnast um eina
sanna
samba-uppvísing,
har nýkeyptu Jo og Robinho
dusaðu sær, og har málini
javnt og samt fullou aftan
fyri David James, soleiðis
at talan at enda gjørdist um
tennis-egg til Portsmouth,
sum annars hevur átt eina
av bestu verjunum í Premier
League seinnu árini.
Meistararnir
bjargaðu sær
Stórdysturin hetta umfarið
var annars á Stamford
Bridge, har Chelsea tók
ímóti Manchester United.
Eins og í fjør, so hevur
byrjanin hjá Manchester
United ikki verið nakað
serlig hetta kappingarárið,
og við einum sigri kundi
Chelsea lopið níggju stig
framum meistararnar.
Tað eydnaðist tó reyðu
devlunum at fáa eitt stig við
sær. Leingi var eisini líkt
til, at talan skuldi verða um
trý av slagnum, eftir at
Jing-Su Park hevði lagt
gestirnar á odda.
Chelsea trýsti tó støðugt
á málið, og tað økti neyvan
um tryggleikan, at ein
skaddur Van der Saar mátti
av vøllinum. Men tað var
ikki fyrr enn seint í dysti-
num, at Kalou við høvdinum
kundi vissa Chelsea ein
uppibornan javnleik.
Stórlið í kreppu
Hóast
kappingarárið
er
ungt, so skerst ikki burtur,
at tvey av meira siðvandu
liðunum í Onglandi eru í
sera trongum skóm.
Newcastle er framvegis í
sama aldudali, sum teir
hava verið í seinnu árini, og
á útivølli móti West Ham
formáddu teir svørt/hvítu
sær sera lítið.
Og hjá Tottenham bíða
tey enn eftir fyrsta sigrinum
á árinum. Útlitini vóru
annars góð, tá Wigan kom á
vitjan, men hóast Tottenham
royndi at trýsta, so endaði
tað málleyst, og tað er væl
lítil
ivi
um,
at
bæði
áskoðarar og venjari sakna
mongu málini, sum Berba-
tov og Keane borgaðu fyri.
Samba í Manchester
Robinho hevði tað
alt annað enn lætt
í Real Madrid,
men skiftið til
Manchester tykist
veruliga at hava
fótbóltsevnini at
blóma aftur. Og tað
gekk hesa ferð útyvir
Portsmouth
Mynd: Polfoto/AP
Leygardagin
Sunderland-Middlesbrough
2-0
West Ham-Newcastle
3-1
Blackburn-Fulham
1-0
Liverpool-Stoke
0-0
Bolton-Arsenal
1-3
Sunnudagin
WBA-Aston Villa
1-2
Chelsea-Manchester United
1-1
Hull-Everton
2-2
Manchester City-Portsmouth
6-0
Tottenham-Wigan
0-0
Úrslit
Premier League
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 Arsenal
5
4
-
0
-
1
11
2
9
12
2 Chelsea
5
3
-
2
-
0
10
3
7
11
3 Liverpool
5
3
-
2
-
0
5
2
3
11
4 Man City
5
3
-
0
-
2
15
7
8
9
5 West Ham
5
3
-
0
-
2
11
9
2
9
6 Hull
5
2
-
2
-
1
7
10
-3
8
7 Aston Villa
4
2
-
1
-
1
10
7
3
7
8 Sunderland
5
2
-
1
-
2
5
6
-1
7
9 Everton
5
2
-
1
-
2
9
11
-2
7
10 Blackburn
5
2
-
1
-
2
6
11
-5
7
11 Fulham
4
2
-
0
-
2
4
4
0
6
12 Middlesbr.
5
2
-
0
-
3
6
8
-2
6
13 Portsmouth
5
2
-
0
-
3
5
12
-7
6
14 Wigan
5
1
-
2
-
2
7
4
3
5
15 Man Utd
4
1
-
2
-
1
4
4
0
5
16 Bolton
5
1
-
1
-
3
5
7
-2
4
17 WBA
5
1
-
1
-
3
5
7
-2
4
18 Stoke
5
1
-
1
-
3
7
10
-3
4
19 Newcastle
5
1
-
1
-
3
4
9
-5
4
20 Tottenham
4
0
-
2
-
2
4
7
-3
2